mikudagur 6. juni 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg eri
als ikki
keðiligur
– Nógv halda, at eg eri hasin har turrisligi og keðiligi granskarin, og tá eg so
fortelji onkra stuttliga søgu, gerast tey púra ovfarin. Tað sigur yvirlæknin og
granskarin, Pál Weihe, ið sjálvur áður hevur etið grind og roykt sigarettir
Rannvá G. Fossaberg
Hann er maðurin, sum eitt nú
mælir okkum til ikki at eta grind,
lata vera við at roykja, vera varin
við sólini og minnast til at fáa
nóg mikið av rørslu í gerandis
degnum.
– Eg veit væl, at tað er troytt
andi fyri summi, at eg altíð komi
við boðum, ið fólk helst ikki vilja
hoyra, men tað er ein partur av
mínum arbeiði at kunna fólk um
ymsar heilsuvandar, sigur Pál
Weihe. Sum formaður í Fólka
heilsuráðnum og yvirlækni á
Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna
heilsu granskar hann og ger met
ingar um heilsuna hjá føroyingum
og er javnan frammi í miðlunum
og fortelur um nýggjastu vitanina
innan heilsuøkið.
– Áðrenn eg skal fram alment
og koma við eitt nú einum til
mæli, um at fólk ikki skulu eta
grind, hugsi eg um, at hesi boðini
allarhelst ikki verða væl móttikin.
Men eg havi mínar kanningar at
vísa á, og fólk skulu kunnast úr
úrslitini. Um onkur heldur meg
vera strævnan og keðiligan, tað
kann eg væl liva við, greiðir Pál
Weihe frá.
Tók avger á jólaborðhaldi
Hóast Pál Weihe gongur høgt upp
í sítt arbeiði og trívist væl við tí,
hann fæst við, heldur hann tað
vera týdningarmikið at kunna
práta um onnur ting enn arbeiði.
– Tá mann situr í einum starvi,
sum eg geri, er umráðandi at vita,
nær tú skalt tosa, og nær tú skalt
tiga. Eg kundi ongantíð funnið
uppá, at sett meg at kjakast um
til dømis grind og royking, meðan
eg eri í eini veitslu, føðingardegi
ella okkurt tílíkt,sjálvt um eg havi
mína avgjørdu meining um hesi
tingini, sigur Pál Weihe. Tá hann á
sinni saman við landslæknanum
kom við grindatilmælinum, vóru
tað ikki øllum, ið hóvaðu boðini
um ikki at eta grind, men Pál
Weihe heldur, at fólk so við og við
eru farin at skilja boðskapin.
– Serliga kvinnur við barn
lurta eftir boðunum, og tað er
sjálvandi gleðiligt. Eg plagi at siga,
at samfelagið er frælst, og fólkini
hava ein frían vilja. Eg eri bara so
at siga ein prestur, ið vísir vegin,
sigur Pál Weihe. Sjálvur hevur
hann fyrr etið nakað av grind,
men tað var ein ávís uppliving til
eitt jólaborðhald, sum fekk hann
at taka endaliga støðu um als ikki
at eta grind.
– Tað var til eina stóra jóla
veitslu á Hotel Føroyum. Sum
partur av forrættinum vóru nøkur
stykkir av grind og spiki. Eg vildi
vera høviskur og væluppdrigin, so
eg át sjálvandi forrættin. Tá steðg
ur er í borðhaldinum, kemur ein
maður fegin yvir til mín og sigur
»Øll við mítt borð ótu grindina og
spikið, men eg helt meg til tíni ráð
og át ikki.« Tá kendi eg meg illa
og setti mær fyri, at hetta vildi
eg ikki uppliva aftur, greiðir Pál
Weihe frá, sum líka síðani ikki
hevur etið grind og spik.
Watson bað um stuðul
Tað eru tey, ið vilja vera við, at tað
er fanatiskt als ikki at eta grind,
men hesum er Pál Weihe ikke
samdur í.
– Í nógv ár havi eg gjørt kann
ingar, og úrslitini eru púra greið.
Hvalirnir eru illa dálkaðir, og tískil
er grind ikki heilsugóður kostur
fyri okkum menniskju, sigur Pál
Weihe og leggur afturat, at hann á
ongan hátt er ímóti grindadrápi.
– Tað eru hvalirnir, sum eru
offur fyri dálkingini, og í mínum
arbeiði og kunning royni eg at
verja menniskjuni, greiðir Pál
í meldrinum
– Í nógv ár havi eg gjørt kanningar, og úrslitini eru
púra greið. Hvalirnir eru illa dálkaðir, og tískil er grind
ikki heilsugóður kostur fyri okkum menniskju
...framhald á síðu 10