Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-01, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2012síða 52

‹ fyrra síða allar 52 síður

Tekstur á síðuni

baksíðan... Landafrøðilig sensatión! Høvuðsstaðir hittast Sosialurin Ruddið forsíðuna! Tað er ósunt, og tað kostar nógv at roykja Kringvarpið Taka teir ikki tað, teir vilja hava? Noreg ov dýrt til víkingar Sosialurin Tað er ikki so løgið Fíggjarkreppan sæst aftur Dimma Tað er heldur ikki so løgið Afturgongdin merkist Dimma Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Manskór syngur Queen Íslendska manskórið Karlakór Dalvíkur framførir leygarkvøldið sangir hjá The Beatles og Queen í Norðurlandahúsinum. Solistur er Matti Matt frá Dúndufrettum. Karlakór Dalvíkur »The Rockshow« Norðurlandahúsið Leygarkvøldið 2/6 kl. 19.30 Vorðið sum søga Portalin hevði ein stóra søga í farnu viku. Yvirskriftin var eingin onnur enn »Brúðurin tikin brúdleypskvøldið«. Kanska hevði tað verið ein størri søga, um yvirskriftin var »Brúðurin ikki tikin brúdleypskvøldið« – ella kanska hava vit bara misskilt okkurt. Flenna á Norðoyastevnu Hetta vikuskiftið er Norðoyastevna í Klaksvík, og sum vant eru nógv fjølbroytt tiltøk á skránni. Eitt av tiltøkunum, sum savnar nógv fólk, er hallarkabarettin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið verður spæld í Badmintonhøllini. Í ár fara tey at viðgera eitt nú LGBT, Mælt, løgmann og annað. Flatar Rukkur Á Lakkinum verður spæld fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið Flatar rukkur í lakkinum Badmintonhøllin í Klaksvík 1/6, 2/6 og 3/6 Stuttligt í eina løtu Í Vikublaðnum herfyri varð føroyski tónleikarin Sveinur Gaard Olsen, sum var við í X Factor kappingini, spurdur, hvat er stuttligasta upplivingin, hann hevur havt í sínum yrki. Hansara svar var: »15.000 skríggjandi áhoyrarar«. Jú, tað má verða ein stór uppliving – men helst er tað bara stuttligt í eina løtu at hoyra 15.000 fólk skríggja. Greið boð á vonginum Á vongunum á nýggja Airbus flog­ farinum hjá Atlantsflogi stendur at lesa »Do not walk outside this area«. Hvørjum boðini eru ætlað, vita vit ikki, men tað er kanska gott at vita, um mann skal út at roykja. Eg skilji ikki, at løgmaður ikki fyri langt síðani hevur tveitt meg úr samgonguni. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Vágaportalurin) Eg eri troytt av at hoyra kendar kvinnur siga, at tær eta og eta. Sjálvandi gera tær ikki tað. Tað ber ikki til at verða so klænur og eta so nógv, sum tær siga. Songkvinnan Karen Rosenberg