mánadagur 4. juni 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
11
9
0
2
35
12
+23
27
2 07 Vestur
11
8
1
2
36
11
+25
25
3 Víkingur II
11
6
1
4
28
20
+8
19
4 Skála
11
4
5
2
1
13
+4
17
5 B71
11
5
2
4
25
26
-1
17
6 HB II
11
4
2
5
16
17
-1
14
7 KÍ II
11
4
1
6
21
27
-6
13
8 B68 II
11
3
2
6
17
27
-10
11
9 EB/Streymur II
11
3
2
6
12
23
-11
11
10 NSÍ II
11
1
0
10
11
42
-31
3
1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
8
8
0
0
53
3
+50
24
2 B36
8
7
0
1
22
6
+16
21
3 AB
8
6
0
2
18
7
+11
18
4 Skála
8
5
1
2
22
12
+10
16
5 EB/Streymur
8
4
0
4
32
19
+13
12
6 HB
8
3
1
4
15
13
+2
10
7 Víkingur
8
1
3
4
9
16
-7
6
8 B68/NSÍ
8
1
1
6
12
18
-6
4
9 ÍF
8
1
0
7
11
35
-24
3
10 FC Suðuroy
8
0
2
6
6
71
-65
2
Pætur Albinus
Meðan mansfótbólturin hevur
verið í steðgi hetta vikuskiftið
vegna uppgávurnar hjá U21-
landsliðnum, so hevur besta
kvinnudeildin verið í dysti.
KÍ hevur verið einaráðandi
higartil og ikki mist nakað stig,
meðan AB og B36 hava runnið
aftaná og leingi bara verið trý
stig aftanfyri. Hetta vikuskiftið
hittust júst KÍ og AB, og her
fekk KÍ ein týdningarmiklan
sigur og fekk lagt sjógv niður
til AB. Tær vunnu nevniliga
dystin heima í Klaksvík 3-0
eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
B36 fylgir væl við KÍ og er
framvegis bara trý stig aftan
fyri, eftir at tær á Skála vunnu
2-0 eftir at hava verið á odda
1-0 í hálvleikinum.
FC Suðuroy fekk sítt næsta
stig í ár eftir at tær heldur
óvæntað spældu javnleik 1-1
ímóti HB heima í Vági. EB/
Streymur vann 2-0 í Streym
nesi ímóti B68/NSÍ, meðan
Víkingur vann 1-0 í tættari
grannauppgerð ímóti ÍF í
Fuglafirði.
AB hevur nú mist eitt týdn
ingarmikið fet í oddastríðnum,
meðan B36 við framvegis trim
um stigum upp til eitt ósigrað
KÍ-lið er einasti nærmasti og
kanska einasti avbjóðari.
KÍ setti AB
upp á pláss
Fótbóltur Kvinnurnar hjá KÍ risti
um vikuskiftið av álvara AB av sær
við 3-0-sigri, meðan B36 heldur fast
og við trimum stigum upp til KÍ nú er
nærmasti og kanska einasti avbjóðari
KÍ - AB 3-0 (2-0)
1-0: Rannvá B. Andreassen, 13.
2-0: Malena Josephsen, 29.
3-0: Sigrid Jacobsen, 91.
Skála - B36 0-2 (0-1)
0-1: Birita Mortansdóttir, 2.
0-2: Margit Magnusdóttir, 86.
FC Suðuroy - HB 1-1
(0-0)
1-0: Barbara K. Hjelm, 48.
1-1: Heidi Sevdal, 60.
EB/S - B68/NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Annika Wardum, 34.
2-0: Rudi Zachariassen, 89.
ÍF - Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Jensa P. Olsen, 10.
Tróndur Arge
Argjamenn
komu
í
eitt
satt
ódnarveður í Leirvík leygardagin.
Longu aftaná fyrsta hálva tíman
vóru vertirnir á odda 3-0. Per
Gregersen, Jan Poulsen og Bárður
J. Hansen skoraðu málini.
Tá so Alex Mellemgaard tíggju
minuttir fyri hálvleik megnaði
at minka um munin, so svaraðu
Víkingarnir aftur alt fyri eitt við
máli, sum Martin Olsen skjeyt.
Støðan í hálvleikinum var sostatt
4-1 til Víking II.
Í seinna hálvleiki trýsti AB og
kom fram til fleiri málmøguleikar,
men bara tí einu ferðina eydnaðist
at fáa mál burturúr, tá Mikkjal T.
Hentze skoraði eitt lítið korter fyri
tíð. Vertirnir vóru meiri trýstir í
seinna hálvleiki, men hóttu allatíð
við skjótálopum.
Á Dungasandi megnaði 07 Vestur
ikki at taka av møguleikanum og
leggja seg á odda í 1.deild. HB II
var á vitjan og fór til havnar við
øllum trimum stigunum. Hendrik
Rubeksen legði HB á miðskeiðis í
seinna hálvleiki og Tróndur Jensen
staðfesti sigurin við máli stutt fyri
tíð.
Á Sandi var B68 II á vitjan og
fór heimaftur við einum 4-0 tapi.
Finn Erik Thomsen og Marcus
Klementsen løgdu heimaliðið á
odda tíðliga í dystinum. Bakari
Bojang økti miðskeiðis í fyrra
hálvleiki og staðfesti sigurin tjúgu
minuttir fyri tíð.
