mikudagur 10. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 48 - 10. mars 2004
Nr. 48 - 10. mars 2004
7
Til eina mótasýning á
handilsskúlanum á
Kambsdali gekk 20
ára gamla Unn Bald-
ursdóttir í klæðum,
sum hon sjálv hevur
gjørt. Tað er nakað,
sum Unn dámar av-
bera væl, og hon
hevur ætlanir um at
fara á sniðgevara-
skúla, sigur hon
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Unn Baldurs-
dóttir hevur havt áhuga fyri
seyming, síðani hon var
smágenta. Hon minnist
aftur á, at hon plagdi at sita
upp yvir langommu sínari,
meðan hon seymaði. Lang-
omma Unn var tiltikin
dugnalig at seyma.
– Eg minnist, at eg plagdi
at gleða meg til eg bleiv
størri, so kundi langomma
læra meg at seyma, greiðir
Unn frá.
Hon seymar ikki nógv
fyri onnur, men tað hevði
hon væl kunnað hugsað
sær. Tað er bara ikki vorðið
til tað enn. Og tann stóra
framtíðar ætlanin er, at hon
skal fara á sniðgevara
skúla. Tað skal helst vera
onkra aðrastaðni enn í Dan-
mark.
Alt er móti
Tá prátið fellur inn á móta,
hevur Unn greiða meining
um, hvat tað er fyri nakað.
Hon heldur, at mótin í dag
er fínur, tí alt er loyvt.
– Mær dámar væl 60´
70´og 80´ ara mótan, og ein
sær eitt sindur av øllum
aftur í dag. Kanska serliga
mótin úr 80´unum er á veg
fram aftur, so hann er ser-
stakliga spennandi, sigur
hon.
Unn seymar ikki øll síni
klæði. Hon keypir eisini
ofta klæði til sín sjálvs.
Men sjálv sigur hon, at hon
kennir seg betur í klæðum,
sum hon sjálv hevur seym-
að. Stílurin hjá Unn er nak-
að "flipputur", sum onkur
vildi sagt, við løgnum
samansetingum í litum,
sniði og so framvegis. Men
henni klæðir tað, og hon
kennir seg væl í teimum.
Hon sigur, at hon ofta
hevur fingið skotið í skógv-
arnar, at tað ikki er føstu-
lávint, tá hon skal ein túr í
býin ella okkurt annað ser-
stakt, har hon sjálv hevur
gjørt sær eitt sett at fara í.
MTV
Unn veit væl, at hennara
stílur er serstakur, og at
summi undrast á hann. Men
haraftur ímóti, so rennur
hon seg sjáldan í persónar,
sum eru í líka klæðum sum
hon.
Serliga í fyrstuni, tá hon
byrjaði at seyma klæðir,
fekk sín íblástur frá MTV.
- Har er altíð okkurt smart
og annaðleiðis at heinta,
sigur hon við einum smíli.
Unn vil fegin læra meira
innan sniðgeving, tí hon
heldur seg ikki duga nóg
væl at tekna mynstur og
annað. Og tað er tað, sum
hon vil læra nú, tí hon
heldur, at tá tað kemur til
sjálva seymingina, hevur
hon grundina.
– Grundarlagið við at
tekna og sniðgeva manglar
mær, og sum eg havi skilt,
so er tað eitt krav fyri at
kunna koma inn á skúla, so
tað verði eg noydd at gera
meira við, um eg skal gera
mær nakrar tankar um at
koma inn á skúla, sigur
hon.
Eingangsklæði
Unn sigur, at klæðini, sum
hon seymar aloftast eru
eingangsklæði. Tað vil siga,
at hon sjáldan fer í tey fleiri
ferðir.
– Tá eg skal okkurt,
seymi eg til mín sjálvs,
ístaðin fyri at fara út at leita
eftir onkrum. Men eg hyggi
ofta at klæðum í handlum,
fari so og keypi toy og so
seymi eg okkurt líknandi
sjálv við egnum sermerkj-
um á, sigur hon.
Unn
hevur
onkuntíð
seymað fyri onnur, men tað
er ikki nakað, sum hon
hevur gjørt nógv við. Hon
greiðir frá, at hon seymaði
ein búna til ein tónleikara,
sum skuldi framføra til Prix
Føroyar.
– Tað var spennandi, eg
seymaði ein indianarabúna
til hansara. Og eg slapp at
brúka mítt egna hugflog, so
tað dámdi mær væl, sigur
Unn. Men hon heldur sam-
stundis, at mamma hennara
fekk nóg mikið av øllum ta
tíðina, tí alt húsið fleyt í
toyið, perlum og øðrum ,
sum Unn nýtti til búnan.
Foreldur hennara stuðla
annars Unn fult í hennara
ítrivi. Tey siga, at hetta er
ein gáva, sum Unn hevur
fingið, og tey taka tað sum
eina sjálvfylgju, at hon fær
pláss og tíð til at dyrka
hana.
Unn gongur á FHS á
Kambsdali, og hon hevur
ikki endaliga tikið avgerð,
um hon fer víðari á HH ella
fer at leggja seg meira eftir
at røkka dreymi sínum um
sniðgevaraskúla.
– Fyrst skal eg bara hava
FHS afturum, so fáa vit at
síggja, sigur 20 ára gamla
Unn Baldursdóttir.
