Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Føroyingar vita ikki, hvørj­ um beini teir skulu standa á. Amerikanarin, Chris Duff, er óvfarin av føroyska blíð­skapi­num síðani hann, móð­ur og troyttur, setti upp í Vági seinasta sunnudag, eftir at hava róð higar heilt úr Skotlandi. Men Føroyar eru bara ein millum­lending, tí hann ætlar sær at halda leiðina fram til Ísland í lítla, serbygda ára­ báti­num, sum er 19 føtur lang­ur. Síðani hann kom higar, hev­ur hann ferðast eitt sind­ u­r runt í landinum. - Hann dylir ikki fyri, at hann er ómetaliga takk­sam­ u­r fyri blíðskapin og hjálp­ semi í Føroyum og allastaðni stan­da dyrnar opnar. Hann steðgaði í Vági í tveir dagar og síðani róði hann til Sandvíkar. - Sandvíkingar løgdu mær lag á og greiddi mær frá streymi og sjóvarfalli og søgdu mær, nær lagaliga løtan var at leggja á Suður­ oy­ar­fjørð. - Tað rekur ómetaliga hart og streymurim kann vera rætti­liga vandamikil hjá tí, sum ikki veit, hvat hann ger. Tí er tað er alneyðugt at vita eitt sindur um streym og eg læri hvønn dag, sigur hann. Úr Sandvík róði hann til Skúv­oyar, har hann gisti eina nátt. - Eg ætlaði mær síðani til Havn­ar, men mátti seta upp í Skálavík, tí veðrið var ikki til vildar. Í Skálavík endaði hann mitt í mentanarstevnuni, so har varð hann verandi í nakr­ ar dagar. - Hesar dagarnar lærdi eg ein hóp um føroyskar siðir og før­oyska mentan. Eg dansaði før­oyskan dans, hoyrdi góð­ an tónleik og fekk grind og grind og turt kjøt at eta. - Alt samalt heilt fant­ast­ iskt, sigur Chris Duff. Mánamorgunin kom hann so til Havnar og her hev­ur hann so verið í nakrar dagar. Nú ætlar hann sær inn á Toftir, har hann skal hava fyri­lestur fyri skúlabørnum um, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey trúgva upp á egna mátt og megi. Enn er óvist, nær hann fer úr Føroyum aftur, tí tað veldst alt um veður og vind. Royndur rógvari Men hvussu ber tað til, at hann hevur funnið upp á at gera hesar ferðirnar? - Tað er ein góður spurn­ ing­ur og tað er ein longri søga, sigur Chris Duff. Hann sigur, at hann hevur altíð havt áhuga fyri sjógvi. Hann er úr lítla havn­ar­ býn­um Port Angeles, beint við Seattle í Washington á vesturstrond USA. Har búg­ va útvið 20.000 fólk. - Í 1986 róði eg runt um alt stóra Bretland, Ongland, Skot­land og Wales, í kajak. Í 1996 róði eg runt um alt Ír­land, í 2000 róði eg runt um Nýsæland og í 2003, róði eg runt um Ísland, saman við tveim­um øðrum. - Síðani hevur tað spøkt í høvdinum á mær, hvussu eg kundi samanbinda Stóra Bret­land og Ísland. - Tá ið vit vóru í Íslandi, ferð­að­ust vit umvegis Før­oy­ ar við Norrønu, so eg kendi til Føroyar. - Men tað ber ikki til at rógva hesa ferðina í Kajak og tískil gjørdi eg hendan ára­ bátin. Chris Duff er timb­ur­mað­ u­r og hevur gjørt tað mesta av bátinum sjálvur, sum eisi­ ni hevur eina lítla kahytt, har tað ber til at sova. 23 tímar út í eitt Hetta er aðru ferð, Chris Duff roynir hendan teinin. Fyrru ferðina var í fjør, men tá mátti hann gevast rætti­ liga tíðliga, tí veðrið var ikki til vildar. Tað hevur verið væl frægari hesuferð. Men teir síðstu 23 tímarnar róði hann út í eitt, tí veðurtíðindini vóru ivingarsom. - Tað var akkurát so at tað gekk, men í Sumba mátti eg beint ígjøgnum tiltiknu Røst­ina, tí eg hevði ikki stund­ir at fara uttan um. - Eg visti um Røstina, men veðurtíðindini vóru so keðilig, at eg kundi ikki steðga á og laga meg eftir ráki­num og tí men eg mátti bara herja á, - Tað er ringasta farvatn, eg havi verið í og besta roynd­in, hesin báturin kundi fáa. Men hvaðani stavar so hes­in áhugi fyri havinum? - Eg veit ikki rættiliga. Eg var í amerikanska her­ flota­num í sjey ár, har eg var kavari. Kanska er tað eisini haða­ ni áhugin stavar. - Men eg eri ómetaliga for­vitin maður og eg føli meg hava nógv til felags við fólk, sum liva við havið og av havinum. Eg verði altíð drig­ in at sjónum og tað gevur mær ein ómetaligan sálarfrið at liggja einsamallur á havi­ num. Á súkklu Tann 54 ára gamli Chris Duff hevur verið giftur í fimm ár og hann sigur, at hetta verð­ ur helst hansara sein­asta ferð við. - Eg vil eisini fáa stundir til at ferðast við konu míni. Chris Duff sigur, at hann vil ómetaliga fegin, at kona hans­ara, Lisa, eisini fær høvi til at koma til Føroyar og at hitta føroyingar. - Tí ætli eg mær aftur til Før­oya næsta ár við konu míni. - Men tað verður á súkklu, legg­ur hann afturat. Føroyingar bera BLÍÐSKAPUR Eg eri ófarin av føroyska blíðskapinum og hjálpseminum, sigur Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar. Næsta ár kemur hann aftur til Føroya og tá hevur hann konuna við. Men tað verður á súkklu Eg dansaði før­oysk­an dans, hoyr­ di góð­an tón­leik og fekk grind og turt kjøt at eta Síðani hevur tað spøkt í høvdinum á mær, hvussu eg kundi samanbinda Stóra Bretland og Ísland Eg eri ómetaliga forvitin maður