Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 48 - 10. mars 2004 Nr. 48 - 10. mars 2004 11 Støðan í heiminum er broytt nógv seinastu 15 árini og Kalda Kríggið millum Eystur og Vestur er av. Føroyar vóru ein finna í sálarliga stríðnum millum Sovjettsam- veldið og USA. Hóast blot kom í viðurskiftini fyri fimtan árum síðani, hevur Løgtingið ikki aftur viðgjørt støðu sína við atliti til "uttanveltaðu" støðu Føroya. Tí kann tað tykjast óheppið, at ein meiriluti í løgtingsins uttanlandsnevnd tekur undir við undanfarna og sitandi løgmanni, og gevur samgonguni NATO loyvi at gera tøkniligar forkanningar í samband við ætlanina at byggja eina nýggja samskiftisskipan á Eiði og á Sorn- felli, áðrenn eitt aðalorðaskifti um trygdarpolitikk hevur verið á Føroya Løgtingi. Løgtingið hevur gjørt fýra samtyktir, har uttanveltaða støðan verður staðfest. Løgtingið hevur sagt umheimin- um, at Føroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landanna millum, og at hervald ikki skal verða knýtt at støðunum, NATO lat byggja ímóti Løgtingsins vilja í fimti- og sekstiárunum. Hvørki Danmark ella NATO hava virt hesar samtyktir, og einki er gjørt fyri at fremja fráboðaninar í verki. Tað merkir, at føroyingar í stillum hava góðtikið støðuna, og tað er neyvan í andsøgn til vestansinnaðu støðu føroy- inga. Men hiðani og so geva loyvi til kanningar er eitt stórt lop. Hevði tað ikki sømt seg betur, um Løgtingið hevði við- gjørt støðu Føroya, áðrenn nakað loyvi varð givið. Somuleiðis hevði tað havt týdning, um eitt samt Løgting kundi gjørt eina nýggja samtykt, sum myndaði støðuna í heiminum í dag. Víst er bara talan um forkanningar, men spurningurin er so, um sjálvt eitt forkanningarloyvi er í samsvar við hernaðarsamtyktirnar. Løgmaður helt fyri í útvarpssamrøðu sunnudagin, at nú mátti landsstýrið svara, tí drálað varð so leingi. Tá undanfarna Landsstýri hevur sitið og bølt á tí í 3 ár, so er tað óheppið fyri Føroyar og ikki bara fyri undanfarnu samgongu. Tí er skiljandi, at løgmaður vil, at nakað skal henda í málinum. At loyva kanningar er sjálvandi ikki tað sama sum at loyva bygging. Men hevði tað tó ikki verið rætt at havt eitt orðaskifti um málið á tingi áðrenn? Nú er so bara at vóna, at Løgtingið brúkar tíðina frá nú av og til ein formell áheitan um loyvi til bygging kemur, til at hava orðaskifti um støðuna, so Føroyar kann geva eitt greitt svar beinanvegin til hesa umsókn sum ein seriøsur samstarvspartur á altjóða leikpallinum. Vit mugu so bara sanna, at vissuliga drálaði undanfarna landsstýrið, tí fyrispurningurin kom fyri trimum árum síðani. Men hinvegin hevði NATO arbeitt við sonevndu SSSB-Far ætlanini í eini fimtan ár, áðrenn landsstýrið fekk ein fyrispurning. Tá alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at hetta er helst fyrstuferð, at danskir verjumyndugleikar, landsstýrið og Løgtingið - uttan- landsnevndin - spæla við opnum kortum. Tað er hóast alt eitt framstig, men eftir stendur, at fyri fyrstuferð fær ein verju- ella hernaðarsamgonga loyvi at at gera kanningar í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Orðaskifti og kanningar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Pauli Strøm landsstýrismaður í javnstøðumálum Á kvinnudegnum 8. mars 2004 Hitt kynið Í føroyskum politikki eru konufólk framhaldandi hitt kynið. Fáar í tali, og fyri føroyingar, sum ganga inn fyri javnari politiskari umboðan millum kynini, vóru útlitini alt annað enn bjørt eftir løgtingsvalið í januar í ár. Seinastu 10 árini hava verið 4 ella 5 konufólk millum løgtings- limirnar, men í ár minkaðu talið so niður í 3. Tað hægsta talið av kvinnuligum løgtingslim- um nakrantíð er 5. Hetta var í 1994, tá Maria Han- sen, Lisbet L. Petersen, Marita Petersen, Helena Dam á Neystabø og Inge- borg Vinther í eitt tíðar- skeið høvdu sæti á tingi. Í løgtinginum vóru tá 32 limir, so í eitt tíðarskeið var kvinnuliga umboðanin í føroyska parlamentinum knappliga 16 prosent. Hetta er føroyskt met. Hugvekjandi Hesi tøl eru hugvekjandi. Serliga tá fjølmiðlarnir júst hava borið tey tíðindi, at fjórði hvør fólkavaldi politikari í Irak skal vera konufólk. Hetta er komið í eina fyribils grundlóg, sum Irakiska Stjórnarráðið er komið ásamt um við teirri grundgeving, at valskip- anin skal tryggja eina rættvísa umboðan av øllum landsins íbúgvum. Kvinnurnar skulu sostatt telja 25 prosent í irakiska parlamentinum, meðan tær eftir 20. januar í ár telja 9,3 prosent í føroyska løgting- inum. Tær telja helvtina av landsins íbúgvum, og tær eru ein lítil minniluti á tingi. Tær eru hitt kynið. Í landsstýrinum er støðan einki øðrvísi. Vit hava havt kvinnuligan løgmann, Maritu Petersen, og í eitt tíðarskeið í 80’unum vóru tvey konufólk í landsstýrin- um. Hesar vóru Karolina Petersen og Jóngerð Purk- hús. Annars hevur ein ella eingin kona verið millum tey, ið manna landsins stýri. Og nú nýtt landsstýrið varð skipað, var harmiligt at einki pláss var fyri nøkr- um konufólki. Eitt slag av javnstøðupolitiskari null- hugsjón kundi man freistast til at hugsa. Men tað eigur so at fáa hesar somu polit- isku flokkar at taka sær um reiggj til frama fyri einum meira virknum javnstøðu- politikki. Almenn ábyrgd Fólk eru sera ójøvn á máli um, um tað er ein almenn uppgáva og ábyrgd at fáa fleiri konufólk at verða virkin í politikki. Tær hava somu møguleikar sum menninir at gera seg gald- andi politiskt, verður sagt. Tað eru teirra egna val, verður sagt. Tær hava ikki hug at fara upp í politikk, tí tær raðfesta familjuna hægri, verður sagt. Og úr politisku flokkunum hoyr- ist, at tað als ikki er nøkur løtt uppgáva at fáa tær at stilla upp. Sum landsstýrismaður í javnstøðumálum haldi eg, at tað almenna eigur at virka fyri, at kynsbýtið í politikki verður javnari, við at fleiri konufólk fáa sæti á tingi. Spurningurin er so, hvussu tað ber til at røkka hesum máli. Orsøkir Higartil er mær vitandi ikki nógv arbeiði gjørt fyri at útvega upplýsingar, sum kundu víst á møguligar orsøkir til, at so fá konufólk eru millum okkara fólka- valdu. Aloftast eru gitingar og pástandir grundarlagið undir kjakinum, tá hesin spurningur er á skránni, bæði í privatum og almenn- um høpi. Javnstøðunevndin hevur tikið eitt áhugavert stig til at nærkast einum svari við at biðja um eina Gallup- kanning av arbeiðsbýtinum í teimum føroysku heimun- um. Ikki tí at eg haldi, at tað almenna skal leggja uppí tað, sum fer fram innanveggja í heiminum. Men eg haldi tað vera áhugavert at fáa at vita, um ein orsøk til, at