mánadagur 4. juni 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Norðoyastevnuróður
Jóannes Hansen
10-mannaførini hava altíð verið
roknað sum eitt slag av superligu
í kappróðri. Seinnu árini hevur
tað tó viðhvørt kenst eitt sindur
einstáttað, tí ein bátur hevur verið
rættuliga suverenur. Tað skal leit
ast heilt aftur til 2004 fyri at finna
eina kapping, har tað vóru fleiri
enn tveir vinnarar. Hetta árið vann
Havnarbáturin tríggjar róðrar og
FM heitið. Nólsoyingurin vann
tríggjar róðrar, og Vágbingurin
vann á Jóansøku.
Hvussu kappingin fer at laga seg
í ár, fer tíðin at vísa. Men finalu
róðurin á Norðoyastevnu bar boð
um, at tað verður sera tøtt kapping
millum í hvussu so er tríggjar
bátar.
Klaksvíkingur vann, og tað var í
stórum stíli. Vinnaratíðin var tann
besta nakrantíð á 1500 metra tein
inum, sum 10-mannaførini hava
kappast á Norðoyastevnu á síðani
1999.
Síðani 2005 hevur Nólsoyingur
átt metið, sum klaksvíkingar nú
tóku við 7.04 sekundum. Sigurin var
eisini merkisverdur á tann hátt, at
hetta var fyrsta ferðin nakrantíð,
at tað eydnaðist Klaksvíkingi at
vinna norðoyastevnuróðurin. Sum
tað varð nevnt í blaðnum undan
vikuskiftinum, so hevur tað verið
langt millum sigrarnar í heima
sjógvi hjá teimum í Klaksvík. S10-
mannafarið hevur bara vunnið fýra
ferðir – í 1958, í 1970, í 2011 og so nú
leygardagin.
Hildu høvdið kalt
Tað er sjáldan, at tað er so tætt, og
at tað broytist so skjótt, sum tað
gjørdi fram ímóti málinum leygar
dagin.
Klaksvíkingur fekk besta startin,
og hann leyp beinanvegin tað mesta
av einari hálvari bátslongd framum
hinar. Støðan helt sær, inntil tað
varð farið undir endaspurtin, tá ið
fyrst Suðuroyingur og síðani ser
liga Vestmenningur rættuliga fóru
at ganga.
Bæði Suðuroyingur og Vest
menningur løgdu Klaksvíking aftur
um seg, og evarska lítla løtu tóktist
spourningurin um, hvør fór at
vinna, at verða svaraður við kapp
ing millum hesar báðar bátarnar.
Men 50 metrar úr málinum
mannaði Klaksvíkingur seg upp
aftur, og tað eydnaðist hvíta bát
inum at stinga tað mesta av skut
inum framum bikasvarta Suðuroy
ing og hvíta Vestmenning.
Janus Dam Jacobsen er báts
formaður á Klaksvíkingi, og hann
greiðir soleiðis frá:
– Tá ið tað vóru 250 metrar eftir
á mál og kanska meiri enn tað,
segði stýrimaðurin, at nú settu teir
á Suðuroyingi føtur í bekk. Tað
er óvanliga tíðliga, og vit vistu, at
hann fór at taka seg inn á okkum,
áðrenn vit eftir ætlan skuldu fara
undir endaspurtin. Vestmenningur
hevði eisini góðan endaspurt.
Vit hildu okkum til tað, sum vit
frammanundan
høvdu
avrátt.
Vit settu føtur í bekk, tá ið 30 tøk
vóru eftir, og tað var ikki fyrrenn í
20 teimum síðstu tøkunum, at vit
rættuliga fingu ferð á bátin, og at
tað eydnaðist at taka Suðuroying
og Vestmenning. Hatta var ógvuliga
spennandi, og tað er hugaligt at fara
undir fyrireikingarnar til næstu
avbjóðingina, tá ið tað er so tætt og
intenst.
Kiksaði hjá havnarmonnum
Hesa ferð var Havnarbáturin ikki
við í kappingini um oddasessin.
Teir, sum tey bæði undanfarnu árini
hava verið so suverenir við Argja
bátinum, eru nú farnir úr Argja
Róðrarfelag og umborð í flaggskipið
hjá Havnar Róðrarfelag. Tað hevur
kynt undir vónina um, at tað aftur
skuldi eydnast mest vinnandi
10-mannafarinum yvirhøvur at
koma fyri seg eftir trý søguliga
soltin ár.
Á Norðoyastevnu stemmaði tað
ikki hjá Havnarbátinum, sum misti
eitt sindur beinanvegin og endaði
ellivu
sekund
aftanfyri
hinar
tríggjar. At tað orsaka av skaða var
neyðugt stutt undan stevnuni at
skifta annan toftimannin út kom
sjálvandi illa við. Tí kann tað hugs
ast, at Havnarbáturin fer at standa
seg betri, enn hann gjørdi leygar
dagin.
Longu leygardagin verður lagt
til brots aftur, tá ið 2000 metra
málið á Skálafjørðinum skal takast.
Róðurin á Norðoyastevnu ger, at
tað verður sæð fram til róðurin á
Eystanstevnu við serliga stórum
spenningi!
joannes@sosialurin.fo
Dramatikkur
fyri allar pengarnar
10-MANNAFØR Tíðirnar boða frá, at talan er um topptrimmaðar rógvarar, sum við avrikinum
leygardagin hava lagt upp til sera tætta kapping, ið Klaksvíkingur hesa ferð var bestur í
Mynd: Jens Kristian Vang