mánadagur 4. juni 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
u21 landsliðið
U21-landsliðið ger aftur um seg:
Spældu við eitt
ótakandi lið
Fótbóltur 1.037 áskoðarar høvdu fríggjakvøldið leitað sær í
Gundadal at hyggja at U21-landsliðnum í EM-undankappingardysti
ímóti Makedonia. Liðið, sum er klekingarmaskina til okkara
flaggskip, nevniliga A-landsliðið, men gongur á odda hvat úrslitum
viðvíkur. Aftur hesuferð prógvaðu teir tað. Teir fingu javnleik 1-1
eftir at hava verið á odda og angað øll trý stigini ímóti einum liði,
sum næstan er ótakandi og nú ikki hevur tapt í 16 dystum á rað
Pætur Albinus
Tað er eftir hondini ikki við sørt, at
vit av álvara vænta okkum nakað
av føroyska U21-landsliðnum. Venj
ararnir leggja nógv fyri og lívga
um spæligleði og áræði hjá ungu
leikarunum við at krevja stig, og
hetta bæði lýsir úr leikarunum og
skyggir í okkum áskoðarum. Teir
hava eisini gjørt tað áður. Eitt nú
við at púra óvæntað koppa russ
isku bjørnini við 1-0-sigri fyri trim
um árum síðani og so sanniliga
eisini í longdini við at tryggja Før
oyum metnógv stig í einari undan
kapping.
Vit fingu bara eina staðfesting
av, at U21-landsliðið er í allar mátar
fyrimyndarligt og gevur okkum eina
vónríka framtíð, tá ið teir treisknu,
evnaríku og áhaldnu leikararnir til
tíðir spældu runt við Makedonia
fríggjakvøldið. Úrsitið var 1-1 eftir
ein dyst, har Føroyar kom á odda og
leingi hevði tamarhald á dystinum
og var nær við at fáa øll stigini.
Og tað var ímóti Makedonia,
leggið tað til merkis. Eitt lið, sum
ikki hevur tapt í nú 16 dystum á rað
og fyri tveimum vikum síðani vann
1-0 á útivølli ímóti Hollandi.
Løgdu bragdliga fyri
Føroyska liðið vísti seg at hava
hugsavnað seg um spælskipanina
fyrstu løtuna, og vísti hetta seg
at hepnast sera væl, tí at teir hjá
Makedonia høvdu ilt við at síggja
nøkur op frammi á vøllinum og
loyvdi hetta føroysku spælarunum
at koma ímillum.
Tað vóru bara tríggir minuttir
gingnir, tá ið Føroyar longu høvdu
spælt seg til tvey vandamikil inn
legg. Í báðum førunum var tað
einsamalli áleyparin, Jóan Símun
Edmundsson, sum lá framvið. Fyrst
gjørdi hann málspark mótvegis
málmanninum, og í aðru atløgu var
hann um reppið at fáa eitt rimmar
skot á bóltin, men hann rakti ikki.
Makedonia byrjaði at seta seg
meiri og meiri á spælið, og eftir
11 minuttum høvdu teir fyrstu
skotroyndina. Talan var um eitt
forkølað langskot, sum Kristian
Joensen í føroyska málinum ongar
trupulleikar hevði av at bjarga.
Eftir hetta dovnaði spælið nógv
og tað var sum áskoðari ikki nøk
ur fragd fyri eygað. Ein fragd fyri
eygað var tað tó at síggja spæli
skipan føroyinga rigga væl, har
javnan menn fóru úr verjuni niðan
á miðvøllin at leggja trýst á, fyri
síðani at ein miðvallari loysti av
í verjuni. Samstarvið var fyri
myndarligt og var tað við til at
halda Makedonia fullkomiliga frá
vandastøðum.
Risa møguleiki
Eitt, sum kanska er eitt ov føroyskt
fyribrigdi, er, at føroysku liðini
detta burtur ímillum í dystinum.
Hetta hendi to als ikki fyri føroyska
U21-landsliðið henda dagin, sum
var sera hugagott allan hálvleikin
á tamb og røkti sínar skyldur.
Tá ið hálvur tími var leiktur, fekk
Føroyar størsta møguleikan í dyst
inum. Gilli Sørensen, Jóan Símun
Edmundsson og Hallur Hansson
stóðu fyri frálíkum samanspæli,
sum endaði við, at Jóan Símun
slapp at standa rímiliga leysur í
feltinum, og skotið, sum annars ikki
fekk nógva ferð á, fór ein hálvan
metur við síðuna av málinum.
Fimm minuttir seinni svaraði
Makedonia aftur við sínum besta
málmøguleika, men skotið hjá
Aleksandar Trajkovski úr 20 metr
um feyk beint framvið stongini.
Føroyar fekk sera nógv fríspørk
á miðjum vølli, sum dómarin í alt
ov stóran mun loyvdi. Serliga fekk
Samir Fazli langa linju og hevði
sambært almennu hagtølunum
framt seks fríspørk tá ið 35min.
vóru leiktir. Øll hesi fríspørkini
valdu Føroyar at senda langt inn
í feltið og úrslitaleyst hvørjaferð.
Verjan hjá Makedonia var nevniliga
stór og sterk og vann so at siga allar
luftbóltarnar.
Løtuna
til
hálvleiks
otaðu
makedonar seg longri og longri
fram og høvdu onkrar smærri mál
møguleikar, men Kristian Joensen
varð ongantíð av álvara royndur og
hálvleiksstøðan gjørdist púra í tráð
við leikgongdina málleys 0-0.
Undrunarvert mál
Sum eitt skot úr bláari luft kom
fyrsta málið, og tað var til Føroyar!
Níggju minuttir inn í seinna hálv
leik spældi Kire Ristevski til sín
egna málmann, og júst í tí at mál
maðurin, sum eitur Filip Gachevski,
skuldi steðga bóltinum, datt hann.
Bólturin rullaði í málið og so var 1-0
til Føroyar!
Hetta lívgaði um teir føroysku
leikararnar, sum annars løtuna
undan vóru ávegis í tómgongd.
Eitt korter fyri leiklok fekk júst
innskifti Ilija Nestorovski ein risa
møguleika, men hóast leysur í
feltinum, so fekk skotið ov lítla ferð
og fór beint framvið málinum. Hesa
løtuna stríddust føroyingarnir fyri
at stilla seg rætt á vøllinum. Tað
tóktist eins og teir bæði kropsliga
og sálarliga vóru troyttir og gjørdu
fleiri mistøk. Venjararnir valdu eis
ini at gera útskiftingar og settu teir
Høgna Eysturoy og Heina Vatnsdal
á vøllin fyri ávikavist Klæmint
Olsen og Róald Jakobsen.
Í 77. minutti helt ikki longur
hjá føroysku verjuni. Makedonar
høvdu spælt seg inn í vinstru síðu
í feltinum, verjan fekk ikki ruddað
nógv væl burtur og ein leysur Ilija
Nestorovski setti bóltin í nettakið
til 1-1.
Átta minuttir fyri leiklok fekk
Hallur Hansson ein risa møguleika,
tá ið hann varð spældur púra leysur
av Høgna Eysturoy, men skotið
endaði mitt á málverjanum. Hesa
løtuna bardust føroyingarnir væl
og góvu tað síðsta, teir áttu, og førdi
hetta eisini til, at teir megnaðu at
leggja trýst á Makedonia.
Bara tveir minuttir seinni var
aftur sentimetrar frá, at Føroyar
løgdu seg á odda, men stútarin hjá
Rógva Holm eftir eitt langt innkast
endaði í síðunetinum.