mikudagur 10. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2004
15
14
Nr. 48 - 10. mars 2004
At fiskivinnan er so
lítið sjónlig í fjølmiðl-
unum er helst m. a. or-
søkin til, at arbeiðið á
fiskavirkjunum - í tí
stóra og heila - ikki er
serliga høgt í metum.
Og tað er stórt spell, tí
fiskivinnan er spenn-
andi og stórt sæð ein-
asta beinið, sum bú-
skapur okkara stendur
á. Tað at fiskivinnan - í
stóran mun - er mynd-
að av monnum, er
ongin trupulleiki hjá
Mariann.At vera
konufólk eru undir
ongum umstøðum tað
sama sum, at tú einki
veit, og ikki ert før fyri
at vera leiðari á einum
fiskavirki. Hon sigur
eisini, at útbúgving
hennara á Fiskivinnu-
skúlanum í Vestmanna
hevur verið ein góð
barlast í starvinum
sum virkisleiðari
KVINNA Í FISKIVINNU
Snæbjørn í Dali
dali@dali.fo
Mariann er av Válinum í
Vestmanna og tók Hægri
útbúgving innan fiskivinnu
(HIF) prógv á Fiskivinnu-
skúlanum í Vestmanna í
2001.
– Mær dámdi sera væl á
Fiskivinnuskúlanum. Ein
av orsøkunum er ivaleyst,
at samanhaldið í flokkinum
var avbera gott. Skúlin
heldur til í trimum vanlig-
um sethúsum, sum í ávísan
mun eru innrættað til undir-
vísing. Hetta ger, at tú
skjótt følir teg næstan sum
heima á skúlanum - haldi
hetta serliga hevur týdning
fyrstu tíðina á skúlanum,
sigur Mariann.
Av tí, at talan ikki er um
ein stóran skúla, eru ymsir
fyrimunir, t. d. koma flest
øll at kenna hvønn annan
væl. Og tú kemur at kenna
lærararnar betur enn á
øðrum skúlum. Hetta ger,
at tú fært betri viðurskifti
við teir, og tí eisini hevur
lættari við at fáa neyðugu
hjálpina til uppgávur o.t.
Virkisleiðari
Á vári 2001 leitaði Norðís á
Eiði eftir skikkaðum fólki
at seta í starv sum virkis-
leiðari. Í hesum sambandi
setti virkið seg í samband
við Fiskivinnuskúlan, sum
lat virkinum eitt yvirlit við
telefonnumrum hjá næm-
ingunum, sum tóku prógv á
sumri 2001.
Nakað seinni setti stjórin,
Jóhan Páll Joensen, seg í
samband við meg, og eg
kann í dag siga, at eg var
heppin at fáa starvið. Mær
hevur frá fyrsta degi dámt
sera væl á Norðís.
Men tað var ein stór av-
gerð hjá mær at taka støðu
til. Eg minnist, at eg hugs-
aði, um hetta ikki fór at vera
ein í so stór og krevjandi
uppgáva hjá mær at fara
undir - eg var tá 24 ára gom-
ul. Men eg helt samstundis,
at hetta fór at vera ein sera
spennandi avbjóðing.
Norðís á Eiði
Á Norðís, eins og á øðrum
flakavirkjum, verður fiskur
(rávøra) keyptur til tilvirk-
ing á virkinum og seldur
beinleiðis til kundar hjá
virkinum.
Innkeyparin á virkinum
hevur ábyrgdina av, at rá-
vøran verður keypt fyri
rætta prísin.
Mariann sigur, at hennara
lutur og ábyrgd í hesum
sambandi er at fáa fiskin til
virkið og at syrgja fyri, at
hann verður framleiddur so
effektivt sum til ber.
Sølufólk hjá virkinum
hava so ábyrgdina av, at
framleidda vøran verður
seld fyri ein nøktandi prís.
– Jóhan Páll Joensen eigur
saman við øðrum Norðís,
ið er eitt flakavirki. Kundi
eisini nevnt, at Eystís í
Klaksvík og Vestís í Sør-
vági eru partar av somu
fyritøku. Hesi virki fram-
leiða kortini ikki somu
vøru sum vit, tey eru bæði
saltfiskavirkir.
Ein vanligur
arbeiðsdagur
Ein vanligur arbeiðsdagur
hjá mær byrjar kl. 7.45, og
eg eri vanliga liðug um 17
tíðina. Dagarnir eru rættu-
liga ymiskir, tí tað eru nógv
viðurskifti at hugsa um, og
nógvar avgerðir at taka.
Summir dagar eru strævnir,
og tað krevur av tær, at tú
ert væl fyri.
Tá eg møti á morgni, veit
eg longu, hvat vit framleiða
burtur úr ymsu fiskastødd-
unum, tí hetta avgera vit
dagin fyri. Tá reinskerarar-
nir og onnur møta kl. 8,
gevi eg teimum boð um,
hvat tey skulu gera, um tey
skulu gera nakað annað,
enn tey gjørdu dagin fyri.
Sum dagurin gongur, gangi
eg við jøvnum millumbil-
um í framleiðsluhølunum
fyri at tryggja mær, at alt
gongur sum tað skal.
Tá klokkan nærkast 17
veit eg, hvat eftir er av rá-
vøru til næsta arbeiðsdag,
og tá verður komandi ar-
beiðsdagur lagdur til rættis.
45 fólk undir mínari
leiðslu
Í tí dagliga skal eg hava eitt
gott yvirlit og tora at taka
skjótar og rættar avgerðir.
Ofta veri eg noydd at taka
avgerðir her og nú. Eg havi
við nógv fólk at gera, og tað
krevur, at eg skal duga at fá-
ast við fólk. Tað eru umleið
45 fólk undir mínari leiðslu.
Ofta hoyrist, at ung fólk
ikki støðast í fiskivinnuni.
Hetta er nokk fyri ein stór-
an part satt, men á Norðís
telja tey ungu okkurt um
helvtina av samlaðu starvs-
fólkunum.
Eg skal eisini syrgja fyri,
at framleiðslan er so effekt-
iv sum møguligt. Meðan
framleitt verður, hyggi eg
eisini at, hvussu dagurin
frammanundan hevur hildn-
ast í krónum og oyrum. Har-
umframt eru avskipingar og
nógvar telefonsamrøður, ið
eisini skulu avgreiðast.
Her havi eg eisini hug at
nevna, at Fiskivinnuskúlin
hevur verið ein góð barlast í
mínum starvi. Førleikin, ið
lærugreinir so sum stødd-
frøði, fiskaídnaður og smá-
verulívfrøði geva, havi eg
mangan fingið ágóðan av.
Støddfrøðin er eitt nú ikki til
at koma uttan um, tá tú skalt
finna útav, hvør framleiðsla
t. d. loysir seg best o.a.t.
Eg havi í dag eitt gott og
spennandi starv, sum í stór-
an mun byggir á útbúgving-
ina á Fiskivinnuskúlanum.
Um eg skuldi valt eina
miðnámsútbúgving í dag,
so hevði eg uttan at blunka
valt Fiskivinnuskúlan.
Arbeiða mest við hýsu
Á Norðís virka vit fyri tað
mesta hýsu. Men vit virka
eisini nakað av upsa og
toski. Seinastu tíðina hava
vit tó bert virkað hýsu.
Eg kann annars ikki siga
so nógv um ymisku smálut-
irnar í sambandi við úrtøku
og framleiðslu á virkinum.
Kappingin millum før-
oysku fiskavirkini er sera
stór. Og tí er lívsneyðugt
hjá okkum at hava eina so
góða framleiðslu og sølu-
vøru sum gjørligt. Og í hes-
um sambandi er neyðugt
hjá virkinum - javnt og
samt - at menna og uppar-
beiða vitan um eina so góða
søluvøru sum gjørligt. So
her er eisini talan um íløgur
í »know how«, og tað for-
era vit sjálvandi ikki okkara
kappingarneytum. Og hin-
vegin fáa vit onki forerandi
frá øðrum virkjum.
Sum dømi kundi eg
nevnt, at eg ikki úttali meg
nágreiniliga um, hvussu vit
viðgera
okkara
vøru,
hvussu hon verður pakkað,
og hvussu og hvar hon
verður seld. Hetta er eitt
slag
av
»forrætnings-
hemmiligheit«, sigur Mari-
ann við einum smíli.
At vera konufólk er
ongin trupulleiki
Øll vita, at fiskivinnan er
ein mansdominerað verð, og
at á flestu virkjum eru tað
mannfólk, sum eru leiðarar.
Sjálv havi eg kortini
aldrin havt trupulleikar av tí,
at eg eri konufólk. Eg haldi
at tað hevur týdning, at tú - í
tí dagliga - ikki tekur tær alt
líka nær. Annað, sum kann
hava týdning í mínum føri
er, at eitt konufólk hevði
verið virkisleiðari, áðrenn
eg byrjaði. Starvsfólkini
vóru tí eisini von við, at tað
var eitt konufólk, ið tey
starvaðust undir.
Tað at vera konufólk, er
undir ongum umstøðum tað
sama sum, at tú einki veit
og ikki ert før fyri at vera
leiðari á einum fiskavirki.
Um tú ert mannfólk ella
konufólk haldi eg ikki hevur
nakran týdning í dagliga
arbeiðinum. Her eins og
flest alla aðra staðni er tað
áhugin, sum er drívmegin.
Eg haldi ikki, at mannfólk
t. d. vita meira um fisk enn
konufólk, hóast tað eru fleiri
menn enn kvinnur í hesi
vinnuni. Og í seinastuni eru
fleiri og fleiri kvinnur eisini
settar í leiðandi størv t. d.
sum góðskuleiðarar.
Men eins og á flest øðr-
um flakavirkjum, er meg-
inparturin av starvsfólkun-
um á Norðís konufólk.
Tað eru altíð góðar og
minni góðar tíðir
Vit kunnu ikki siga, at
vinnan í løtuni er væl fyri
peningaliga. Fiskaprísurin
er fallin nógv í seinastuni.
Eg rokni við, at tað gongur
illa hjá teimum flestu
virkjunum í dag. Men fiski-
og flakavinnan vil helst
altíð fara at merkja góðar
og minni góðar tíðir. Og
sum støðan er í løtuni, hava
vit lítla ávirkan á gongdina.
Hetta kemst av, at tann stóri
trupulleikin
liggur
á
marknaðinum, sum er í
botni. Tað er sera trupult at
selja fisk og fiskavørur í
dag. Vit liva annars av
muninum í millum søluprís
og keypsprís + framleiðslu-
kostnað. Tí hevur tað meiri
at siga, hvussu stórur mun-
ur er millum søluprís og
keypsprís, og hvussu bíligt
vit kunnu framleiða.
Finna nýggjar
marknaðir
Nógv hevur í seinastuni
verið tosað um at framleiða
meira burtur úr fiski, brúka
alt, eisini t. d. skræðuna. Í
hesum
sambandi
sigur
Mariann, at kostnaðarstøðið
í Føroyum er hægri enn hjá
flestu kappingarneytunum,
tí fer tað í framtíðini eisini
at vera trupult hjá okkum at
kappast á marknaðunum,
vit í dag eru á.
– Tí meti eg tað vera røttu
leiðina at ganga, at granska
innan fiskivinnuna, so vit
kunnu finna útav, hvussu
vit betur kunnu gagnnýta
hetta tilfeingið. Hetta átti at
givið okkum møguleika
fyri at funnið nýggjar
marknaðir, har prísurin ikki
er týdningarmesta kapping-
arparametrið, heldur hon..
Vitanin um
fiskivinnuna ov lítil
– Eg havi hug at nevna, at eg
haldi, at fiskivinnan er alt ov
lítið sjónlig í føroysku
fjølmiðlunum. Vit mugu
sanna, at har verður sjáldan
borðreitt við vitan og
kunning um t. d. stóru før-
oysku matvøruframleiðslu,
sum fiskavirkini standa fyri.
Og tá okkurt onkuntíð
frættist, so er tað helst tí, at
okkurt fiskavirki er farið av
knóranum, ella at tað gong-
ur serliga illa hjá einum ella
fleiri føroyskum virkjum.
Tað tykist eisini sum um, at
vitanin hjá einum stórum
parti av Føroya fólki er
rættiliga lítil, tá talan er um
føroyska fiskivinnu.
– Samstundis kunnu vit
helst eisini siga, at vitanin
er upp aftur minni, tá talan
er um ta sera stóru mat-
vøruframleiðslu, sum før-
oysku fiskavirkini standa
fyri. Hetta má sigast at vera
eitt ordiligt paradoks, tá vit
samstundis vita, at tað er
júst henda sama vinna, sum
ger, at tað er møguligt hjá
føroyingum at búgva í
Føroyum.
– Hetta er kanska eisini
orsøkin til, at arbeiðið á
fiskavirkjunum - í tí stóra og
heila - ikki er serliga høgt í
metum. Hetta meti eg sjálv
vera
stórt
spell,
tá
fiskivinnan stórt sæð er
einasta beinið, okkara bú-
skapur er bygdur á, sigur
Mariann á Válinum, virkis-
leiðari á Norðís á Eiði, at
enda í vitali.
Mariann á Válinum, virkisleiðari á Norðís á Eiði:
Fiskivinnan alt ov lítið sjónlig í fjølmiðlunum
Mariann á Válinum er virkisleiðari á Norðís á Eiði. Hetta starv hevur hon havt síðani 2001, tá leiðslan á Norðís sóknaðist eftir skikkaðum fólki – og fann hana, eftir at hon hevði
lokið prógv á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
Tá eg møti á morgni, veit eg longu, hvat vit framleiða burtur úr ymsu fiskastøddunum, tí hetta avgera vit dagin fyri. Tá reinskerararnir og onnur møta kl. 8, gevi eg teimum boð um, hvat tey
skulu gera, um tey skulu gera nakað annað, enn tey gjørdu dagin fyri, sigur Mariann á Válinum
– Ofta verði eg noydd at taka avgerðir her og nú. Eg havi við
nógv fólk at gera, og tað krevur, at eg skal duga at fáast við
fólk. Tað eru umleið 45 fólk undir mínari leiðslu
Mariann á Válinum var 24
ár, tá hon í 2001 tók við sum
virkisleiðari á Norðís
C
M
Y
K
14