mikudagur 6. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Eingin torir at hugsa tankan,
hvat kundi verið hent 11 ára
gamla Rúna Eyðsteinssyni
Sømark í Havn, um illa vildi
tili, tá ið hann var fyri ein
um ferðsluóhappi í Havn i
seinastu viku.
Men Rúni var heppin.
Hann situr róligur í stovu
ni og prátar, og hann heldur
tað ikki vera so galið at hava
frí frá skúlanum hesa viku
na. Handliðið er brotið og
liggur í gipsi.
Óhappið hendi fríggja
dagin í seinastu viku.
Hann hevur ofta verið túr
við pápanum í treylarunum
aftaná skúlatíð. Tað dámar
honum væl.
Hendan
fríggjadagin
hevði pápin ongan bil at
koma eftir soninum við.
Tí bað pápin dreingin bara
súkkla oman á bryggjuna,
har treylarin stóð.
Rúni læt sær hetta ikki
siga tvær ferðir.
Hann var staddur við
Magn á Norðara Ringvegi,
setti seg á súkkluna og fór
við fullari ferð oman eftir R.
C. Effersøesgøtu.
Tá ið hann kom oman til
rundkoyringina út fyri SMS
og apotekið, kom ein bilur
koyrandi niðan eftir R. C.
Effersøesgøtu, og í seinastu
løtu varnaðist Rúni, at bil
urin skuldi inn til SMS ella
apotekið og ikki niðan eftir
gøtuni.
- Eg bremsaði við báðum
bremsunum og reyk fram
um súkkluna, sigur Rúni.
Bilførarin sá Rúna og
bremsaði tí eisini.
Rúni fór sendandi inn
undir bilin, sum ikki var
steðgaður heilt, tí hettan hjá
Rúna kom undir annað hjól
ið.
- Eg royndi at sleppa leys
ur, men hettan var føst.
Skelkaður bilførari
Konan, sum koyrdi bilin, var
ógvuliga skelkað.
- Tað var ein omma, sum
koyrdi bilin. Hon tordi ikki úr
bilinum, tí hon visti ikki, hvat
var hent við mær, sigur Rúni.
Ein maður kom til og flut
ti bilin eitt sindur, so Rúni
bleiv leysur.
Ein onnur kona kom til
hansara.
Rúni sigur, at hann hevði
ikki serliga ilt, og hann segði
við hesa konuna, at hann
kláraði tað og fór oman til
pápan.
- Men konan segði nei, tí
eg skuldi á sjúkrahúsið, segði
hon.
Rúni sigur, at tá ið hann
flutti fingrarnar, fekk hann
ilt, og tí skilti hann, at armur
in var brotin. Tað helt konan
eisini og tók tvørtur um
Rúna. Tástaðni fór hann at
gráta. Tað var mest, tí hann
var so kløkkur, sigur hann.
- Tað var nokkso flovisligt,
tí nógv fólk stóðu og gløddu
eftir mær, og eg slapp ongan
veg, sigur Rúni.
- Tá kom babba í einum
bili, og tað var gott. Eg græt
bara eitt sindur.
Á skaðastovuna
Pápin hevði skund, tí hann
skuldi úr býnum, og tí var tað
ein annar maður, sum koyrdi
Rúna á Landsjúkrahúsið.
Mamman var tá eisini komin
frá arbeiði sínum í Vágum.
Rúni fór á skaðastovuna,
so í røntguna, og haðani var
hann rullaður í songini oman
aftur á skaðastovuna, har
kannað varð, um hann skuldi
leggjast undir skurð ella ikki.
Gips varð lagt á armin, og
fríggjadagin skal hann aftur
til kanningar fyri at vita, um
brotið veksur rætt saman
aftur.
Hann hevur fingið at vita,
at hann kann fáa blátt ella
reytt gips.
- Eg vil helst hava blátt, tí
reytt er HB, sigur Rúni, sum
heldur við EB/Streymi, tí
hann hevur búð á Eiði.
Tá ið gipsið var komið á
armin, slapp hann heimaftur,
og um kvøldið var hann við
mammu síni í føðingardegi í
Saksun. Hann hevði tað gott,
men var eitt sindur ússaligur.
Hetta er aðru ferð, at Rúni
hevur verið fyri ferðsluóhap
pi. Tá ið hann var lítil drong
ur, bakkaði ein bilur á hann,
og tá sprongdist miltið. Men
tað minnist Rúni einki til.
Fitt kona
Rúni hevur tað gott, men
hesa vikuna hevur hann
ikki verið í skúla. Mánadagin
fer hann aftur í skúla í Frí
skúlanum við Hoyvíkstjørn.
Konan, sum koyrdi bilin,
ið Rúni lendi undir, hevur
ringt
fleiri
ferðir
síðan
óhappið til hansara og spurt,
hvussu hann hevur tað.
Rúni veit, at hon framvegis
er skelkað, tí hon eigur sjálv
ein 10 ára gamlan ommuson.
Tað var ikki hennara skyld,
at óhappið hendi.
- Hon var so fitt og kom
til mín á skaðastovuni og
gav mær ein stóran pakka av
bommum.
Hann klárar seg væl við
arminum í gipsi og klárar
sjálvur at lata seg í.
Men tað ørkymlar hann
eitt sindur, at hann ikki
sleppur at súkkla aftur, fyrr
enn gipsið er farið av armi
num um nakrar vikur.
Vil hava nýggja súkklu
Súkklan
hjá
Rúna
fekk
snudd í óhappinum, men tað
er ikki verri enn so, at hon
kann gerast aftur.
- Nei, hon skal ikki gerast
aftur. Eg vil hava nýggju
súkklu, og hon skal vera betri
og flottari enn hin súkklan,
sigur Rúni.
Pápin mutar ímóti, tí
súkkla hansara er bara eitt
ára gomul, men Rúni stendur
við sítt.
Hann súkklar nógv, ofta
eisini í skúla. Hann er ein
sunnur drongur, og altíð er
nógv ferð á.
Lendi undir
einum bili
Bilførarin var kvikur og høgdi bremsurnar í, og tí kom Rúni Eyðsteinsson Sømark, sum var á
súkklu, ikki undir bilhjólið. Hann greiðir her frá óhappiinum, ið hendi á R. C. Effersøesgøtu
í Havn seinastu viku. Nú droymir hann bara um at fáa eina nýggja súkklu