mikudagur 10. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 48 - 10. mars 2004
Nr. 48 - 10. mars 2004
9
Íslendingar duga
betri at fáa burtur úr
ferðavinnuni, enn
føroyingar gera. Ein
partur av muninum
er infrastruktururin,
sum er nógv betri í
Íslandi, heldur leið-
arin á føroyska sjó-
mansheiminum í
Reykjavík
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík:
Íslendingar
duga nógv betur enn føroy-
ingar at vinna pening burt-
ur úr ferðavinnuni, heldur
Rúni Hentze, sum er leiðari
á Sjómansheiminum Ørkini
í Reykjavík.
– Íslendingar fáa pengar
burtur úr øllum, sigur Rúni
Hentze. Men teir eru eisini
betri útgjørdir, enn føroy-
ingar eru, til at taka í móti
fremmandum ferðafólki.
Her er alt, sum fólk kunnu
hugsa sær, vísir hann á. Og
tað, sum einamest hevur
skapt alt hetta, er hugflogið
hjá teimum, sum starvast í
ferðavinnuni ella hava hana
sum hjávinnu.
– Íslendingarnir tykjast
síggja møguleikar í øllum.
Hvørt tarablað og hvørt
rossatjóður verður umsett
til pening frá fremmandum
ferðafólki, sigur hann.
Sjálvandi hava íslend-
ingar betri umstøður og
størri møguleikar á so
mangan hátt, enn føroying-
ar hava, ásannar Rúni
Hentze. Landið er størri og
fjølbroyttari við nógvum
náttúrumøguleikum, sum
fáur annar hevur.
Men hann heldur kortini,
at tað, vit hava at bjóða í
Føroyum, verður ikki nóg
væl gagnnýtt.
– Tað er heilt vist, at kóp-
arnir vestantil undir Sand-
oynni og fyri tann skuld
kring
allar
oyggjarnar,
høvdu langt síðan verið
gjørdir til ferðavinnumál,
um íslendingar høvdu teir.
Hygg bara at Húsavík á
NorðurEysturlandinum,
sigur hann og sipar til, at
har hava tey upp á eini
fimm ár bygt upp eina
størri vinnu við einum
hvalasavni og útferðum við
skipi at hyggja at hvali.
Serliga er tað stórhvalurin,
sum hevur áhuga hjá ferða-
manninum, sum fegin vil
gjalda fitt av peningi fyri at
síggja hetta stóra djórið.
Eitt annað, sum íslend-
ingar eisini tykjast duga
betri enn føroyingar, er at
veita tænastu, heldur Rúni
Hentze.
– Ikki tað, at føroyingar
ikki eru blíðir og fyrikom-
andi, men við hvørt noyðist
ein kortini tíverri at ásanna,
at tænastan er ikki tann
optimala, tá ein hevur við
fremmandafólk at gera.
Hetta duga íslendingar
nógv betri, heldur hann.
Leiðari á kunningarstov-
uni í Hveragerði á Auður-
landinum, er hálvi føroy-
ingurin Davíð Samúelsson.
Hann ásannar, at tað iva-
leyst er okkurt, føroyingar
hava eftir at læra í ferða-
vinnuni. Og sumt kunnu
teir ivaleyst eisini læra av
íslendingum.
– Men íslendingar duga
heldur ikki alt til tað full-
komna, sigur hann. Tak nú
hesar bóndagarðarnar, har
fólk eru farin undir at taka í
móti ferðafólki. Tey selja
mjókakvoturnar og byggja
summarhús. Duga ikki eitt
orð av fremmandamáli, og
so verður tað eisini hareftir,
sigur hann.
Jú, rætt er, at íslendingar
duga betur í summum før-
um, men aðrastaðni eru
føroyingar eisini væl við,
sigur Davíð Samúelsson.
So kanska kunnu vit eisini
læra okkurt hvør av øðrum,
heldur hann.
Íslendsk skúlabørn
fáa dagliga heitan
mat á skúlanum fyri
einar 25,- krónur í
okkara peningi.
Skipanin er gomul
og riggar so væl, at
eingin grund tykist
vera til at broyta
nakað
VITJAN
Edvard Joensen
Aratunga á Suðurland-
inum:
Bæði í barna-
garðinum og pensionista-
felagnum eta tey døgurða
úr skúlakøkinum í Ara-
tungu í Bláskógabyggð á
Suðurlandinum í Íslandi.
Og tey gjalda bara um-
leið 25,- krónur í okkara
peningi um dagin.
Tað steðgar ein bussur
uttan fyri skúlan hjá
Bláskógar Kommunu, og
eitt ferðalag við føroy-
ingum kemur úr honum.
Hetta eru fólk frá før-
oysku kunningarstovun-
um, Ferðaráðnum og
onkur blaðmaður, sum
eru á vitjan hjá íslendsk-
um
ferðavinnufólki.
