mikudagur 6. juni 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Men fyrst skal hann til
Ísland og tað er lættari sagt
enn gjørt.
- Tann, sum ger eina slíka
ferð, skal vera ómetaliga var
in og veðrið skal vera til vild
ar.
Umframt at rógva, hevur
Chris Duff eitt lítið segl og
ein lítlan dreka, sum eisini
dregur bátin fram, tá ið
undanvindur er.
Men er tað ongantíð, at
tú hevur hugsað, at nú er
deyðin í durinum?
- Ájú. Tá ið eg róði runt
Nýsæland, vóru aldurnar so
stórar, at kajakkin brotnaði
av um tvøran og tá stóð nógv
á. Men eg vil kortini siga, at
Røstin, suður úr Akrabergi,
er ringasti sjógvur, eg havi
róð í, sigur Chris Duff.
Skiparin lítli
- Hetta verður mín seinasta ferð við ár í hond. Men eg komi aftur til Føroya, tí eg
vil so ómetaliga fegin, at kona mín eisini skal sleppa at síggja hetta landið og at
hitta hetta fólkið, sigur amerikanarin, Chris Duff, sum hevur ligið í Vágsbotni
í nakrar dagar, nú hann er á ferð at rógva úr Skotlandi til Íslands
Amerikanarin, Chris Duff,
sum hevur róð úr Skot
landi til Føroyar, er ein
maður, sum fegin vil egg
ja øðrum til at halda seg
framat.
Í
hesum
sambandi
heldur hann javnan fyri
lestrar og nú hann er í Før
oyum, hevur hann fyribils
avtalað at halda fyrilestur
í skúlanum á Toftum fyri
børnunum har.
- Eg tosi við børnini
um, at tey skulu ikki ræð
ast avbjóðingar og um,
hvussu stóran týdning
tað hevur at hava álit á
sær sjálvum og at trúgva
á egna mátt og megi, sigur
hann.
- Vit eiga at eggja børn
um til at leypa í tað og
at taka við avbjóðinum
ístaðin fyri at ræðast tær.
Hann sigur, at eru aðrir
skúlar ella bólkar, sum eru
áhugaðir, heldur hann
fegin fleiri fyrilestrar.
Men hann hevur ikki
fartelefon ella teldu, so
tað er bara ein máti at
fáa fatur á honum og tað
er at leita eftir eyðkenda,
appilsinlitta árabátinum
at vita, hvar hann er at
finna.
Men hann vísir eisini
á, at so skjótt veðrið er til
vildar, má hann fara.
Kveikir
skúlabørn
meg á lógvunum