Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 48 - 10. mars 2004 Nr. 48 - 10. mars 2004 13 Páll Isholm Eingin fer nakrantíð at tilevna undirvísingartil- far og námsfrøðiligar veg- leiðingar fyri okkum, og eingin annar fer nakran- tíð at útbúgva lærarar at undirvísa í okkara móð- urmáli. Um vit skulu vænta betri frálæru í móðurmálinum, er avger- andi neyðugt, at sjøtul verður settur á eitt meira grundleggjandi og sam- anhangandi arbeið í til- rættarleggingini av okk- ara móðurmálslærugrein. Mítt uppskot er, at eitt móðurmálsráð verður sett á stovn, sum hevur til endamáls at skipa læru- greinina. Okkara kæra ð og okkara kæra rættskriving eru aftur á breddanum í kjakinum um føroyska málið og frá- læruna í móðurmálslæru- greinini. Ymiskar hugsanir hava verið havdar á lofti. Onkur heldur, at skrift- málið eigur at broytast, um føroyingar skulu læra at skriva føroyskt betur og rættari, meðan onkur held- ur, at best er at halda fast við tað, sum er. Eftir mínum tykki nerta hesi sjónarmið neyvan við kjarnuna í trupulleikanum, okkara móðurmálslæru- grein hevur. Kjarnan er nevniliga vantandi saman- hangur millum ymisku stigini í útbúgvingarverk- inum, vantandi frálærutil- far, vantandi námsfrøðilig viðgerð og vantandi fatan av, hvat ein móðurmáls- lærugrein er. Móðurmálslærugreinin er einasta lærugrein, vit hava hundrað prosent á- byrgd av, og tí mugu vit leggja nógv størri orku í at menna lærugreinina á øllum økjum í skúlaverkin- um. So leingi móðurmálið ikki hevur ta rúmd, sum tað eigur at hava, so leingi kann man heldur ikki rokna við, at undirvísingin verður nóg góð. Fortreytir fyri góðari frálæru Allar lærugreinir byggja á fleiri fortreytir, fyri at ein skynsom og tíðarhóskandi frálæra og læring kann fara fram. Í fyrsta lagi er neyðugt, at vit finna útav, hvat móður- mál undirvísingin skal byggja á. Skal tað vera tað, sum vit kenna frá okkara fyrstu sjey liviárum, ella skal tað vera eitt dreyma- mál, sum er tilevnað útfrá ynskjum hjá einum lítlum skara av máláhugaðum, ella skal tað kanska vera okkurt har ímillum. Í hesum sambandi kundi verið hugt at møguligum tillagingum í skriftmálinum. Í øðrum lagi er neyðugt, at fakligi førleikin hjá ein- støku lærarunum er í lagi. Í triðja lagi er avgerandi, at ymisku stigini í út- búgvingarverkinum tosa saman og vita, hvat hvør annar ger. Í fjórða lagi er avgerandi, at móðurmálið byggir á eina skipaða tilgongd og tilevning av frálærutilfari. Hvat er eitt móðurmál? Tað er ein inngrógvin part- ur av gerandisdegnum í Føroyum, at føroyingar ganga og rætta hvør annan málsliga, og stundum tykist hetta hava størri týdning enn sjálvt innihaldið í tí, sagt verður. Hetta er helst ein avleiðing av førda mál- politikkinum. Nógv tykjast hava gloymt, at málið er eitt samskiftisamboð, og før- oyska málið er amboðið hjá okkum føroyingum at sam- skifta. Eitt móðurmál skal fyrst og fremst úr høvdinum niður á pappír, meðan eitt fremmandamál bæði skal inn í høvdið og niður á pappírið nærum samstund- is. Her er ein avgerandi munur á frálæruhættunum, og skeivur frálæruháttur kann fáa álvarsamar av- leiðingar fyri móðurmálið og fatanina av hesum. Námsfrøðiliga vantar ein viðgerð av føroysktfrálær- uni sum móðurmálsfrá- læru. Móðurmálið er ikki eitt eintýðugt fyribrigdi. Móðurmálið er eitt sera persónligt samskiftisam- boð, ið hevur alstóran týdn- ing fyri persónliga sjálvs- virðið og dirvið at geva sínar hugsanir til kennar. Í grundini er móðurmálið avgerandi fyri eitt vælvirk- andi fólkaræði, og um vit kenna okkum ótrygg, so kenna vit okkum eisini ótrygg í okkara samskifti og lata kanska vera við at luttaka í kjaki. Hetta er ein nógv størri trupulleiki enn kjakið um smáar ábøtur á sjálva stavsetingina. Neyðugt er við eini grundleggjandi greining av, hvat vit vilja læra børnini, og hvønn grundvøll hendan frálæra skal byggja á. Skulu vit geva okkum far um at styrkja føroyskt sum móðurmál, mugu vit eisini taka støðið í tí, sum er okk- ara móðurmál og sleppa dreymamálshugsanini. Ein liður í hesum arbeiði kundi verið at gjørt tillag- ingar í skriftmálinum, sum Ólavur Hátún í áhugaverd- ari grein herfyri umrøddi. Hetta kundi t.d. verið gjørt eftir skilagóða uppskotin- um, Eivind Weyhe málfrøð- ingur legði fram fyri nøkr- um árum síðani. Fakligi førleikin Ofta hevur verið langað út eftir lærarum á ymisku skúlunum fyri ikki at læra børnini og ungdómin nóg gott føroyskt. Mangan man hetta vera ógrundað, og spurningurin er, um tað altíð er lærarin, sum hevur alla ábyrgdina. Og hevur nakar nakrantíð lýst, hvat nóg gott føroyskt merkir? Lærarin hevur ta útbúgv- ingina, sum myndugleik- arnir krevja. Um lærarin ikki hevur førleikan, er møguliga okkurt galið við skipanini, sum klekir hann. At meta um fakliga før- leikan hjá einum lærara krevur annað og meira enn at hyggja at úrslitunum hjá næmingum hansara. Hvussu er t.d. við eftirút- búgving av føroysktlærar- um? Tað krevur eisini, at vit seta førleika læraranna inn í ein samanhang við mál- setningin, ið náast skal á einstøku útbúgvingarstig- unum, og teir hjálparmiðl- ar, lærarin hevur til taks í frálæruni. Í fólkaskúlanum í dag hevur ein lærari nógvar lærugreinir at hugsa um á fleiri ymiskum stigum. Tá er avgerandi, at lærarin hevur tilfar til taks, ið kann hjálpa honum; tí eingin er serfrøðingur í øllum. Tá mett verður um frálæruna, má ein heildarmeting ger- ast, og ikki ein døming av øllum lærarum, sum undir- vísa í føroyskum. Nógvir gera eitt ómeta- liga stórt og dygdargott arbeið, meðan aðrir kenna seg púra hjálparleysar, tí lítið og einki munagott frá- lærutilfar er, og eftirút- búgving er eingin. Men at undirvísa í føroyskum sleppa teir ikki undan, og tá verður úrslitið hareftir. Samanhangur og endamál Í føroyska útbúgvingar- verkinum hava vit 10 stig í fólkaskúlanum og vanliga 3 í miðnámsskúlunum. Á øll- um hesum stigum er móð- urmálið ein sjálvsagdur partur. Tískil kundi verðið spurt, um nakar veit, hvørji minstakrøvini eru til ein- staka stigið, og hvørji minstakrøvini eru til stig- bólkarnar 1. - 3. skúlaár, 3. - 7. skúlaár, 8. - 10. skúlaár og 1. - 3. miðnámsskúla- flokk, og hvussu hesi hanga saman sínamillum, og hvussu tey hanga saman við gerandisdagin í før- oyska samfelagnum. Møguliga lekur millum teori og praksis. Víðari kundi verið spurt, um øll hesi stig tosa saman, og um lærarar eru nóg væl kunnaðir um, hvat niðaru stigini arbeiða við. Tað er jú ein fortreyt fyri at møta næminginum á ein skyn- saman og fakliga og náms- frøðiliga forsvarligan hátt. Frálærutilfarið Vit mugu hava dygdargott undirvísingartilfar fyri at náa endamálinum. Tað er týdningarmikið, at ein sam- skipan fer fram í tilevning- ini av undirvísingartilfari, og at føroysk forløg sam- starva um eina útgávu- ætlan, sum hongur saman og tænir endamálunum. Tilvildarlig útgáva av frálærutilfari, ið fyrst og fremst byggir á tørvin, evnini og hugin hjá onkrum einstøkum lærara, er ikki nóg góð. Tað má gerast ein yvirskipað ætlan, ið byggir á eina kanning av allari móðurmálslærugreinini frá fyrsta til síðsta stig í út- búgvingarverkinum. Uppskot um framferð Eitt uppskot um, hvussu vit kunnu fara undir eina skipaða tilgongd, er, at sett verður eitt ráð, eitt móður- málsráð, ið hevur móður- málslærugreinina og frá- læru í hesi sum aðalmál. Í ráðnum eiga at sita fakfólk frá øllum stigum í føroysku útbúgvingarskip- anini. Hetta ráð eigur at ráðgeva landsstýrismann- inum í mentamálum um føroyskt sum lærugrein í fólkaskúlunum og mið- námsskúlunum. Ikki ein bólkur, sum skrivar eitt álit um rættskrivingina ella um einstøk orð, men eitt ráð, sum støðugt ráðgevur um tillagingar og ábøtur, sum eiga at fremjast í móður- málslærugreinini. Ráðið skal virka sum ein ráðgevarabólkur, ið kemur við ítøkiligum tilmælum um námsfrøðina í móður- málslærugreinini, um neyðugt tilfar, um enda- málsorðingar, ið hanga saman eisini millum út- búgvingarstigini. Ráðið skal somuleiðis gera eina útgávuætlan, sum hevur til endamáls at tippa tey stóru hol, sum eru, og sum hevur til endamáls at skapa ein samanhang í frá- lærutilfari, læraravegleið- ing, útbúgving og eftirút- búgving av føroysktlærar- um. Eisini er týdningarmikið, at vit seta skipaðar kann- ingar í verk av frálæruni og úrtøkuni í lærugreinini og alsamt eru opin fyri nýggj- um møguleikum og av- bjóðingum á øllum stigum í útbúgvingarverkinum. Hetta ljóðar kanska sum ein stórur gloypibiti, men eingin ger arbeiðið fyri okkum. Skulu vit koma trupulleikunum við m.a. stavseting og vantandi virð- ing og áhuga fyri læru- greinini til lívs, má farast undir eina skipaða og nú- tímans menning av fakliga førleikanum, av samband- inum millum útbúgvingar- stigini og av frálæru-tilfar- inum. Ikki fyrrenn tá kunnu vit tosa um at røkja okkara móðurmál á ein skynsaman hátt í skúlanum. Og hvør veit, kanska ein dag verður ð'ið tann minsti trupulleikin. Móðurmálslærugreinin má skipast VIÐMERKINGAR Eitt nú fer Rúni M. Hansen at hugleiða um tíðina, tá ið hann gekk í studentaskúlanum, og næmingar fara at spæla tónleik, syngja og greiða frá frítíðarítrivi TÍÐINDASKRIV Tvær ferðir árliga bjóðar Studentaskúlin á Kambs- dali til kvøldsetu. Tann seinna kvøldsetan í hesum skúlaárinum verður nú hós- kvøldið. Talan er um al- ment tiltak, sum plagar at fáa góða undirtøku. Um- framt næmingar og teirra næstu plaga fyrrverandi næmingar at nýta høvið at vitja á skúlanum sovorðin kvøld, og eisini tey, sum eru áhugað í sangi og tónleiki og sum annars vilja fáa okkurt at vita um alt mill- um himmal og jørð, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hesa ferð er tað soleiðis, at 9. og 10. flokkarnir í Norðoyggjum og Eysturoy hava fingið serliga inn- bjóðing um at vera við. Tað eru hesir næmingarnir, sum í hesi vikuni skulu taka avgerð um, um teir skulu og hvar teir skulu halda fram við skúlagongdini eftir summarfrítíðina. Hesir næmingarnir hava fyri nøkrum vikum síðani verið og vitjað á Kambsdali, og nú fáa teir eitt eyka høvi so at siga at rógva aftur á aftur. Sangur og tónleikur eiga altíð stórt pláss í tiltøkum hjá studentaskúlanum. So- leiðis er tað eisini hesa ferð. Talan verður hesa ferð um lættan sang og tónleik – rapp, rock og popp, sum tað verður nevnt í innbjóð- ingini. Førningur og førleikar Ein táttur, sum ofta hevur verið á skránni, er, at ein fyrrverandi næmingur á skúlanum hugleiðir um førningin og førleikan, sum tíðin í studentaskúlanum gav honum og harvið um hvørja nyttu hann fekk burtur úr studentaskúlaár- unum. Hesa ferð verður tað Rúni M. Hansen, sum er ættaður úr Fuglafirði og var liðugur í studentaskúlanum í 1987. Hann arbeiðir nú hjá Statoil, har starvsheitið hjá honum er Generel Man- ager. Hann er stjóri í før- oysku deildini hjá Statoil, sum hevur við oljuleit- ingina at gera, og hann er við í leiðsluni fyri europe- iska Statoil. Rúni arbeiðir í Stavanger og í London, men hann býr í Føroyum, og hóskvøldið kemur hann beinleiðis úr London og á Kambsdal at greiða frá, hvat hann fekk burturúr teimum trimum árunum, sum hann var í studenta- skúlanum. Næmingar og frítíðin Næmingar, sum ganga í studentaskúla og á HF skeiði, eru ofta týdningar- miklir stuðlar í mentunar- lívinum á plássunum, har teir búgva. At næmingarnir hava serligar førleikar kem- ur eisini skúlanum til góða. Á kvøldsetunum er ætl- anin, at tað skal verða fast- ur táttur, at næmingar, sum á onkran hátt eru rættuliga virknir, skulu greiða frá, hvat tað er, sum teir fáast við og siga eitt sindur um, hvussu tað bar til, at teir hava við júst hetta at gera. Hesa ferð eru tað tveir úrmælingar á tvørfloytu, sum fara at vísa sítt kynstur og í samrøðu at siga eitt sindur um søguna aftanfyri spælið. Talan er um um tær báðar Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen. Næmingar í 2. ab, sum hava týskt, fara at spæla sjónleikin "Good bye, Len- in", og so verður café, har tað verður høvi at keypa kaffi og te og okkurt heimabakað afturvið. Tað eru næmingar 1. r, sum eru HF næmingar, ið ætla sær námsferð næsta skúlaár, ið skipað fyri caféini. Kvøldsetan á Studenta- skúlanum á Kambsdali verður nú hóskvøldið, 11. mars, klokkan 19.30 – stundisliga. Kvøldseta á Kambsdali NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni, men sipað verður kanska til enska abbadissu Sankta Etelredu, sum doyði 10. mars í árinum 626. Helst týska navnið Adelheid, hin ediliga. Frá 1. januar 2004 er Hans Jacob Joensen, bispur, heiðraður við riddarakross- inum "Kommandørkorset af Dannebrogordenen". Hans Jacob Joensen er 65 ár gamal, ættaður frá Gjógv. Hann tók students- prógv í Havn í 1958 og cand. theol. útbúgving við Københavns Universitet í 1968. Hann var fastur hjálpar- presetur við Anne Kirke á Nørrebro frá 1968-70 og í Risbjerg Kirke frá 1970 til 1975, tá hann fekk