Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sunnudagin 10 juni kl. 17 let­ur summ­ar­fram­ sýn­ingin upp í Rib­ar­ húsi. Hetta er á triðja sinni at summ­ar­fram­ sýn­ing verð­ur á hes­um stað. Á fram­sýn­ing­ini vera tekn­ing­ar, fot­o­ mynd­ir og málningar. Bryn­hild Næs Petersen hev­u­r hongt sýningina upp og tey, ið sýna fram, eru ættað úr Fugl­a­firði, ella hava røt­ur í bygdini. Her eru ung og eldri, sum hava tikið seg saman at mynda hesa sýning: Heð­in Kambsdal, Her­ gerð Joensen, Frits Jo­ hann­e­sen, Jóna Astrid Lam­b­a­stein, Jákup Thom­sen, Kristina Jo­ en­sen, Pia Andersen, Char­lot­ta Ras­mus­sen, Eir­ik­ur Elis­son, Rógvi á Lakj­uni og Svanna Lambastein. Dávur Wint­her flytir fram røðu, og Rói Eli­asen syngur og spælir. Snorri Brend Nýggjastu tølini um komm­unuskattin hjá vest­ menningum vísa munandi hægri inntøkuí ár enn í fjør. Hetta er ikki fult í samsvar við gongd­ina í oyggjunum, har skatt­a­inntøkan er økt í ár, við und­antaki av mars mánaði. Í Vest­manna komu góðar 2,8 milliónir krónur inn í skatti í fjør, men í ár er inn­ tøkan hækkað við meiri enn 100.000 krónum. Hetta er ein miðalvøkstur uppá 2,19 pro­ sent. – Vit fegnast um úrs­l­ it­ið, og vóna, at góða gongdin fer at halda fram restina av árinum, verður sagt úr Vest­ manna kommunu. Og tey hava eisini nakað at hava vónirnar í: Væntandi verða fleiri nýggj arbeiðspláss í bygd­ini um stutta tíð. 100.000 krónur meiri í skatti í Vestmanna Stovna føroyskt Djóraheim Summ­ arfram­ sýn­ ing­in í Rib­ar­ húsi Sjúkrarøktarfrøðingar skrivað undir nýggjan sáttmála kommunur Inntøkurnar hjá Vestmanna kommunu eru munandi hægri í ár, enn í fjør Djóravernd Turid Christophersen og Rúni Nielsen fara saman við øðrum undir sjálvstøðuga verkætlan. Felagið »Før­oyskt djóraheim« verður stovnað, og enda­ mál­ið er, sum navn­ið eisini leggur upp til, at byggja eitt djóraheim í Føroyum Seinastu 37 árini hevur eitt av aðalmálunum hjá Djóra­ vernd­ar­fel­ag­num verið at seta á stovn eitt internat. Í 2011 kom rættiligt glið á, tá ið Turid Christophersen fór und­ir at skipa og til­rætt­a­ leggja verkætlanina - ikki minst at finna stuðlar, ið kundu fíggja. Djóraverndarfelagið eig­ ur í løtuni eina verkætlan um djóraheim, men tá Tur­ id Christophersen og Rúni Nielsen, ið hava staðið á odda fyri verk­ætl­anini, eftir aðalfund hjá Djór­a­vernd­ar­ fel­a­gnum ikki longur eru í nevnd­ini hjá felagnum, var ein upplagdur møguleiki at býta arbeiðsbyruna innan djóra­vernd í Føroyum í tvey, og á tann hátt fáa enn meira burt­urúr. Arbeiðsbyran hjá Djór­a­ vernd­ar­felagnum er stór, og ikki minst fíggjarliga tung, tí hev­ur ein tílk verkætlan nú betri møguleika at verða veru­leiki innan fá ár. Felagið Føroysk Djóra­ heim kem­ur at gera verk­ ætl­an­ina av nýggjum við sama ár­æði og kunnleika, ið var nýttur til verkætlanina í Djóra­vern­d­ar­fel­ag­num. Verk­ætl­anin kem­u­r at leggja dent á, at djór­a­heim­ ið rúm­ar øll­um ó­ynskt­um djór­um og djórum, ið eru til­yvurs í Føroyum. Miðað verður ímóti at skapa eitt heim, har ið djór­ini trívast væl, til tey fara í nýtt heim. Samskiparar nýggja fel­ ags­ins ynskja Djór­a­vernd­ ar­fel­ag­num blíðan byr við tí megn­ar­upp­gávu, ið liggur fyri framm­an, og vóna at Djóra­verndarfelagið og teirra limir fara at taka væl ímóti hesum nýggja felag­ um og verkætlanini, sig­ur Djóraverndarfelagið í tíð­ ind­a­skrivi. Mánadagin skrivaðu Fíggj­ ar­mál­a­ráð­ið og Fel­ag­ið Før­ oysk­ir Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ar gjørt nýggjan 2-ára sátt­mála fyri tíð­ar­skeið­ið 1.10.2011 til 1.10.2013. Fyrra árið hækka mán­ að­ar­lønirnar hjá teimum flestu 220 kr. Seinna árið hækka mán­ að­ar­lønirnar ikki. Í stað­in hækka gjøldini fyri ar­beiði í ólagaligum tíð­ar­skeiðum, serliga um nátt­ina. Við tí er semja funn­in um eitt mál, sum hev­ur verið ein óloystur sam­ráð­ing­ar­ spurn­ing­ur í mong ár. Við hesum er sáttmáli gjørd­ur við 5 tey størstu fel­ø­g­ini, sum telja meir enn helvt­ina av starvsfólkunum hjá land­i­num.