Vertur í dag er Ásborg
Arntórsdóttir, sum er
ferðamálafulltrúi
í
Árnessýslu á Suðurland-
inum.
Vit hava ferðast um
Suðurlandið fyrrapartin
og fara nú at fáa okkum
døgurða i skúlakøkinum,
greiðir Ásborg Arntórs-
dóttir frá.
Hon veit at siga frá, at
skúlin, vit nú eru stødd í,
er bygdur í 1928, og
longu árið eftir, í 1929,
fór kommunan undir eina
skipan við mati til skúla-
børnini, sum so við og
við er víðkað til eisini at
umfata bæði barnagarðs-
børn og pensionistar í
kommununi.
Tað eru fleiri slíkar
skipanir í Íslandi, greiðir
hon frá. Men ikki allar
eru líkar kortini.
Í Bláskógar Komunu
búgva umelið 1.000 fólk,
sigur Ásborg, og her eru
bæði barnagarður og
framheildsdeild í skúlan-
um, umframt ítróttartil-
boð, musikskúli og slíkt,
sum væntað verður av
eini kommunu í dag.
Komin inn í matarhøll-
ina verða vit móttikin av
manni, sum kunnar seg
sum Ragnar Ragnarsson,
borgarstjóra í kommun-
uni. Hann er eisini komin
at fáa sær steikt seyða-
kjøt við brúnum eplum,
grønmeti
av
ymsum
slagi, reyðkáli og brúnari
sós. Og mjólk afturvið.
Nógva mjólk drekka tey
afturvið matinum, greiða
tey frá. Serliga í skúlan-
um.
Vit leggja til merkis, at
eisini fleiri eldri fólk,
serliga gamlir menn, sita
í rúminum og eta.
– Jú, hetta eru pension-
istar í kommununi, sum
koma higar at fáa sær
døgurða. Teir, sum eru so
birgir. Onnur fáa hann
koyrdan heim. Fyri sama
prís sum skúlabørnini.
Og so er tað barnagarð-
urin, sum eisini fær mat-
in koyrdan út til stovnin,
sigur
Ásborg,
ferða-
vinnufulltrúi.
Hon greiðir frá, at trý
fólk arbeiða í skúlakøk-
inum og umleið hálvt-
annaðhundrað fólk eta
dagliga døgurða frá teim-
um.
Skúlin verður ikki bara
brúktur til vanliga undir-
vísing,
sigur
Ásborg
Arntórsdóttir.
Børnini
eru her allan dagin. Eftir
vanliga skúlatíð er tað
ítróttur, tónleikur og hvat
nevnast kann, sigur hon.
So hetta er í grundini
teirra heimur frá tíðliga á
morgni til nakað væl út á
seinnapartin.
Íslendingar duga betur
enn føroyingar
Góður og bíligur
skúlamatur
Ásborg Arntórsdóttir hevur kend ferðamál sum bæði
Gullfoss og Geysir í øki sínum
Mynd: Edvard Joensen
Skopuningur og heimasandamaður hittast í Reykjavík. Sólvit Simonsen, h.m. er stokkin inn á gólvið hjá Rúna Hentze, leiðara á
Ørkini, sum heldur, at føroyingar hava nógv at læra av íslendingum i ferðavinnuhøpi
Mynd: Edvard Joensen
Íslendingar eru heldur ikki
lítaleysir og kunnu hinvegin
eisini læra okkurt av
føroyingum, heldur Davíð
Samuelsson, leiðari á
kunningarstovuni í
Hveragerði á Suðurlandinum
Mynd: Edvard Joensen
Nýggi stjórin í
Maersk Air hevur
ætlanir um samstarv
við flogfeløgini í
norði um at sleppa at
flyta ferðafólk frá
hesum feløgunum
longur suður í Europa
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Danska flogfelagið Maersk
Air ynskir samstarv norð-
ureftir. Ein av møguligu
samstarvsfeløgunum
er
føroyska flogfelagið Atlan-
tic Airways.
Nýggi stjórin í Maersk
Air, Finn Øelund, hevur
latið leka út, at hann ynskir
samstarv við fleiri flogfe-
løg norðan fyri í kappingini
um ferðafólk úr Danmark
suður í Europa.
Per Brinch, kunningar-
stjóri í Maersk Air, sigur, at
hugsanin hjá stjóranum í
felagnum er at royna at fáa
í lag samstarv við øll flog-
feløg, ið halda til norðan
fyri Danmark. Her undir
eru so feløg sum Finnair,
Norwegian, Air Greenland,
Iceland Air og tað føroyska
Atlantic Airways.
Magni Arge, stjóri í
Atlantic Airways váttar, at
hann hevur drukkið kaffi
saman við Finn Øelund,
stjóra á Maersk Air. Meira
er ikki at siga um hendan
leikin hjá nýggja stjóran-
um, sigur Magni Arge.
