Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Onkur hugsar kanska, at vit kunnu bara njóta av tí, sum vit síggja! Ella er ein onnur dimensión til? Man tað verða nakað um tað, at okkurt stýrir okkara tonkum? Summi menniskju fáa mestsum trupulleikar av pástandinum sum sigur, at tað yvirnatúrliga er veruligt, tí at tað er ikki prógvað, og at tað brýtur við náttúrulógirnar! Og hvat so, um tað brýtur við náttúrulógirnar? Er tað nakað logiskt við at siga, at tað yvir­natúr­liga kann ikki vera, tí at tað brýtur við náttúru­lóg­ir­ nar? Tað er ólog­iskt! Hesar heimsmynd­ir­ nar eru sjónligar í dag, har summi siga, at tað yvirnatúrliga er ikki og summi (eg inkluderaður) siga, at tað yvirnatúrliga er veruligt. Hvør hevur rætt? Er bara tað natúrliga veru­ ligt? Lat meg til seinast sáa iva við hesum svarinum: Fólk hava also upplivað tað yvirnatúrliga. Er bara tað natúrliga veruligt? Bergur Nónklett Sæstreingir Zakarias Wang Nú fara Ísland og Stóra­bret­ land at leggja ein sæ­strong landanna millum, so tað ber til at flyta el-streym um alt kervið í báðum lond­unum. Tað var upp á tal, at stjórn­irnar skuldu fíggja verk­ætlanina, men bretski orku­málaráðharrin segði, at tað hevði Bretland ikki ráð til. Fíggingin má tí útvegast á altjóða kapitalmarknaðinum. Frymilin verður helst, at eitt partafelag verður gjørt, sum so skal taka gjald fyri at nýta strongin. Hetta hev­ ur verið mannagongdin á tí longsta sæstronginum, sum higartil hevur verið, og sum liggur millum Noreg og Nið­ ur­lond. Teir íleggjarar, sum hava keypt partabrøv í hesi fyri­tøku, hava fingið væl burtur­úr. Í fyrstu syftu er ætlanin at leggja sæstrongin úr Íslandi til Hetlands. Skal hann upp á land í Føroyum verður hann dýrari, eins og tað fer at kosta at knýta okk­ um í hann við einum ella fleiri streingjum. Hetta er so ein samráðingarspurningur millum leiðsluna í sæ­ streingja­fyritøkuni og okk­ ara orkufelag, har tað fer at koma fyri dagin, hvørt tað loysir seg fyri brúkararnar í Føroyum at vera við í hesum tiltaki ella ikki. Tað eru sanniliga spenn­ andi tíðir vit liva í! www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum