mikudagur 6. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gjógv:
Tingmaðurin,
Helgi Abrahamsen hevur
sett Kára P. Højgaard,
innlendismálaráðharra
fyrispurning um hvørjar
ætlanir eru við vegasam
bandinum til Gjáar.
Hann vil hava at vita,
hvat tað kostar at rudda
vegin fyri kava um vetur
in, og hvat tað kostar at
gera ein tunnil higar, um
ein altso ætlar tað.
Helgi vísir á, at vegurin
til Gjáar er tann dýrasti
vegurin í Føroyum at
halda opnan í kava. Hann
liggur høgt uppi og á
einum øki har ábart er
fyri høgættini, og tí eru
gjáarfólk meiri enn sinn
að fyri at ein tunnil verður
gjørdur higar.
– Hetta er sjálvandi
ein dýr loysn, men íløgan
kann
helst
sparast
inn aftur í rakstri eftir
fáum árum, vísir Helgi
Abrahamsen á.
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
Miðvágur/Sandavágur:
Á
seinasta bygdaráðsfundi í
Vága kommunu vóru ikki
færri enn trý slík uppskot
fyri.
Fyrsta uppskotið var frá
einum borgara í Sandavági,
sum ynskti at bygdaráðið
bøtti um ferðslutrygdina eftir
einum av vegunum í bygdini
– í hesum føri Torkilsvegi.
Her
hevur
Landsverk
longu gjørt ferðslumátingar,
og út frá hesum mælti
ferðslunevndin til at seta
tvær bungur á vegin í samráð
við løgregluna.
Eftir viðgerðina í bygda
ráðnum varð samtykt at
taka undir við tilmælinum
frá ferðslunevndini.
Blómukassar
Eitt líknandi uppskot sum
hetta kom frá fólki, ið eru
búsitandi við Húsanesveg í
Miðvági.
Her varð heitt á kommun
una um at bera so í bandi, at
tað ikki varð koyrt so skjótt
eftir vegnum.
Ferðslunevndin í Vága
kommunu
hevur
við-
gjørt hetta málið, og mælti
til at blómukassar verða
settir her, í samráð við
løgregluna.
Á fundi í bygdaráðnum
varð eisini samtykt at taka
undir við tilmælinum frá
ferðslunevndini.
Lækka ferðina
niður í 40
Triðja uppskotið um ferðslu
trygd í Vága kommunu var frá
fólki ymsastaðni frá, har ein
mælir til at hámarksferðin
verður sett niður.
Ferðslunevndin mælti her
til at seta hámarksferðina
niður í 30 kilometrar um
tíman á øllum vegum í
kommununi uttan á sjálvum
høvuðsvegnum, sum eisini er
landsvegur.
Tá
bygdaráðið
hevði
hetta málið til viðgerð, varð
tó samtykt at seta hámarks
ferðina niður, men ikki so
langt niður sum borgararnir
ynsktu.
Hámarksferðin
verður
sett niður í 40 km/t á øllum
tvísporaðum vegum í Miðvági
og Sandavági, og niður í 30
km/t á øllum einsporaðum
vegum.
Undantakið er sjálvandi
høvuðsvegurin, sum partvíst
er landsvegur.
snorri@sosialurin.fo
Útoyggj: Árliga útoyggja
stevnan verður hesaferð
hildin á 10. sinni í Svínoy,
leygardagin 23. juni.
Fyrireikingarnar
til
stevnuna eru farnar í
gongd, og sum skilst
verður nógv spennandi á
skránni hesaferð.
Eitt
fast
punkt
á
skránni er aðalfundurin í
Útoyggjafelagnum henda
dagin. Hesin fundurin
verður klokkan 11.
Eins og undanfarin
ár vænta fyrireikararnir
nógvar gestir út til Svín
oyar henda dagin. Sagt
verður, at ongum nýtist
at setast aftur orsakað
av flutningi, tí fleiri eyka
túrar fara at verða sigldir.
Dýrasti vegur
at halda á vetri
Hittast
til stevnu
Tryggari ferðsla
í bygdunum
Fleiri borgarar hava í seinastuni vent sær til Vága kommunu við
ynski um at ávísir vegir í bygdunum gerast tryggari fyri ferðslu
Umvæla sparki
vøllin í Svínoy
Tað kann kanska undra
onkran at ein hevur ein slíkan
sparkivøll á eini útoyggj, har
fá ella eingi børn eru.
Men Svínoy hevur, eins
og so mangar aðrar bygdir
og býir kring landið, eisini
fingið sín lokala sparkivøll,
sum fyri tað mesta verður
brúktur um summarið.
Tað er nevniliga ein sann
roynd, at børn og onnur hava
gjørt brúk av honum. Men
sum alt annað, so verður
hann eisini merktur av tíðar
innar tonn.
Í vetur hevur veðrið verið
sera ólagaligt, og nógvastaðni
varð boðað frá skaða á bygn
ingar, trø og annað – eisini
sparkivøllir.
Ein slíkur vøllur sum
fekk skaða var júst tann í
Svínoy. Men frá Klaksvíkar
kommunu verður upplýst, at
hesin nú verður umvældur,
soleiðis at hann kann vera
klárur til dyst, tá teir fyrstu
summargestirnir koma út í
oynna.
Tað plaga eisini at vera í
hópatali av føroyingum og
útlendingum, sum leita sær
higar. Ein orsøk til hetta er
uttan iva hon, at oyggin hevur
ein serstakan vakurleika og
stórsligna náttúru, umframt
bæði søgulig støð og góðar
frítíðarumstøður.
Góðar umstøður eru somu
leiðis til kamping í bygdini,
har pláss er innrættað til
endamálið við tilhoyrandi
vesum og brúsum.
snorri@sosialurin.fo
Sum tað sømir seg, hevur Svínoy eisini sín sparkivøll.
Hesin fekk skaða í vetur, men verður nú umvældur
Mynd: klaksvik.fo
FERÐSLUTRYGD
Nógv ferðsla er gjøgnum Miðvág og Sandavág (myndin), og
tí verður nú gjørt eitt átak fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Mynd: suduroy.org