Ongar veruligar samráð-
ingar sum so hava verið
millum partarnar.
Hann metir gongdina við
nýggju
tilboðunum
og
átøkunum hjá Maersk Air
soleiðis, at felagið er mest
áhuga í at flúgva suðureftir,
og kanska vil hava sam-
starv soleiðis, at Atlants-
flog kan lata ferðafólk úr
Føroyum til ruturnar hjá
Maersk Air longur suður í
Europa.
Við nýggjari vatn-
leiðing úr Leitisvatni
fer Miðvágs Komm-
una at tryggja, at
vatnið í bygdini altíð
er púra reint
VATNLEIÐING
Edvard Joensen
Miðvági: Miðvágs Komm-
una leggur nýggja vatn-
leiðing úr Leitisvatni og fer
sostatt at tryggja borgarun-
um reint vatn í framtíðini.
Miðvingurin Mikkjal á
Ryggi bað í einum av
mongu
sálmum
sínum
Pætur fara út á dýpið við
nót síni. Tað gjørdi hann so
við góðum úrsliti. Nú royna
bygdarmenn Mikkjals at
gera tað sama við vatn-
leiðingina í bygdini. Teir
fara út á dýpið á vatninum,
og vænta at fáa líka gott
úrslit, sum Pætur gamli
fekk í síni tíð.
Miðvágs Kommuna hev-
ur gjørt av at leggja nýggja
vatnleiðing
einar
140
metrar út í Leitisvatn við
Gróthústanga. Nýggja inn-
takið fer at liggja á átta-
níggju metra dýpi, sigur
Georg Hansen, kommunu-
skrivari í Miðvági. Hetta
fer at gera, at tað altíð
verður reint vatn, ið tikið
verður inn í reinsiverkið.
Liggur inntakið ov nær
landi, ella á ov grunnum
vatni, er vandi fyri, at
grugg kemur í, tá vindur
ella áarføri er, sum kann
skola runu og annan lort
við sær út frá landi.
Nýggju vatnrørini, sum
eru tvey í tali, eru strekt út
á vatnið og fortoyað, men
skulu leggjast á botn, har
tey verða fest við serligum
festum.
Hetta
arbeiðið
verður gjørt av froskmonn-
um, og verður tað væntandi
einaferð í næstu viku, sigur
Georg Hansen. Hetta skal
eisini gerast, tá líkindi eru
til tess.
Tá sjálv leiðingin er løgd,
er okkurt smávegis eftir at
gera inni á sjálvum reinsi-
verkinum, áðrenn nýggja
vatnleiðingin kann takast i
brúk. Øll verkætlanin fer at
kosta Miðvágs Kommunu
einar 300.000,- krónur,
sigur kommunuskrivarin.
Miðvágs Kommuna hvur
nýtmótans vatnreinsiverk,
har vatnið fyrst fer í gjøg-
num sandfyltur, áðrenn tað
verðu strálað fyri síðan at
fara út í vatnleiðingina til
brúkaran.
Hendir tað, at onkrir
partiklar fara ígjøgnum
sandfyltrini, kann tað ger-
ast ein trupulleiki í strál-
ingini. Men nú, inntakið er
lagt út á djúpt vatn, skuldi
hesin møguleikin verið
burtur, heldur Georg Han-
sen.
Vatnleiðingsbrot var í
fjør orsøk til rættiliga stórar
trupulleikar við vatninum í
Miðvági. Ein partur av
hesum komst av, at vatn-
leiðingin tá lá undir koyri-
vegi, og tí var heldur trup-
ult at finna brotið. Hesum
hava tey nú lagt upp fyri í
Miðvági og hava lagt
nýggju vatnleiðingina so-
leiðis, at altíð ber til at
koma at henni.
Miðvágs Kommuna ar-
beiðir eisini við nýggjum
útstykkingum í framhaldi
av verandi bygging Norður
í Heiðum. Eini 15 grund-
stykki eru á veg har, sigur
kommunuskrivarin.
Eisini eru menn í ferð við
at gera gøtur í viðalundini á
Tungu niðan fyri kirkjuna,
sigur hann.
Maersk Air vil samstarva við Atlantic
Stendur tað til stjóran í
Maersk Air, Finn Øelund,
verður samstarv millum
Maersk Air og Atlantsflog um
ferðafólk, sum ferðast úr
Føroyum suður í Europa
Nýggj
vatn-
leiðing
í Miðvági
Sum ein annar ormur liggur
vatnleiðingin hjá Miðvágs
Kommunu smáar
hálvtannaðhundrað metrar
út eftir Leitisvatni, áðrenn
rørini verða søkt og fest í
botn við serligum festum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
9
8