Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið u21 landsliðið Hóast føroyska U21-landsliðið bara var nakrar fáar minuttir frá at fáa trý stig ímóti Makedonia, so var ein av føroysku U21- landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen, nøgdur við eina stigið. – Jú, eg eri nøgdur. Vit komu sum ætlað á odda, men onkursvegna megnar Make­donia at leggja trýst á okkum, hóast vit royna at svara teimum aftur. Hesa løtuna tykjast vit nakað slitnir og royna við nøkrum útskiftingum at bøta um tað, men so megna teir at skjóta mál hóast alt. Ímóti endanum hava teir nakrar møgu­leikar at fáa sigurin í hús, men tað høvdu vit í grundini eisini, sigur Bill McLeod Jacobsen og vísir á stútaran hjá Rógva Holm, sum fór beint fram­við stongini, og risa stóra møguleikan hjá Halli Hanssyni, sum hóast næstan púra leysur skeyt mitt á málmannin. Føroyska U21-landsliðið stóð seg serliga væl í verjupartinum tað mesta av dystinum, og hóast nógv væl samanspæld álop vóru at fáa eyga á, so sá tað í støðum heldur ófantaligt út. Bill viðgongur, at tað kanska gjørdi tað, men at tað er ein grund til tað. – Um eg skal hyggja eftir hvat ikki var nóg gott, so missa vit ov nógvar bóltar í upp­spælinum. Vit vildu gjarna spæla stuttar avleveringar fram eftir vøllinum, men vit missa ov nógvar bóltar á miðj­um vølli, og tá ið vit so ikki koma upp á pláss aftur tá ið teir fara í mótálop, tá er tað bara náttúr­ligt, at vit síggja býttir út, sigur Bill, sum nú saman við restini av hópinum hyggur fram ímóti heimadystinum ímóti Serbia týskvøldið. Við Sosialin fríggjadagin segði Bill McLeod Jacobsen, at teir í hesum báðum dystunum ætlaðu sær eftir seks stigum. Vit spurdu hann, um hann framvegis ætlar sær at vinna ímóti oddaliðnum Serbia týs­kvøldið. – Ja, vit fara eftir teimum trim­um stigunum, men tá eru vit kanska betur nøgdir við eitt stig, enn vit vóru í dag. Serbia er eitt heilt annað lið enn Makedonia. Teir eru eitt væl sterkari lið og tað er kanska serliga kantspælið, sum teir eru góðir til hinvent Makedonia, sum leypir á umvegis miðjuna. Vit fara nú heim at hyggja at nøkrum sjónbandaupptøkum og fyrireika okkum ímóti Serbia, sum verður ein heilt annar dystur, segði U21-lands­liðs­venj­ arin at enda. albinus@sosialurin.fo Nøgdur við eina stigið Hetta kom óvart á meg Undir dystinum tóktist venj­arin hjá Makedonia, Boban Babunski, greidliga at vera ónøgdur við sínar leikarar, og tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin, viðgekk hann, at hann als ikki er nøgdur við at fáa eitt stig í Føroyum. – Nei, eg eri als ikki nøgdur við eitt stig. Vit høvdu nógvar málmøguleikar serliga í seinna hálvleiki, og hetta úrslitið kom púra óvart á meg, segði Babunski, sum tó eisini hevði nógv rósandi orð at bera før­oyska liðnum. – Føroyar hava eitt sera sterkt lið, og hetta vístu teir eisini í dystinum ímóti okkum í Makedonia. Tað vísir seg, at teir spæla betur og betur fyri hvønn dyst, so tað verður spennandi at síggja teir komandi dystir­nar. Mær dámar væl, at eitt so lítið land roynir at skapa úrslit, og eg meti avgjørt, at teir eru førir fyri at gera tað, segði