mánadagur 4. juni 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Norðoyastevnuróður
Jóannes Hansen
Úrslitini á Norðoyastevnu boðaðu
frá, at tað eru somu bátar, ið seta
dám á kappingina millum 5-manna
før við dreingjum og gentum, sum í
fjør kappaðust um sigrarnar og FM
heitini.
Jallurin hjá Róðrarfelagnum
Knørri var FM vinnari í fjør í
kappingini
millum
5-mannafør
við dreingjum. Ta ferðina var blái
báturin næstfremstur á Norðoya
stevnu.
Leygardagin var Jallurin fyrstur
á mál. Hann vann í tættari kapping
við Teistan av Argjum, sum var so
mikið tætt at vinnarabátinum, at
tað kann roknast við framhaldandi
stórari og tættari kapping. Drekin
hjá Havnar Róðrarfelag var leingi
heilt væl við, men hann datt aftur
á triðja plássið.
Tað vóru altso tríggir bátar úr
høvuðsstaðnum, sum endaðu á
heiðursmerkjaplássunum í hesi
kappingini. Havnar Róðrarfelag
og Róðrarfelagið Knørrur plaga at
vinna nógvar kappingar. Soleiðis
var tað ikki hesa ferð. Sigurin hjá
dreingjunum umborð á Jalli var
tann einasti, sum tað hesa ferð
eydnaðist teimum báðum stóru
róðrarfeløgunum í Havn at vinna
– umframt at Jallurin eisini var
bestur í gentukappingini í barna
róðrinum.
Erla betri enn Hvassi
Í fjør var Hvassi úr Sundalagnum
suverenur FM vinnari í kappingini
millum 5-mannafør við gentum. Tá
vóru fyrstu lunnarnir lagdir undir
FM heitið við sigri á Norðoya
stevnu. Í FM kappingini var Erla
Kongsdóttir næstbest. Tað vóru
seks stig frá Hvassa og aftur til
Erlu Kongsdóttir. Tað komst millum
annað av, at Erla ikki megnaði
meiri enn triðja plássið á Norðoya
stevnu.
Í nýggju kappingini eru tað
aftur hesir báðir bátarnir, sum
bjóða hvørjum øðrum av. Tað gekk
ein løta, áðrenn myndin lagaði seg,
men sum tað leið frá, so vóru tað
hesir báðir bátarnir – tann myrkt
reyði úr Sundalagnum og tann ljóst
grøni úr Fuglafirði – sum løgdu seg
fram i oddin.
Endaspurturin var sera tættur,
og Erla Kongsdóttir kom á mál
skutin frammanfyri Hvassa. Úrslitið
boðar frá spennandi kapping í sjey
kapitlum. Annað kapitul verður
skrivað longu leygardagin, tá ið tað
verður kappast á Eystanstevnu á
Skálafjørðinum.
2012 er áttanda árið, at tað er
kapping í 5-mannaførum fyri bæði
gentur og kvinnur. Vinnaratíð
in hjá Erlu Kongsdóttir var tann
næstbesta hesi átta árini á Norðoya
stevnu, og tað var ógvuliga tætt við,
at nýtt met varð sett.
Drekin eigur metið, sum varð
sett í 2005. Tá var vinnaratíðin
5.26.13. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir
leygardagin var 5.26.15!
joannes@sosialurin.fo
Erla og Jallur best
í tøttum róðrum
5-MANNAFØR GENTUR OG DREINGIR Lagt er upp til sera spennandi
kapping millum dreingjamanningarnar og gentumannngarnar