mánadagur 4. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Um vikuskiftið vitjaði franska her
skipið Monge í Føroyum. Tað hevði
fingið loyvi at liggja fyri akkeri á
redini uttanfyri Havnina. Skipið,
sum er 230 metrar til longdar og
bygt í 1992, kom til Føroya av eini
vitjan í Íslandi, og fer víðari til Skot
lands næstu dagarnar.
Ansa eftir rúmdini
Monge er uppkallað eftir franska
matematikaranum,
Gaspard
Monge, sum livdi frá 1746 til 1818.
Skipið er eitt royndar- og mátiskip,
hvørs høvuðsuppgáva er at eygleiða
fronsku Ariane-verkætlanina fyri
fronsku rúmdarskipanina, somu
leiðis sum tað eisini er á vakt fyri
satelittum og øðrum óviðkomandi,
sum detta niður mótvegis jørðini og
á einhvønn hátt eru til vanda fyri
fólkið.
Skipið er tískil útgjørt við
rakettum og hevur alt í alt skotið
98 rakettir – hesar allar tó bara
royndarrakettir. Tað er franska
verjumálaráðið, sum eigur skipið.
Bæði Amerika og Kina hava
eitt skip við hesum sama arbeiði
fyri eygað, men umborð á franska
skipinum vístu teir á, at hetta var
mest framkomna skipið til enda
málið og tað einasta av sínum slag.
Teir tríggir risa stóru radararnir á
skipinum eru tríggir av bara fýra av
sínum slag í heiminum.
Spældu fótbóltsdyst
Manningin umborð telur 220 og
eftirsum tey á franska verjuskip
inum stundum eru á sjónum tveir
mánaðir í senn, nýta tey eitthvørt
høvi at sleppa í land at røra seg, tá
ið tey sleppa í land í teimum ymisku
londunum. Eitt nú spældu tey ein
rugby-dyst ímóti íslendingum í
farnu viku, og komnir til Føroya
bjóðaðu tey føroyingum av í fót
bólti.
Tað var gaman í. Poul Michelsen
hjálpti franska konsulinum við at
fáa eitt føroyskt lið upp á beinini at
spæla ímóti fransmonnunum, og
við góðari hjálp frá HB-legenduni,
Gunnari Mohr, var tað eingin
trupulleiki.
Klokkan var 18 leygarkvøldið, tá
ið dysturin varð bríkslaður í gongd
inni í Vika á Argjum. Dómari var
eingin
annar
enn
fyrrverandi
altjóða dómari okkara, Nemus
Napoleon Djurhuus, meðan á før
oyska liðnum - vit kunnu kalla tað
HB-liðnum – vóru royndar kreftir
sum Gunnar Mohr, Uni Arge,
Oddbjørn Joensen og sjálvasti løg
maður, Kaj Leo Johannesen. Før
oyska liðið vann dystin 5-2, men
fransmenn vóru glaðir fyri dystin
og ovfarnir av, at teir sluppu at
Franska verjuskipið
Fótbóltur Um vikuskiftið hevur franska verjuskipið, Monge, ligið á redini uttanfyri Havnina. Arbeiði og
vitjan hjá føroyskum myndugleikum hevur sett dagsskránna hjá teimum 220 arbeiðsfólkunum umborð,
men leygarkvøldið var ein fríløta. Tá spældi nøkur av manningini fótbóltsdyst ímóti eitt nú løgmanni
Vitjan
Studentaskúlalærarin í fronskum, Rólant í Skorini, prátar við manningina og handar teimum eitt flagg
Fyrrverandi altjóða fótbóltsdómari føroyinga, Nemus Napoleon Djurhuus,
hevði Poul Michelsen og Tommy Petersen við sær sum hjálpardómarar