mánadagur 4. juni 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Meirilutin ræður!
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Komandi ár hevði danski
heimspekingurin
Søren
Kierkegaard fylt 200 ár.
Hann livdi í eini tíð, tá ið fólk
byrjaðu at venda einaræð
inum bakið, og fóru at krevja
fólkaræði. Kierkegaard bard
ist ímóti fólksins krøvum
um fólkaræðislig rættindi
og ávaraði ímóti hesum, tí
sum hann segði ”býttleikin
hjá meirliutanum fór at taka
ræði av upplýsta minni
lutanum ” Soleiðis standur
at lesa í bókini um Søren
Kierkegaard ”Antin Ella” hjá
Ólavi Rasmussen.
Hóast orðini eru søgd fyri
so langari tíð síðan, so eru tey
runnin mær til hugs mangar
ferðir seinasta hálva árið. Og
hóast eg av innasta hjarta
trúgvi uppá, og vil arbeiða
fyri fólkaræðinum, so kann
eg ikki lata vera við at hugsa,
at Kierkegaard hevði rætt
í sínum hugsanum um av
markingarnar í fólkaræðin
um- tíverri.
Úti í stóru verð síggja vit
fólk, sum berjast fyri at fáa
fólkaræði- og lata lív fyri at
vinna sær hesi rættindi. Sjálvi
eru vit heldur ikki komin til
fólkaræði av ongum, men
gjøgnum teir kampar okkara
forfedrar hava vunnið okk
um. Kampar sum hava kostað
nógvum dyrt.
Okkara
samfelag
er
grundað á fólkaræði. Vit
hava øll rætt til at velja teir
politikarar at umboða okkum,
sum vit meta best kunnu
umboða okkara sjónarmið.
Hesum politikarum lata vit
upp í hendur at umsita okk
ara atkvøðu, og at taka av
gerðir, sum skulu vera fólk
inum og samfelagnum at
gagni. Tilgongdin til at taka
avgerðirnar eru grundaðar
á eitt sakligt orðaskifti har
allar hugsanir hava fullan
rætt at koma fram, og vera
viðgjørdar, soleiðis at av
gerðin kann takast á fullgóð
um grundarlagi.
Men hvussu er tað vit um
sita fólkaræði ?
Í viðgerðini av øllum
teimum stóru málunum, t.d
flatskattamálinum, skatting
ini av pensjónum og makrel
málinum, hevur andstøðan
so at siga viðgjørt málini við
seg sjálva. Samgongan hev
ur nærum kollektivt havt
munnkurv ! Nógvir spurn
ingar eru settir uttan, at vit
so mikið sum hava fingið
svar. Spurningar sum Føroya
fólk hevur rætt til at fáa
svaraðar. Hvussu kann ein
samgonga nokta at luttaka
í
einum
demokratiskum
orðaskifti ? Er tað ikki tað
hon er vald til, so hon kann
taka skilagóðar avgerðir? Er
hetta fólkaræði ?
Somuleiðis hevur sam
gongan
tilvitað
valt
at
leggja stórar samfelagsligar
avgerðir upp í hendurnar á
einstøkum persónum. Uttan
skrivaðar sakligar reglur og
mannagongdir kann t.d fiski
málaráðharrin lata makrelin
út til tey sum hann vil.
Sokallaða
makrelsam
gongan fekk skotið í skógv
arnar, at hon ikki megnaði
at skapa vinnuni stabilitet
og tryggar karmar. So má
niðurstøðan vera at stabili
tetur og tryggir karmar fyri
vinnuna er at vera væl við
landsstyrismannin,
og
at
vóna at hann verður sitandi
í allar ævir. Tí hugsa tær
hvat hendir um onkur annar
kemur í sessin, sum hevur
aðrar hugsanir ?
Tja.... fólkaræði ella eina
ræði, tað er so spurningurin
? Ja, eg fari at ivast, tá ið
tinglimir alment siga hvat teir
meta vera rætt, og allíkavæl
atkvøða ímóti hesum, tí
onkur gevur teimum ordrar
til hvat teir skulu gera.
Tá veruleikin lýgur
viðmerkingar til Hanus Samró, løgtingsfólk
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi
Nú er Hanus Samró farin
í kórið, sum ákærir miðlar
fyri at vera ov einstáttaðar.
Serliga hugsar hann um flat
skattin.
Hansara uppáhald er, at
ein einlig mamma kann for
vinna 120 túsund uttan at
gjalda skatt.
Landsskattur og
kommunskattur
Heilt greitt kunnu vit beinan
vegin staðfesta, at fólkavaldi
løgtingsmaðurin
tilvitað
fremur misvísandi orðaspæl.
Hetta við bert einum enda
máli. At bera sokallaðu betr
ingar hjá samgongum fram,
sum nakað gott.
Hyggja vit eftir skatta
talvunum hjá Taks fyri 2011
og 2012, síggja vit, at við
komandi, sum forvinnur 120
túsund um mánaðin, hevur
fingið ein skattalætta á heili
800 kr. Ja heili 800 kr ella
heili 67 kr meira um mánaðin.
Sanniliga hevur samgongan
broytt liviumstøðurnar hjá
einligum
mammum,
má
staðfestast. Her mugu vit jú
sjálvandi IKKI hugsa um, at
Heilsutrygd, ALS inngjald,
matur o.m.a. er hækkað.
