mánadagur 4. juni 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Generation X: Svikin av
politiska systeminum
Jens Hákun Leo
31 mai 2012 játtaði Gransk
ingarráðið stuðul til tólv
nýggjar granskingarverkætl
anir. 6.737.449 kr vórðu latnar
til granskingarverkætlanir
innan økini mentan, náttúra,
náttúrutilfeingi og heilsu.
Umsøkjararnir vóru 44 í
tali. 12 vórðu útvaldir, meðan
36 vórðu vrakaðir. Gransk
ingarráðið hevði ikki fíggjar
ligu orkuna at stuðla meira
enn einum ávísum tali av
granskingarverkætlanum
og varð tískil noytt at velja
og vraka ímillum innkomnu
uppskotini.
Hetta er ár 2012, og hetta
er samfelagið, sum skuldi
leggja størri dent á gransk
ing. Gransking er alneyðug
fyri eitthvørt framkomið
samfelag. Hetta vóru flest
allir
politikkarir
samdir
um.Teir lovaðu at raðfesta
og gera íløgur í gransking,
so hetta kundi skapa vitan,
arbeiðspláss og burðardygga
menning fyri føroyska sam
felagið. Men teir hava ikki
hildið síni lyfti. Hví skuldu
Granskingrráðið bara fáa
góðar sjey milliónir at spæla
við? Hví ikki 70 milliónir?
32 umsøkjarir vórðu vrak
aðir. Var peningurin tøkur,
kundu nógvir teirra sloppið
til verka við sínum gransk
ingarverkætlanum.
Men so skuldi ikki vera.
Landið hevur ikki gjørt ikki
tær neyðugu íløgurnar í
gransking, og hetta kemur at
fáa vanlukkuligar avleiðingar
fyri føroyska samfelagið.
Nýggj vitan verður ikki
skapt, arbeiðspláss verða
ikki skapt, og nógvir akadem
ikarar sleppa harvið at ganga
arbeiðstøkir. Hetta er ikki
nøkur vanlukka fyri teir fáu,
sum megna at seta egið virk
semi í gongd, men veruleikin
er tann, at meirilutin av
teimum ikki megnar at seta
egið virksemi í gongd, tí teir
antin ikki hava førleikarnar
ella eydnuna við sær. Nógvir
av teimum verða harvið
noyddir at seta sína lít til, at
tann almenni gerin fær tørv
á teirra arbeiðsmegi.
Men tann almenni geirin
í Føroyum vil ikki vita av
teimum. Nýggjasta dømið
uppá hetta eru teir 32, sum
ikki sluppu til verka, tí pen
ingur ikki var til taks, og tí
peningurin
skuldi
nýtast
aðrastaðni.
Tann almenni geirin eig
ur at skapa arbeiðspláss í
ringum tíðum ; ikki fækka
um
arbeiðsplássini.
Men
síðan nær hava føroyskir
politikkarar gjørt skynsamar
raðfestingar?
Teir
søpla
pengar vekk, og tað kann
gera teimum tað sama, tí teir
eru tryggjaðir, meðan hini,
millum annað teir 32 gransk
ingarhugaðu, kunnu skíta
ella hvørva.
Eg fór ikki á val í fjør,
tí eg metti ikki, at nakar
av
politisku
flokkunum
var verdur at atkvøða fyri.
ABCDH flokkarnir hava giv
ið vanlukkuligar skattalætt
ar, sum hava kostað sam
felagnum milliónir omaná
milliónir. Allar hesar milli
ónirnar kundu verið nýttar
til burðardygga menning og
til at stuðla teimum, sum
veruliga høvdu tørv á teimum,
millum annað teimum 32
granskingarhugaðu.
Men
hvør fekk hesar milliónirnar?
Jú, nøkur fá, ið nnast inni væl
vistu, at tey kundu verið tær
fyriuttan.
Síðstu 8 árini er fólkatalið
í Føroyum minkað, almenni
geirin
hevur
ikki
skapt
nýggj arbeiðspláss, tað er
ikki vorðið meira attraktivt
at búgva í Føroyum, og hvat
hendir? Ørvitis skattalættar
verða latnir, og fiskiloyvi
verða lutað burtur í eyst og
vest til vinir og kenningar
(ókeypis
sjálvandi).
Allar
hesar milliónirnar kundu
gjørt mun, skapt menning
og økt granskingarvirksemi
í samfelagnum, men ístaðin
skapa tær frustratiónir hjá
øllum teimum, sum ikki fáa
lut í vælferðini, størri gjáir
millum priviligerað og minni
priviligerað og afturgongd í
samfelagnum.
Eg
havi
ikki
gloymt
Tjóðveldi. Teir hava eisini
søplað pening burtur. Hvør
minnist ikki tær 300 milli
ónirnar, teir søgdu frá sær í
2003, tí vit nú skuldu royna
at klára okkum sjálvi? Hví
skuldu tit skera blokkin
niður?! Tað kundi Danmark
funnið út av fyri okkum, tá
vit vóru búskaparliga búgvin
til tess.
Vit vóru ikki búskapar
liga búgvin til ein blokk
niðurskurð í 2003. Vit skuldu
tikið ímóti blokkinum við
gleði, takkað Danmark fyri
hann og brúkt hann til at
ment føroyska samfelagið
á burðardyggan hátt – við
millum annað at stuðla
granskingarverkætlanum.
Tað er ikki at bidda. Faktum
er, at Føroyar eru lítlar. Vit
hava okkara avmarkingar, og
vit eiga at taka útgangsstøði
í hesum og ikki í tí, at vit eru
nakrir
ússaligir
biddarar,
um vit ásanna, at vit ikki
klára okkum sjálvi. Tann
persónliga vælferðin hjá ein
staklinginum eigur at koma
fram um stoltleikan hjá
nøkrum fáum sokallaðum
“idealistiskum” ríkum loys
ingarmonnum.
Vit eiga at stremba ímóti
sjálvstýri, men tað gera vit
ikki, sum nú er. Sum nú er,
oyðsla vit peningin burtur. Tá
vit eru búskaparliga búgvin,
eigur Danmark at steðga
veitingini til okkara alt fyri
eitt. Men so leingi vit ikki
eru búskaparlig búgvin (geva
ørar skattalættar, lata vera
við at stuðla gransking og
skapa nýggj arbeiðspláss) er
blokkstuðulin ein alneyðug
inntøka fyri samfelagið.Tað
er ikki eyðmýkjandi at fáa
blokkstuðul.Tann ríki eigur
at geva tí minni ríka, inntil
tann minni ríki klárar seg
sjálvan. Hetta er ikki annað
enn góður moralur.
Enn eru vit tey, sum eru
“minni rík”. Orsøkin til hetta
er, at okkara politikkarir
hava søplað og oyðslað ein
alt ov stóran part av landsins
peningi burtur. Hetta er
galdandi fyri politikkarir
frá øllum flokkum. Sum
nú er, eru alt ov mong, sum
kunnu gera mun, men sum
verða hildin uttanfyri, tí
15-20 ríkmenn skulu fáa
milliónir í skattalætta, og tí
formaðurin í Tjóðveldi ger
av, at hann ikki hevur brúk
fyri 300 milliónum krónum,
tí hansara umsiting hevur
tað ivaleysa gott. Hetta er
álvarssamt, og hesin ør
skapurin verður fíggjaður av
okkara foreldrum, sum hava
uppiborið betur !
Vit eiga at brúka peningin
á øðrvísi hátt. Stuðul eigur
millum annað at verða játt
aður
til
gransking,
sum
heilt ítøkiliga økir um kapp
ingarførið hjá ymsum vinnu
greinum, harímillum ferða
vinnuni, og sum ger tær
meira burðardyggar. Har
umframt eiga landsins fólka
valdu eisini at seta á stovn
ein altjóða lærdan háskúla,
sum fæst við slóðbrótandi
gransking. Lærdi háskúlin
skal lokka útlendsk lesandi
til Føroya, fáa fleiri av teim
um lesandi í Føroyum at
verða verðandi í landinum
og harvið vera við til at skapa
virksemi og størri fíggjarligt
avkast fyri landið.
Hetta er vegurin fram og
ikki núverðandi syrgiliga
gongd, sum er niðurbrótandi,
hugtyngjandi, og sum skapar
eina Generation X, ið verður
svikin og fremmandagjørd
av politiska systeminum.
Milliónir verða oyðslaðar
burtur, men hóast hetta
finst enn ein vón fyri mín
heimstað.
Latið
okkum
leggja tað, sum er farið,
aftur um okkum og stevna
ímóti eini bjartari framtíð,
har pláss er fyri øllum í før
oyska samfelagnum, eisini
Generation X, og har bú
skaparlig ábyrgd verður sett
í hásæti.
Danska stjórnin hev
ur almanna kunngjørt
uppskot
til
eina
skattanýskipan,
sum
í nógvar mátar líkist
uppskriftini hjá lands
stýrissamgonguni at fáa
gongd aftur á føroyska
búskapin. Skattalættar
skulu
seta
gongd
í
danska búskapin.
Skal loysa seg
at arbeiða
Danska Javnaðarstjórn
in sigur um sína ætlan at:
“Skattanýskipanin fer at
skapa búskaparvøkstu
r og fleiri arbeiðspláss,
og samstundis tryggja,
at tað altíð skal loysa seg
at arbeiða hjá vanligum
lønmóttakarum”
Fyri
vanliga
inn
tøkuskattin
merkir
skattanýskipanin,
at
m a r g i n a l s k a ttu r i n
verður lækkaður, so
leiðis at ein vanligur
lønmóttakari skal for
vinna uml. ein hálva
millión um árið, áðrenn
hann kemur at rinda
toppskatt. Eisini verður
skattafrádrátturin í inn
tøkuni hjá vanligum løn
móttakarum hækkaður,
har stakir uppihaldarar
fáa ein serliga høgan
frádrátt.
S k a tt a l æ tt a r n i r
fara, í sjálvum sær, at
økja um undirskotið á
donsku
fíggjarlógini
tey fyrstu árini. Fyri at
byrgja upp fyri hesum,
verður
skattingin
av
kapitalpensjónum flutt
frá útgjaldi til inngjald.
Hóast
landsstýrið
er
harta, eisini av dønum,
fyri
okkara
broyting
at skatta pensjónir við
inngjald, so vil danska
stjórnin nú fylgja okk
um við at skatta kapital
pensjónir við inngjald.
Av øðrum tiltøkum,
sum skulu venda und
irskotið á donsku fíggj
arlógini
til
yvirskot
komandi árini, kunnu
nevnast, lægri árligar
reguleringar
av
al
mannaveitingum, rentu
frádráttir lækkast 1% um
árið, lægri barnakekk til
tey háløntu, umframt
aðrar broytingar í frá
dráttum,
veitingum,
avgjøldum og herdum
eftirliti.
Líkist okkara
Skattanýskiapnin
hjá
donsku Javnaðarstjórn
ini líkist tí í nógvar mátar
skattanýskipanini
og
uppskotinum til karmar
hjá føroya landsstýri
fyri at fáa gongd í aftur
føroyska búskapin, sam
stundis sum undirskot
landskassans, sum frá
líður, verður vent til
yvirskot.
Danir nú
skatta
pensjónir
við inngjald
Jørgen Niclasen
Fíggjarmálaráðharri
Danska Javnaðarstjórnin
hevur skotið upp sama leyst
sum landdstýrið hevur gjørt,
nevniliga skattalætta við
fokus á toppskatt og at skatta
pensjónir við inngjald. Tað skal
loysa seg at arbeiða, siga tey.
Kjak