Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið bjóðaði av í fótbólti Vitjan spæla ímóti leikarum, sum høvdu spælt ímóti franska A-landsliðnum, og ikki minst at løgmaður eisini var við. Eftir dystin varð løgmaður boðin umborð á skipið, og fór hann á hesa vitjanina sunnudagin. Eftir dystin kom studenta­skúla­ lærarin í fronskum, Rólant í Skorini, framvið, og fekk hann eitt gott prát á fronskum, umframt at hann hevði fløgg við til teirra. Eisini bleiktraði franska flaggið í fullari stong undir dystinum. Vitjaðu myndugleikarnar Yvirmanningin umborð á Monge var á trimum almennum vitjanum hjá avvarandi myndugleikum. Teir vitjaðu Færøernes Kommando, Tórs­havnar Býráð og Tórshavnar Havn. Umboð fyri hesar stovnarnar vórðu boðin til døgurða umborð á verju­skipinum leygardagin. – Teir vóru væl nøgdir við vitjan­ ina. Teir hildu tað vera vakurt og at landið minti um Ísland. Teir vóru hepnir við veðrinum og kendu seg væl móttiknar í Føroyum, sigur franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen. Frá Tórshavnar Býráði fingu teir eina gávu. Nevniliga eina mynd av føroyskum dansi, sum jú stavar úr júst Fraklandi afturi í miðøld. Til arbeiðis Manningin umborð á franska verju­skipinum var ikki bara á vitjan og tók sær av løttum. Teir vóru nevniliga til arbeiðis, og stutt undan komuna til Føroya fingu teir boð um ein satelitt, sum var ávegis jørð­ini og kundi vera til vanda í Ný Sælandi, men tíbetur hendi eingin skaði. Teir sendu somuleiðis fylgis­ veinamyndir út í rúmdina við sínum risa stóru radarum. Hetta skuldu teir fyrst hava loyvi til frá avvarandi føroyska myndugleikunum. Monge legði stutt fyri klokkan 22 sunnukvøldið leiðina úr Føroyum mótvegis Skottlandi. albinus@sosialurin.fo Skiparin á Monge, Jaques Rivière, eygleiddi manning hansara í dysti