Og Hanus Samró mann
allarhelst hava gloymt (við
vilja?) at samlaði skatturin
(kommunurskattur er eisini
til) er 30.000 kr. Sum gevur
altso 90.000 til egið brúk.
Sannleikin
Er tann, at fráflyting er
gerandiskostur í Føroyum.
Javnan hava miðlar lýsingar
av fólki, harímillum einligar
mammur, sum flyta av land
inum. Prísstøðið, sum er 14%
hægri, er ein orsøk, men
metti samgongan at tað var
ikki neyðugt at kanna.
Tað ringasta er tó tað, ið
fór at koma óansæð, roynir
BADH-samgongan at taka
heiðurin av. Hækking av
barnafrádráttinum
varð
stungin út í kortið áðrenn
valið. Allir flokkar eiga heið
urin fyri tað.
Men at Hanus Samró
heldur, at lívið verður lættari
hjá einligum mammum við
einum skattalætta á lúsa
800 kr + 1000 kr pr barn vísir
tíanverri, hvussu veruleika
fjar núverandi samgonga
er. Sjálvandi skal tað loysa
seg at arbeiða. Men hvussu
skal tað loysa seg at liva, tá
prísstøðið er ov høgt, bú
staðarmøguleikar ov eins
táttaðir og dýrir?
Vil samgongan nakað, so
kannar hon, ikki gitir.
Ella er alt farið í fisk?
At ein statsministari (okk
ara løgmaður) í nøkrum
øðrum
framkomnum
landi hevði sitið sum for
maður í einum makrel
bólki, og saman við sínum
fiskimálaráðharra
luta
fiskiríkidømi út eftir ein
um leísti sum teir sjálvir
funnu fyri gott, tað hevði
verið óhugsandi, eins og
tað hevði fingið avleiðing
ar fyri tí teirra stjórn.
At hugsa sær, at hesir
báðir garparnir hava sitið
í 4 mánaðar fyri at finna
út av um tað skuldi verða
eitt 25 oyra, eitt 50 oyra
ella 75 oyru uppá hvørt
kilo, so hvørt sum nøgdin
av makreli vaks í tonsun.
Maka
til
molboara
makverk skal ein leita
leingi eftir, trúgvi neyvan
tað finnist nakað líknandi,
uttan kanska í Belarus ella
Ukraine.
Gølan við fiskiloyvum
og manupulatiónin hes
um viðvíkjandi, tað er so
langt úti, at eg má siga
sum onkur 1.Mai dags
røðari, at mafian hevði
rodna. Meðan løgmaður
varð degraderaður til eina
politiska finnu í skatta og
pensiónspolitikkinum av
fíggjarmálaráðharranum,
so er støðan júst tann
sama í makrelmálinum.
Sjálvt um Løgmaður sein
astu 4 mánaðarnar fullvæl
hevur verið greiður yvur,
at stórur meiriluti er á
løgtingi fyri eini uppboðs
sølu, bæði í hansara egna
flokki, allari andstøðuni og
har afturat miðflokkinum,
so hevur undirbrótligheit
løgmans mótvegis Fólka
flokkinum
gjørt
hann
blindan, soleiðis at hann
heilt einfalt ikki vil síggja
veruleikan í eyguni. At
Eivin Jacobsennú sigur
nokk er nokk, aftaná hann
hevur verið við til at ført
reinan fólkaflokkspolitik í
eitt hálvt ár, tað skilji eg og
onnur við mær sera væl.
Men
tað
má
vera
okkurt heilt spinnandi
galið, tá ein borgarlig
samgonga nærum er við
at fara í upploysn í teirri
stremban, at mótarbeiða
at ein uppboðsøla verður
sett á stovn. Tað vil siga
tað sama sum, at teir sum
skulu veiða eins og avreiða
makrelin, sum vónandi
kemur aftur í ár, teir hava
ikki ánilsi av hvat prísurin
á
makrelinum
verður,
heilt einfalt tí politiski
mynduleikin forðar fyri
at ein marknaðarlykil er
sum kann vísa veruliga
marknaðarprísin.
Tí
er vandi fyri, at lítil og
eingin kapping verður um
makrelin, nú Fólkaflokk
urin helst áðrenn morgin
dagurin kemur, sum ikki
einaferð setur Løgmann
uppá pláss, soleiðis at
uppboðssølan verður av
ongum, ella kanska eitt
neyðaregg. Vit hava í
dag tvær oljusølur, har
kappingin er als eingin.
Kostar ein litur diesel kr.
10 krónur hjá Magn, so
kann tú vera ivaleysur um,
at liturin hjá kappingar
neytanum eisini kostar 10
krónur.
Nú er tað so komið
hartil, at vit hava ein fiski
málaráðharra sum letur
hánt um tær fríu markn
aðartreytirnar. Í almennu
fjølmiðlunum hevur hann
púra ósmæðið sagt, at
hann arbeiður fyri " ein
um bólki " í samfelagnum.
Fyritreytirnar hjá "hesum
bólki" er fyrst og fremst at
kenna telefonummari hjá
sama fiskimálaráðharra.
Tað vil siga tað sama sum,
at fiskimálaráðharrin í
staðin fyri at arbeiða fyri
alt samfelagið, so velur
hann sær ein " serligan
bólk " burtur úr fjøldini.
Er fiskimálaráðið við at
skifta ham, soleiðis at
tað framyvur skal eíta
Ráfiskagrunnur
fiski
málaráðharrans, tað sær
ikki mætari út.
Ruðulleikin
fullkomin
Frank Davidsen