starv sum prestur í Havn. Hann hevur verið biskup- ur í Føroyum síðan 1990. Hans Jákup Joensen, biskupur: Heiðraður við »Kommandørkorset af Dannebrogordenen« Tøkk Hjartans tøkk til tykkum, sum gleddu meg á 25 ára starvsdegnum. Leiðsla og starvsfelagar í Norðoya Sparikassa, takk fyri at tit gjørdu dagin so minnisríkan. Bestu heilsanir Kristian Martin Eliasen Leirvík Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góði maður mín, sonur, beiggi, pápi, verpápi og abbi okkara Árni Nielsen Tórshavn andaðist sunnudagin 7. mars 2004, 59 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 11. mars kl. 14.00 Familjunnar vegna Tórgerð, Helgi, Bogi og Terji Dánial Petur Hansen nýggjur formaður í Sjálvstýris- flokkinum Á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin varð Dánial Petur Hansen valdur til nýggjan landsnevndarfor- mann hjá Sjálvstýris- flokkinum, tá landsnevdnin eisini varð vald av nýggj- um. Lasse Klein, fyrrverandi løgtingsmaður, var lands- nevndarformaður fram til landsfundin, men hann bar seg undan afturvali. Dánial Petur Hansen er 35 ára gamal og gjørdist eftir løgtingsvalið 20. januar, varamaður hjá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni. Dánjal Petur er giftur við Duritu Hansen, og tey eiga fýra børn. Dánjal Petur er útbúgvin BA í búskapi og starvast sum fulltrúi í Inn- lendismálaráðnum. Hann hevur fyrr starvast í Oljumálaráðnum og hjá Virkisráðgeving í Saltang- ará, har hann var ráðgevi. Hann hevur eisini verið við til at samskipa ta fyrstu fiskivinnumessuna í Føroy- um, North Atlantic Fish Fair. Hann hevur eisini – áðrenn hann fór uttanlands at lesa – starvast sum tíð- indamaður á Tingakrossi. Á landsfundinum leygar- dagin varð Ása Olsen úr Tórshavn vald at halda fram sum næstformaður í Landsnevndini. Í kvøld, mikukvøldið kl. 19.30, verður høvi at uppliva eina spennandi og ókeypis konsert í Kommunu- skúlanum KONSERT Tórshavnar Musikkskúli fer í kvøld at framvísa úr- slitið av tveimum nýggjum undirvískinartiltøkum, ið hava sæð dagsins ljós í hesum skúlaárinum. Tað snýr seg partvís um kamar- tónleik fyri framkomnum næmingur og partvís um eitt varandi strúkiorkestur – og í báðum førum er tað Bernhardur Wilkinson, ið undirvísir næmingunum. Kamartónleikur er eitt meira krevjandi slag av samanspæli, ið og við at tað er ein tónleikari, ið spælir hvørja rødd, og er hetta ein mennandi avbjóðing fyri meira framkomnum næm- ingum. Spæld verða verk eftir Bach, Beethoven, Piazzola og Poulenc. Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski hjá Musikk- skúlanum at stovna eitt strúkiorkestur, og tað sær nú út til at fara at eydnast, hóast orkestrið bara hevur vant síðan nýggjár, eru tey longu á góðari leið. 13 dugnaligir næmingar á violin, bratsch, cello og kontrabass eru savnaðir í strúkiorkestrnum til hesa fyrstu upptraðkan teirra. Spæld verða verk eftir Purcell, Vivaldi, Handel og Mozart. Forkunnug konsert í Kommunuskúlanum 13 dugnaligir næmingar á violin, bratsch, cello og kontrabass eru savnaðir í strúkiorkestrnum til hesa fyrstu upptraðkan teirra, ið verður í Kommunuskúlanum í Havn í kvøld. Spæld verða verk eftir Purcell, Vivaldi, Handel og Mozart C M Y K 13 12