vit hava so fáar kvinnuligar politikarar er, at tær eru ovbyrjaðar, tí tær umframt at arbeiða allan dagin, eisini einsa- mallar standa fyri húsi og heimi. Tiltøk Fleiri upplýsingar um livi- kor, um familjumynstur, um arbeiðslív og um onnur viðkomandi viðurskifti eru neyðugar, fyri at fáa greiðu á, hví tann kvinnuligan um- boðanin á tingi er so av- markað. Eisini eiga vit at skipa fyri ítøkiligum átøkum fyri at røkka málinum: einum javnari kynsbýti á tingi. Átakið Fleiri kvinnur á ting, sum Javnstøðunevnd- in tók stig til fyri løg- tingsvalið í 2002 er eitt gott dømi um eitt væleydnað átak: 4 konufólk vórðu valdar, og tað var samsvar millum talið á kvinnuligum valevnum og talinum á kvinnum, sum komu inn. Ójavni í javnstøðu- arbeiðinum? Løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn kom í gildi í 1994. Hon hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn, og at veita kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði um- framt til yrkisliga og ment- anarliga menning. Eisini ásetur hon, at Javnstøðu- nevnd skal veljast eftir hvørt løgtingsval. Higartil er høvuðsdentur- in í tí almenna arbeiðinum fyri javnstøðu lagdur á at betra um støðuna hjá kvinnum. Stórur tørvur hevur verið og er fram- haldandi á hesum arbeiði, sum Javnstøðunevndin hev- ur gingið á odda fyri. Men tíðin er eisini komin til at breiðka javnstøðu- arbeiðið til at fevna um spurningar, sum beinleiðis eru tengdir at livikorunum hjá mannfólki. Eitt dømi um ein slíkan spurning, ein ójavna í javnstøðuni, er foreldramyndugleiki. Á hesum økinum eru tað menninir, páparnir, sum eru fyri vanbýti. Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini, www.javnratt.fo, eru ymsar síður av spurninginum um foreldramyndugleika lýstar. Og fyri stuttum varð eitt felag stovnað, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri rættinum hjá barninum til bæði foreldrini. At enda Javnstøðulógin hevur nú 10 ár á baki. Og arbeiðið fyri javnstøðu er við tíðini ment til at fevna um spurningar, sum bæði kvinnur og menn kunnu taka til sín. Soleiðis skal tað eisini vera. Tann gongda javnstøðu- leiðin er eitt samanspæl millum privat tiltøk, sprott- in úr grasrótunum, og eitt miðvíst arbeiði í almennu fyrisitingini. Hetta arbeiði krevur eina væl gjøgnum- hugsaða langtíðarætlan, har ítøkilig mál verða sett, og har úrslit verða mátað. Í Almanna- og heilsu- málaráðnum fara vit nú í holt við hetta drúgva og neyðuga arbeiðið. Javnstøðulógin 10 ár á baki VIÐMERKINGAR Skipaður kvinnuhandil í Føroyum Tóta Árnadóttir Fyri skjótt 10 árum síðani flutti undirritaða til Runa- víkar. Tað var meðan kreppan enn lá yvir landið og stemningurin av at alt var meira ella minni í bíði- støðu var nakað tann sami allastaðni. Eg hugsaði tí ikki stórvegis um, at tað var so alstórur munur á lívinum í Havn og so her inni á tí vakra Skálafjørðinum. Men hesi seinastu tíggju árini er mangt broytt, samfelags- hjólini fóru at mala aftur uppá gott og ilt, og nógva staðni hava vit sæð menn- ing á fleiri økjum, bæði bú- skaparliga og mentanarliga. Eisini inni á Skálafjørðin- um hevur menning verið, og í kommununi, sum í sín- um búmerki hevur sloganið "Ein kommuna í menn- ing", kanska eina mest. Men hvat er hetta fyri menning? Vinnulívið er ment, og nýggj hús vera bygd. Ein nýggjur barna- garður er komin. So far so good. Men hvat er hent á ment- anarøkinum? Jú, her eru vit enn í somu bíðistøðu sum fyru 10 árum síðani. Sunnudag seinnapartur tykist verða idealstøðan hjá teimum sum ráða fyri borg- um. Møtir, ein biltúr um veðrið er gott, kanska eina hendinga klassiska konsert í býráðshøllini. Av og á ein "rimmar dansur" til frama fyri okkurt ítróttarfelag. Ein nevnd er sett at tosa um mentanarhús, tað er í roynd og veru tað, ið er hent uppá 10 ár. Seinast eg frætti, var ætlanin at sláa eitt tílíkt hús saman við onkrum slagi av ítróttarhúsi, ja, tí er fót- bóltur kanska ikki eisini mentan? (Jú tað er tað, líkasum hondbóltur, bindi- klubbar, skerpikjøt, missi- ónsmøtir, føroyskur dansur og postalínsmáling..... men tað er kortini munur á, og alt kann ikki bara koyrast í sama pott). Meðan børnini eru smá krevst kanska ikki so nógv av tilboðum annað enn ansingarmøguleikar fyri tey, ið hava tørv á hesum og so tað vanliga; fimleikur, sunnudagsskúli fyri tey, ið tíma tað, onkur hendinga tiltøk av øðrum slagi. Og tá ið tey koma í skúlaaldur, koma so kvøldskúlatilboð- ini og aðrar ítróttargreinar afturat. Tað er sum so OK, ein kann ikki fáa alt, ið ein kundi hugsað sær á einum kortini ikki so stórum plássi. Fyri tey gomlu í býnum eru eisini skipaði tiltøk mest sum hvønn dag í vikuni, við dugnaligum starvfólki og til stóra gleði fyri henda bólk av íbúgv- um. Tað er alt samalt sára gott. Men millum tey 12-13 ára gomlu og tey yvir 67 er eitt veldugt glopp. Tey ungu hava tveir møgu- leikar: ítrótt ella møtir. Tey tilkomnu tykjast vera nøgd við parabolirnar og ein Havnatúr í bilinum við hvørt. Tað er eyðsæð at meirilutin helst er væl- nøgdur, tey hava jú valt nú- verandi býráð og munnu tí ikki halda orsøk vera til broytingar. "Gongur tað kanska ikki óluksáliga væl við vinnulívinum?" Hetta tykist vera niðurlagið. Men tað finst kortini ein stórur minniluti her á staðnum, sum kennir seg fullkomu- liga knúskaðan av líkasæla meirilutanum. Trupulleikin er bert, at so skjótt tú hevur hug at seta onnur krøv fram, er tað sum um svarið er so einfalt "dámar tær ikki hetta, so kanst tú bara fara onkra aðra staðni". Lætt sloppið og neyvan haldgott í longdini, málið kann væl ikki verða, at vit øll skulu vera eins og dáma øll tey somu tingini. Ella at Runavík bert skal vera fyri eitt slag av fólki, sum fær tað tey vilja hava, meðan hini so dánt verða told, so leingi tey tega. Eitt er at kommunan als ikki tykist vilja standa við sína ábyrgd yvirfyri ung- dóminum - t.d. við at út- vega líkinda ungdómshús, har ymisk og fjøltáttað til- boð áttu at verið fyri henda bólkin av borgarum. Annað er at hon bein- leiðis leggur seg út í og uppá ein fullkomuliga av- oldaðan máta ger seg til klóku mostir hjá okkum øllum, sigur okkum hvat okkara ungu skulu gera og ikki gera og leggur fót fyri at ein sum Kenneth Ras- mussen sleppur so mikið sum at royna at fáa eitt- hvørt á føtur fyri henda bólkin. Tað er forkastiligt og ber boð um ræðandi snævurskygni. Tí hvør orkar at blíva við at royna og royna at gera nakað nýtt í einari kommunu, sum sær tað sum sína fremstu upp- gávu at vera dadda hjá sín- um borgarum og sum drívir missiónsvirksemi av