Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Færri ferða­manna­ skip til Grønlands Vanlukkan við ferða­ manna­skipinum Costa Concordia fær nú avleiðingar fyri ferða­ vin­nu­na í Grøn­landi. Higartil hava 27 ferða­ mannaskip við 26.000 ferðafólkum boð­að frá, at tey koma til Grøn­ lands í summar­hálv­ári­ num. Tað er minni enn í fjør, tí tá vóru skipini 33 og ferðafólkini 30.000 í tali. Visit Greenland sigur, at tað eru ymsar orsøkir til, at færri skip koma í ár. Ein er, at reiðaríið Costa Cruises, sum er tað størsta í Evropa, hættir sær ikki at senda síni skip norður í ísin í ár eftir tað, sum hendi Costa Concordia tíðliga í ár. Í fjør var Costa Delizi­ osa í Grønlandi við 2.800 ferðafólkum. Eitt annað, sum hev­ ur fingið reiðarí at slep­ pa Grønlandi, er tað so­ nevnda pax-avgjaldið. Av­gjald­ið er 525 krónur, og tað skal landskassin hava fyri hvørt ferða­ fólk, sum kemur við ferða­manna­skipi í grøn­ lendskan sjógv. Stjórnin missir veljarar Fáa ov fá børn Í Íslandi hevur stjórn­ in hjá Jóhonnu Sigurð­ ar­dóttir, for­sætis­ráð­ harra mist tak­ið á veljarunum, tí sam­ bært einari nýggjari mein­inga­kanning hjá Gallup høvdu stjórn­ar­ flokk­arnir ikki fingið meiri enn 29 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið til Al­ting­ ið nú. Tað er tvey pro­ sent­stig minni enn fyri einum mánað síða­ni. 18 prosent siga, at tey høvdu valt Sam­fylk­ing­ ina og góð 10 prosent tey Vinstra Grønu. Sama kanning vísir, at Sjálfstæðisflokkurin hevði verið so nógv tann størsti, hevði val verið nú. Flokkurin hevði fing­ið góð 39 prosent av at­kvøð­unum, og tað er tvey prosentstig meiri enn í mai. Hin stóri and­ støðu­flokk­urin, Fram­ sókn­ar­flokkurin, hevði fing­ið knappliga 18 pro­ sent. Gallup spurdi meiri enn 6.600 fólk, hvønn flokk tey høvdu valt, um al­tings­val var nú. Í fleiri ár vóru tær norsku kvinnurnar mill­ um teirra, sum fingu flest børn, men tey bæði seinastu árini er mynd­in broytt. Nú fáa kvinn­ur­ nar í Noregi færri børn, sam­stundis sum tær eru eldri, tá tær fáa tað fyrsta barnið. Útrokningar vísa, at skal Noreg varðveita ver­andi fólkavøkstur, skulu tær norsku kvinn­ ur­nar fáa 2,1 børn í meðal. Í 2009 var meðal­ tal­ið 1,98, og fleiri vænt­ aðu, at tað fór upp um 2,0. Men so varð ikki. Tvørt­ur­ímóti minkaði talið og var 1,88 í fjør. Dag Bratlid, sum er yvir­lækni á St. Olavs Hospi­tal, sigur við NRK, at innflyting og øktur liv­i­aldur eru við til at halda fólkatalinum uppi, men hann heldur ikki, at sam­felagið eigur at hella seg afturat tí. Tað besta var, um tær norsku kvinn­ur­nar kundu fing­ ið fleiri børn, sigur lækn­ in. Í mánaðir hevur íslendska stjórnar­samgongan arbeitt við ymsum nýskipanum á fiski­vinnuøkinum, og nú upp­skotini nærkast av­ greiðs­lu, eru reiðararnir so mis­nøgd­ir við innihaldið, at teir valdu at lata skipini verða liggjandi við bryggju aft­an á Sjómannadagin, sum var um vikuskiftið. Reiðararnir eru serliga ilsk­ir um veiðigjaldið, sum stjórnarsamgongan ætl­ar at leggja á teir. Eftir upp­ skoti­num, sum nú liggur á borðinum, skulu skip á botn­fiska­veiði rinda 30 ís­ lendsk­ar krónur fyri hvørt kilo í toskavirði fiski­ár­ i­ð 2012-2013, og gjaldið hjá upp­sjóv­ar­skipunum verð­ur 33 krónur fyri sama fiski­ ár. Gjøldini skulu hækka fimm prosentstig um árið til fiskiárið 2016-2017. Har- aftur­at kemur eitt so­kall­að alment veiðigjald, sum verð­ ur 8 krónur. Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, er í øðini um, at reiðararnir hava gjørt av at leggja flotan. Hon segði í Altinginum fyrradagin, at eftir hennara tykki er tiltakið hjá reiðarunum ólógligt. Hon segði, at reiðararnir hava tik­ið hetta stigið, tí teir eru bang­nir fyri, at teirra krøv verða havnað. - Tá teir borgarligu flokk­ arnir ráddu fyri borgum, kundu reiðararnir støkka inn á gólvið og fáa tað, sum teir vildu hava, men tað fáa teir ikki frá hesari stjórnini, segði forsætisráðharrin. Hon legði afturat, at tiltakið hjá reiðar­ unum er eitt ólógligt álop á Al­ting­ið. Íslendska reiðara­ felagið lagt flotan Í Ìslandi eru útgerðararmenninir so misnøgdir við eitt uppskot hjá stjórnini um nýggja fiskiveiðiskipan og veiðigjøld, at teir hava lagt flotan Teir donsku granskararnir høvdu sett elektronisk merk­ ir á tólv laksar, sum teir tóku í Skjern Å í Vesturjyllandi, og á tann hátt kundu teir fylg­ ja laksunum, tá teir hil­du til havs. Tað vísti seg, at laks­ar­ nir fóru til Før­oya, Sval­bard og heilt til Eyst­ur­grøn­lands. Sambært danska kring­varpi­ num er hetta fyrstu ferð, at tað er kannað, hvar tann dans­ki laksurin er, tá hann ikki er í áunum og gýtir. - Fyrr hava vit hildið, at laks­ur, sum fer úr áunum til havs, hevði smáar lívs­ møgu­leik­ar. Men vøkstur í stovnunum tey seinastu ár­ ini hevur víst, at ein partur av laksinum, sum fer úr áun­ um, kemur aftur at gýta, og hetta hevur samstundis giv­ ið okkum høvið til at seta fylgisveinamerki á laks­ir­nar, sigur granskarin Kim Aare­ strup við DR. Hann sigur, at gransk­ar­arnir ætla at gera somu kanning við øðrum donsk­um laksastovnum. Kanningarnar hjá DTU vísa eisini, at laksurin kavar fleiri hundrað metrar niður í dýp­ið, sigur Kim Aarestrup. Danskur laksur fer til Føroya og Grønlands Granskarar hjá Danmarks Tekniske Universitet hava nú ávíst, at laksur úr donskum áum ferðast til Føroya, Eysturgrønlands og til Svalbard Kring alt Ísland liggja trolarar og onnur fiskiskip við bryggju Mynd: Morgunblaðið) -Frá teimum borgarligu eru reiðararnir vanir at fáa tað, sum teir vilja hava, men tað fáa teir ikki frá hesari stjórnini, sigur Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri Mynd: Vísir