Boban Babunski, ið sjálvur er pápi bara 18 ára gamla David Babunski, sum spældi allan dystin ímóti Føroyum í dag og til dagligt spælir í spanska stórfelagnum, FC Barcelona. albinus@sosialurin.fo Makedonski venjarin: Føroyski venjarin: Tríggjar minuttir fyri leiklok var Samir Fazli um at stjala sigurin fyri Makedonia, men hóast hann stóð eins væl fyri sum tann, ið stóð fyri útjavnandi málinum, so endaði skotið væl omanfyri málinum. Tað gekk á bæði málini hesa síðstu løtuna, og ein minutt fyri leik­ lok var Jóan Símun Edmundsson sera nær við at fáa skot á bólt­in í feltinum eftir eitt gott frí­sparks­ innlegg. Hóast tað kom rættiligt lív í og sigurin kundi farið báðar vegir seinastu løtuna, so samdust lið­ini um ein javnleik, sum útfrá leik­ gongd­ini var á einari heilt góðari leið og bæði liðini kundu vera nøgd við, men neyvan hevði Makedonia und­an dyst­inum verið nøgt við eina stigið. Leikbann ímóti Serbia Næsta uppgávan hjá føroyska U21- landsliðnum verður longu í annað­ kvøld, týskvøldið kl.19 á Ovara Vølli, tá ið oddaliðið Serbia kemur á vitjan. Til dann dystin hava tveir føroyskir leikarar leikbann. Teir eru Karl Løkin og Klæmint A. Olsen, sum báðir byrjaðu inni ímóti Make­ donia. Tískil skulu U21-venjararnir nú finna í øllum førum tveir aðrar leikarar í byrjunaruppstillingina, men teir kunnu ugga seg við, at hóp­urin er breiður og kappingin um pláss­ini beinhørð. albinus@sosialurin.fo Føroyar - Makedonia 1-1 (0-0) 1-0: Kire Ristevski, 54. (sj.) 1-1: Ilija Nestorovski, 77. Dómari: Nerijus Dunauskas (Litava) Føroyar: Kristian Joensen - René S. Joensen, Rógvi Holm, Erling D. Jacobsen, Viljormur Davidsen - Karl Løkin, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen (73. Heini Vatnsdal) - Gilli Sørensen (83. Páll Klettskarð) Klæmint A. Olsen (58. Høgni Eysturoy) - Jóan Símun Edmundsson Gul kort: Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, René S. Joensen, Karl Løkin, Hallur Hansson Makedonia: Filip Gachevski - Antonio Stankov, Goran Bogdanovic, Kire Ristevski, Stefan Ashkovski (46. Feran Hasani) - Goran Siljanovski, Zeni Husmani, Aleksandar Trajkovski (61. Aleksandar Stankov) - David Bubunski, Samir Fazli, Fljamur Tairi (73. Ilija Nestorovski) Gult kort: Goran Bogdanovic René S. Joensen, sum nýliga hevur fingið sítt debut á besta liðnum hjá Brøndby IF og spældi sera væl allan dystin á høgra bakki hjá Føroyum, var eftir dystin sera væl nøgdur við tað, sum leikararnir løgdu fyri dagin, og viðgongur, at 1-1-javnleikur er eitt nøktandi úrslit. – Eg eri væl nøgdur við av­ rikið hjá okkum. Allir arbeiða knallhart, vísa góðan vilja og teir, sum koma inn, geva okkum eitt spark. Tað er super, men tað er bara harmiligt, at vit ikki gera tað til 2-1, sigur René S. Joensen, og peikar á, at sum dyst­urin lagaði seg, kundu teir ikki vera annað enn nøgdir við ein javnleik. – Vit standa væl í skipanini, og møguleikarnir, sum teir fáa, standast vegna okkara teknisku villur. Verjan setti seg veruliga í virðing í dag, staðfestir hann. albinus@sosialurin.fo Dagsins maður, René S. Joensen: Nøktandi úrslit Myndir: Jens Kristian Vang