bý- ráðskrivstovuni? Gamaní, tað skal vera pláss fyri tí virkseminum eisini og tað er óivað fyri at føra tílíkan politikk, at tey sum settu seg tvørt fyri í hesum førinum eru vald. Men eitt er at geva pláss fyri tí anda- liga og skikkiliga, annað er at køva alt sum fer út um teirra persónliga mark, bara tí at tey ikki kundu hugsað sær at luttikið í tílíkum "ólevnaði". Hvussu høvdu tey hugsað, um tey "verðs- ligu" á sama hátt fóru inn og saboteraðu sunnudags- skúlavirksemið á staðnum, tí at tað ikki samsvaraði við teirra uppfatan av sunnum ítrivi fyri smábørn? Eg eri farin at stúra fyri hvussu ungdómurin hjá mínum børnum fer at laga seg, um tey framhaldandi fara at búgva her. Misskil meg ikki, eg havi ikki nak- að ynski um at mínar døtur partout skulu drekka seg frá sans og samling hvørt vikuskifti, tá tær koma í tann aldurin. Men eg vil 1000 ferðir heldur at tær sleppa at traðka síni fyrstu fet út í eitt livandi ung- dómslív á staðnum, har tær búgva, enn at tær skulu verða noyddar at leita sær uttanbýggja fyri at sleppa í býin. Fyri meg er tað hug- stoytt at hugsa sær, at valið hjá teimum kemur at vera avmarkað til ungdómsmøti á Glyvrum ella í Berøa ella rukkukoyring til Havnar í vikuskiftinum. Okkurt til- boð átti at verið, sum lá onkustaðni harímillum. Sum nú eitt dansistað her á staðnum. Eg havi fult álit á, at tey ungu í dag sum heild duga at handfara tað at tað verður skonkt eitt stað, og tey sum ikki duga sær hógv skulu nokk koma sær í óføri, sama um dansi- og skeinkiloyvi verður aftur- hildið í Runavík. Tey hava brúk fyri øðrum og meira enn forboðum, um tey skulu røkkast og hjálpast. Tað einasta tú fært burturúr at nokta at hava slík tilboð her á staðnum er, sum onn- ur hava gjørt vart við, at sannlíkindini fyri fleiri syndarligum ferðsluvan- lukkum standa við og økjast. Tey sum hava tikið av- gerðina um at nokta Kenn- eth Rasmussen loyvi at skipa fyri dansi við skeinki- loyvi, hava fylgt ov illa við í hvat ið fer fram í Runavík anno 2004. Ella eisini velja tey at lata eyguni aftur fyri tí og vaska sínar hendur. Mær er sagt, at tey 15-16 ára gomlu gjalda tilvildar- ligum bilførarum fleiri hundraðtals krónur fyri at sleppa til Havnar. Ynskja foreldrini veruliga at hetta skal halda fram? Fara tit at velja hasi fólkini enn eina- ferð? Vónandi ber tað til at broyta hasa púra høpisleysu avgerðina; tó vita vit at mál hava mangan verið súltað og tað kunnu helst ganga fleiri ár áðrenn ein møgu- leiki sum hesin aftur kemur á býráðsborðið. Um tit ong- um øðrum vilja lova framat at gera nakað fyri ung- dómin, gerið so um ikki annað okkurt sjálvi! Út- vegið eitt nútímans ung- dómshús at byrja við. Ella skal tað í alla framtíð bara eita: Runavíkar kommuna - ein kaikantur í menning? Heidi Petersen Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Umrøða á løgtingi 4.mars 2004, av svari frá Jógvan við Keldu, landsstýris- manni, uppá fyrispurning frá Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, løg- tingskvinnum um skipaðan kvinnuhandil í Føroyum. Takk fyri svarið. Tað framgongur av svarinum at landsstýrismaðurin hevur tikið málið í álvara, og er tað at frøðast um. Landsstýrismaðurin kemur í svarið sínum inn á ST samtyktina um sátt- málan um at stríðast ímóti