mánadagur 4. juni 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bottom of Form 1
Fyri 22 árum síðani fóru
granskarar á lærda háskúl
anum
Wisconsin-Madison
í USA at kanna svøvnin
hjá fólki. Endamálið var at
kanna, um nakað samband
var millum svøvnin og til-
burðirnar av krabbameini.
Nú er úrslitið komið, og frá-
greiðingin er ikki serliga
hugaligur lesnaður.
Amerikonsku granskar
arnir siga, at fólk, sum hava
stórar
andatrupulleikar,
tá tey sova, eru í 4,8 ferðir
størri vanda fyri at fáa
krabbamein enn tey, sum
ikki hava slíkar trupulleikar.
Tey, sum hava heldur minni
andatrupulleikar í svøvni,
eru í tvær ferðir størri vanda
fyri at fáa krabbamein, og
hjá teimum, sum bara hava
smávegis trupulleikar við
andadráttinum, tá tey sova,
veksur vandin fyri krabba
meini 10 prosent.
Tekur súrevnið
Teir amerikonsku gransk
ararnir siga, at snorking og
størri trupulleikar við anda
dráttinum taka súrevni úr
kroppinum, so blóðæðrarnar
gerast størri, og at hetta kann
elva til krabbasvullir.
Hetta er fyrstu ferð, at
gransking hevur staðfest, at
andatrupulleikar um náttina
økja vandan fyri, at fólk fáa
krabbamein.
Norski granskarin Ståle
Pallesen sigur tað vera sann
líkt, at súrevnistrot og størri
blóðæðrar økja vandan fyri
krabbameini. Spurdur, hvat
fólk skulu gera fyri at sleppa
undan snorking, svarar pro
fessarin, at fólk eiga at leggja
seg á liðina at sova. Ikki á
ryggin.
– Hendan reglan er sjálv
andi ikki løtt at halda, men
eitt gamalt hugskot er at
seyma ein tennisbólt aftan
fyri á nátttroyggjuni, sigur
Ståle Pallesen við norska
kringvarpið.
Vektin stórur
trupulleiki
Fólk, sum viga ov nógv,
snorka verri enn onnur.
Í veruleikanum er vektin
tann mest vanliga orsøkin
til snorking, og tí mælir
Ståle Pallesen snorkarum
til at gera okkurt fyri at fáa
vísaran á vektini longri nið
ur.
Tey, sum líða av svøvn
apnø, eiga at venda sær til
lækna fyri at fáa hjálp. Júst
svøvnapnø er ein tann mest
vanligi
svøvntrupulleikin
hjá fólki og ber í sær, at
andadrátturin steðgar í 10
sekund minst fimm ferðir
hvønn tíma. Av tí at hetta
kann henda fleiri ferðir um
náttina, kunnu fólk við hes
um
trupulleikanum
ofta
kenna seg móð heldur enn
hvíld, tá tey vakna um morg
unin.
Ståle Pallesen sigur, at
nógv fólk vita ikki, at tey
líða av svøvnapné. Men tey,
sum halda seg hava illgruna
um tað, eiga at venda sær til
læknan, so læknin kann taka
støðu til, um tað er neyðugt
við viðgerð.
Snorking
kann
fleirfalda
vandan fyri
krabbameini
Snorking kann forða fyri, at kroppurin fær
tað súrevnið, sum hann skal hava um náttina,
og tað kann fáa álvarssamar avleiðingar
Tað er betur at liggja á liðini
enn á rygginum og sova
Mynd: Polfoto
Fólk, sum líða av svøvnapné, kunnu
fáa hjálp frá einum andingartóli
mynd: Polfoto