Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Norðoyastevnuróður Mynd: Jens Kristian Vang Jóannes Hansen Tað var sannur rómur umborð á 6-mannafarinum hjá argjamonnum, tá ið skotið var brostið fyri vinnara­ bátinum. Lómur var fyrstur á mál, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnaðist monnunum í Argja Róðrarfelag at vinna hesa kapp­ ingina. Heilt óvæntaður mundi sigurin ikki vera. Í fjør royndu teir á Argjum seg í nýggjum báti. Tá vann Riddarin allar róðrarnar, og tá var Lómur næstfremstur allar sjey ferð­ ir­nar. Síðani tá er bara ein maður skiftur út umborð á Lómi, meðan skiftingarnar hava verið fleiri á Riddaranum, og nú stemmaði tað hjá 6-mannafarinum á Argjum. Høgni Jacobsen hevur verið formaður í Argja Róðrarfelag. Hann legði frá sær á síðsta aðalfundi, men hann er framvegis virkin í felag­- num og aftur í ár bátsformaður á Lómi. Fríggjakvøldið undan Norðoya­ stevnu, meðan bátsfelagarnir ladaðu upp og fokuseraðu á uppgávuna í Klaksvík leygardagin, var báts­ formaðurin upptikin av øðrum og nógv týdningarmiklari máli enn til­stundandi kappróðrinum á Norðoya­stevnu. Hann var á føði­ deildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hetta kvøldið bleiv pápi at einari fittari diddu. Mamman er Jannie Dam Jacobsen, sum er ein av kappróðrar­ legendunum. Hon hevur verið við til at vinna nógvar sigrar umborð á Jarnbardi, og seinastu árini hevur hon skrivað um kappróður. Teimum báðum verður ynskt tillukku! Nýtt flaggskip Lómur legði seg rættuliga skjótt framum teir báðar vágabátarnar, og tað var ongantíð nakar ivi um, at tað fór at verða báturin hjá Argja Róðrar­felag, sum fór at vinna. – Vit høvdu góðar vónir. Vit hava vant nógv, og tað hevur gingið væl. Starturin var góður, og tað kennist altíð lættari, um tað beinanvegin eydnast at sleppa eitt sindur fram­ um hinar. Soleiðis var tað hesa ferð, og vit eru sera fegnir um fyrsta sigurin nakrantíð. Frammanundan hesum bátinum hava tvey 6-manna­ før verið í felagnum. Besta úrslitið hjá monnunum við fyrsta bátinum var eitt triðja pláss. Í 2003 varð nýggjur bátur smíðaður, men tað royndist heldur ikki nakað serligt við honum. Hann varð seldur til Hollands. Í fjør royndu vit okkum við nýggjum báti, og nú eydnaðist tað endiliga at vinna, staðfestir Høgni Jacobsen. Sigurin hjá argjamonnum kenn­ist ivaleyst serliga søtur, nú 8-manna­farið Argjabáturin sam­ bært úrslitunum á Norðoyastevnu ikki er so stinnur, sum hann hevur verið tað undanfarnu árini Kapping í Vága kommunu Fýra bátar luttóku í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Sundabáturin, sum ikki hevur verið at sæð tvey tey seinastu árini, bjóð­aði seg fram aftur leygardagin. Venjingarstøðan tóktist ikki at vera nakað serlig, og tað var skjótt, at hann datt heilt burtur ímillum. Kappingin um næstfremsta plássið stóð millum tey bæði 6-manna­førini í Vága kommunu – Skúgv úr Sandavági og Riddaran úr Miðvági. Talan var um tætta kapping. Skúgvur var eina løtu frammanfyri, men Riddarin ressaðist við aftur, og á málinum var hann meiri enn tvey sekund undan grannanum. Í fjør vann Argjabáturin allar róðr­ ar­nar í kappingini millum 8-manna­ førini. Leygardagin noyddist hann at lúta fyri Miðvingi. Argjamenn og miðvingar tykjast tískil at hava býtt um, og nú eru tað miðvingar, sum eru bestir millum 8-mannaførini. Sigurin hjá Miðvingi var merkis­ verdur á tann hátt, at hetta var fyrsti sigurin hjá nýggja bátinum, og hetta er fyrsta ferðin í fjúrtan ár, at Miðvingur hevur vunnið ein róður. Miðvingur legði seg á odda beinanvegin, og so var tað bara spurningurin, hvussu suverenur sigurin fór at verða. Hann varð rætt­ uliga sannførandi. Argjabáturin vann næstfremsta plássið. Hann var eina bátslongd frammanfyri Rádna úr Fuglafirði, sum kann fara at vísa seg at hava meiri í sær. Miðvingur suverenur 8-MANNAFØR Riddarin úr Miðvági hevur seinastu árini verið millum fremstu 6-mannaførini. Í fjør vann hann allar róðrarnar, men leygardagin noyddist hann at lúta fyri Lómi av Argjum Fekk í posa og sekk 6-MANNAFØR MENN Kvøldið fyri at Lómur hjá argjamonnum vann fyri fyrstu ferð nakrantíð, var bátsformaðurin á føðideildini, har sera roynd róðrarkvinna átti honum eina dóttir Mynd: Jens Kristian Vang