skipaðum kriminaliteti tvørtur um landamørk. Eisini nevnir hann, at sum ein liður í hesum arbeiðið, er eitt gerðaskjal samtykt, um at basa mannahandli við serligum denti á handli við kvinnum og børnum, har endamálið er í fyrstu atløgu at fyribyrgja, at kvinnur og børn verða seld yvirhøvur, og í aðru atløgu at hjálpa offrunum. Upplýst verður at danir staðfestu sáttmálan og gerðaskjalið á heystið 2003. Og eg eri sera fegin um at landsstýrismaðurin nú vil taka stig til at fáa sáttmálan lagdan fyri Løg- tingið, eg gangi út frá at tá landsstýrismaðurin leggur sáttmálan fyri tigið, at tað eisini umfatar gerðaskjalið. So um úrslitið av fyri- spurningi okkar, verður ein Løgtingssamtykt um at seta í gildið ST sáttmálan um at stríðast ímóti skipaðum kriminaliteti tvørtur um landamørk, við gerðaskjal- inum um mannahandli við serligum denti á handli við kvinnum og børnum, so meti eg at fyrispurningur okkara hevur tænt einum góðum endamálið. Fyri framtíðina verður so ongin yvi um hvørjar reglur eru galdandi í Føroyum um slík mál. Tó er eitt sum undrar meg stórliga í svarið lands- stýrismannsins uppá fyri- spurningin um lýsing í Føroyskum bløðum við út- lendskum kvinnum, og tað er, at hann skítir seg undir, og sendir fyrispurningin beinleiðis til fútan. Var ætlan okkara at spyrja danskar myndulleikar eftir á hvønn hátt og hvussu vit skipa okkum í Føroyum, so høvdu vit sent spurningin beinleiðis til fútan. Tað var júst fyri at fáa landsstýris- mannsins hugsan um mál- ið, at vit settu honum fyri- spurningin. Eisini er tað undrunar- vert, at tá vit spyrja um lýsing í føroyskum bløðum við útlendskum kvinnum, at landsstýrismaðurin eisini her skítir seg beinleiðis undir svar fútans um, at hetta er ein konttakt lýsing, sum hevur til endamáls at hjálpa fólki at koma í samband hvørt við annað, og at revsilógin ikki bannar lýsing av slíkum slag. Kann landsstýrismaðurin vísa mær eina einastu lýs- ing í føroyskum bløðum har einligir menn ella einligar kvinnur lýsa eftir einum hópi av fremmandum kon- taktum? Ella sum tað stendur í lýsingin: Ynskja tygum samband við thailendskar, kinesiskar ella russiskar kvinnur í øll- um aldri: Tað er mær vitandi ikki komið fyri. Henda lýsing vit spyrja um er týðuliga merkt av at talan ikki er um eina vanliga kontaktlýsing, har ein maður/kvinna søkir samband við eina kvinnu/ mann, men at ein millum- maður bjóðar hópin av kvinnum fram, og í sam- røðuni við mannin fram- gongur at eisini peningur er uppi í. Málsøki viðvíkjandi revsirættinum er danskt, og tí vendir landsstýrismað- urin sær beinæeiðis til fútan og biður hann um við- merkingar viðvíkjandi lýs- ingini, og svarar hann at lýsingin ikki er haldgott prógv fyri at skipaður kvinnuhandil fer fram í Føroyum. Men hetta svarið førir meg til spurningin um alt skal meldast til fútan, um nakað skal verða kanna nærri í hesum samfelagi. Er eingin eftirlitsmyndlleiki til í Føroyum? Ella hvussu? Men álvara tos lands- stýrismaðurin, er hetta ikki eitt greitt tekin um at ongin í Føroyum varar av einum so tíðandi øki sum revsi- rættinum, skulu vit ikki taka okkum saman og yvirtaka málsøki sum skjótast, tað er í hvussu so er mín niðurstøða eftir hesa viðgerðina av málinum. At búgva í Runavík anno 2004 C M Y K 11 10