Skála
vann
somuleiðis
ein
tryggan heimasigur. Teir vunnu
3-0 á grannunum úr NSÍ II . Brian
Jacobsen skoraði tvey, meðan
Jógvan Berg skoraði hitt.
Fimti dysturin í 1.deild varð
spældur
fríggjakvøldið,
tá
næstbestu liðini hjá KÍ og EB/
Streymi møttust í Klaksvík. Johan
Jacobsen og Heðin Klakstein skutu
bæði málini hjá klaksvíksingum í
2-0 sigrinum.
Argjamenn
eru
framvegis
fremstir við 27 stigum, meðan
07 Vestur hevur 25 stig á øðrum
plássi.
trondur@sosialurin.fo
Oddaliðini í 1. deild taptu
Fótbóltur Hvørki av oddaliðnum í 1.deild hjá monnum megnaðu
at vinna um vikskiftið. AB tapti í Leirvík fyri Víkingi II, meðan
07 Vestur tapti á heimavølli fyri teimum næstbestu hjá HB. B71
og Skála vunnu sínar dystir, men eru enn nakað frá oddinum.
Pætur Albinus
Fyri viku síðani luttók føroyksa
kvinnulandsliðið
í
EM-undan
kapping fyri smátjóðir í Luksem
burg, og hetta vikuskiftið vóru so
menninir við í hesi somu kapping.
Hóast teir løgdu ógvuliga væl frá
landi við knúsandi 3-0-sigri, so
gjørdust teir ov stuttur við einum
ósigri í síðsta og avgerandi dyst
inum.
Dreymabyrjan
Fríggjakvøldið var fyrsti dysturin á
skránni, og hann var ímóti Írlandi.
Tað sást frá dystarbyrjan, at før
oyska liðið ikki var serliga væl
samanspælt og skuldi finna seg
sjálvt, men tá ið teknisku mistøkini
vórðu sílað burtur, fóru Føroyar frá
at hava verið aftanfyri 10-14 til at
vinna fyrsta settið 25-21.
Í øðrum setti var gongdin nakað
tann sama, tó at Føroyar fóru frá
írum fyrri í settinum og vunnu tað
lutfalsliga trygt 25-20.
Í triðja setti var gongdin jøvn og
tað tók leingi at rista teir berjandu
írarnar av sær, men tíbetur hepn
aðist hetta í evstu løtu og við 25-23
í triðja setti kundu føroyingarnir
fegnast um ein 3-0-sigur og at hava
fingið eina dreymabyrjan uppá EM-
undankappingina.
Í hesum dystinum fingu teir
ungu Trygvi Hansen og Fróði
Bærendsen
debut
á
føroyska
A-landsliðnum.
Upp og niður
Leygarmorgunin
hitti
Føroyar
sterka vertslandið, Luksemburg.
Hóast Føroyar vóru væl við í fyrsta
setti og taptu 20-25, so gjørdist
dysturin í grundini talan um ein
avsmurning, sum tók Luksemburg
stutt meiri enn ein tíma at avgreiða.
Teir vunnu tey bæði næstu settini
25-9 og 25-14 og harvið dystin 3-0.
Seinnapartin leygardagin bíðaði
Norðurírland føroyingunum, og
hesin dysturin minti nakað um
dystin ímóti Írlandi, men vunnu
Føroyar heldur meiri sannførandi
tey bæði fyrstu settini, nevniliga
25-18 og 25-13. Norðurírar vóru um
at lima seg inn aftur í dystin við at
taka triðja sett, men Føroyar vardu
fyri og vunnu ta tepurt 26-24 og
harvið dystin 3-0.
Bjarni Larsen varð kosin besti
leikari í hesum dystinum.
Útslignir
Sunnudagin var so hesin seinasti
dysturin hjá føroysku monnunum
á skránni ímóti Skottlandi, og hevði
hann alstóran týdning fyri Føroyar
í mun til at gerast nummar tvey
í bólkinum og harvið spæla seg
víðari. Hetta eydnaðist ikki. Hóast
Føroyar høvdu gott tak á hinum
báðum bretsku londunum, so var
Skottland ein ov stórur biti at
gloypa, og vunnu teir dystin greitt
3-0 eftir settúrslitini 25-20, 25-17, 25-
20.
Úrslitini merktu, at tað vóru
Luksemburg og Skottland, sum
spældu seg víðari. Luksemburg
spældi seg lætt víðari við fullum
stigatali, nevniliga 12 stig fyri fýra
dystir. Skottland fekk níggju stig,
meðan Føroyar fekk snópisliga
triðja plássið við seks stigum.
Harvið gjørdust føroysku menn
inir bara ein dyst ov stuttir til at
spæla víðari, og er hetta júst sama
støða, sum kvinnulandsliðið var í í
somu kapping fyri viku síðani.
Jón Joensen og Bjarni Larsen
gjørdust toppskjúttar føroyinga tá
ið ráddi um at avgera bóltar. Teir
báðir avgjørdu 41 bóltar í kappingini
hvør, sum gav eitt miðal áljóðandi
3,42 fyri hvørt sett.
Jóhan Petur á Stongum gjørdist
besti móttøkuleikar í kappingini tá
ið hugt verður at prosentum í mun
til móttøkur.
albinus@sosialurin.fo
Menninir gjørdust
eisini ov stuttir
Flogbóltur Eiheldur manslandsliðið megnaði at spæla seg
víðari, tá ið teir luttóku í EM-undankapping fyri smátjóðir hetta
vikuskiftið. Teir gjørdust eins og kvinnurnar júst ov stuttir