Ger síni egnu klæði
20 ára gamla Unn
Baldursdóttir úr
Klaksvík hevur í fleiri
ár gjørt síni egnu
kllæði
Mynd: Jonhard Hammer
Her fyri gekk Unn mótaframsýning á Handilsskúlanum á Kambsdali
Mynd: Jonhard Hammer
– Eg fái íblástur frá MTV. Har er ofta nógv smart at síggja,
sigur Unn Baldursdóttir
Eg havi onki sæð til nakra njósning
– Um russiskir sjó-
menn hava njósnast í
Føroyum, veit eg ikki.
Eg veit bara, at eg havi
so ikki merkt nakað
óvanligt, sigur Árni
Dam á Skipafelagnum,
sum hevur umboðað
russisk skip í Føroyum
í næstan 60 ár
REYÐA BÓK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi ongantíð verið
varugur við nakað sum
helst.
Ongin føroyingur hevur
havt so nógv við russisk
skip at gera, sum Árni Dam
á Skipafelagnum.
Skipafelagið hevur um-
boðað russisk skip í Før-
oyum síðani 1947 og sjálv-
ur hevur Árni Dam tikið
sær av hesum uppgávunum
síðani 1978.
Í Reyðu Bók verður róð
framundir, at russisk fiski-
skip Føroyum njósnaðust
fyri russisku fregnartænast-
una.
Hetta vóru bæði skip,
sum fiskaðu undir Føroy-
um og skip, sum vóru á før-
oyskum skipasmiðjum eftir
at avtala varð gjørd ímillum
Føroyingar og russarar um
at umvæla russisk skip í
Føroyum.
Tað veit Árni Dam í
hvussu so er, onki um.
Tó heldur hann fyri, at øll
lond hava røkt síni egnu
áhugamál og hava roynt at
savna sær uplýsingar sam-
an av ymsum slagi.
– So, hvat ið er rætt og
hvat er skeivt í hesum føri,
eri eg ikki førur at svara fyri.
Men Árni Dam hevur í
hvussu so er ikki lagt merki
til nakað og hann hevur
onki, uttan alt tað besta, at
bera russisku sjómonnun-
um.
– Eg havi ongantíð ansa
eftir nøkrum sum helst
løgnum. Eg havi onki sæð
og onki hoyrt og ongin
hevur nakrantíð spurt meg
um nakað sum helst, sigur
Árni Dam.
Og hann hevur heldur
ikki lagt nakað annað til
merkis enn tað, at russiskir
fiskimenn vóru annað enn
júst fiskimenn.
Tað er heldur ongin av
mínum undanmonnum í
hesum arbeiðnum, sum
kennir nakað sum helst til
nakra njósning.
Eitt, sum verður ført fram
í Reyðubók, er, at lastin á
onkrum av hesum fiski-
skipum, hevði ongi sum
helst tekin um, at fiskur
hevði verið í teimum.
– Tað veit eg ikki. Men av
teimum skipum, sum komu
higar til umvælingar, var
talan í summum førum um
skip, sum høvdu ligið fyri
teymi í fleiri ár, so tað var
kanska ikki so undarligt, at
onki sást til fisk í lastini.
Trupuleikar eina ferð
Hann sigur, at tað hava
heldur ikki verið stórvegis
trupuleikar ímillum russar-
ar og føroyingar.
– Samstarvið við russarar
hevur verið ógvuliga gott,
tað er tað einasta, eg kann
siga um teir.
– Einastu trupulleikar, vit
hava havt, var tá ið tað
fyrsta skipið kom á Skála
Skipasmiðju til umvæling-
ar fyrst í áttatiárunum.
– Tá østi eitt ávíst blað
(Dagblaðið, blm.) føroy-
ingar upp ímóti russarunum
og tað førdi til, at ungdóm-
ar herjaði á Skála Skipa-
smiðju at kasta egg og
annað líkt og ólíkt, eftir
russisku sjómonnunum.
– Men eftir eina grein í
Sosialinum beint aftaná,
helt alt tað uppat og síðani
hava als ongir trupuleikar
verið.
Árni Dam sigur, at før-
oyingar eru ógvuliga høgt í
metum ímillum russarar og
tað er onki fólk, sum teir
meta hægri enn føroyingar.
Annars biðjur Árni Dam
okkum takka føroyingum
og serliga sjómanskvinnu-
ringunum, so hjartaliga frá
russisku útgerðarfeløgun-
um fyri allar tær stórfingnu
jólagávurnar, sum russisku
sjómenninir fingu til jóla.
– Tað ger ikki so nógv,
at landsstýrismaðurin
hevur gjørt av at út-
seta ætlanina um øk-
isterapi eitt sindur,
sigur Sinnisbati, sum
er felagið hjá teimum
sálarsjúku
ØKISTERAPI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit eru slett ikki til reiðar
at taka ímóti nakrari økis-
terapi til sálarsjúk enn.
Soffi Egholm, forkvinna
í Sinnisbata, sum er felagið
hjá teimum sálarsjúku, hev-
ur ikki so nógv ímóti, at
ætlanin at seta økisterapi til
sálarsjúk í verk í Føroyum,
er útsett eitt sindur.
Fyrr í vikuni boðaði
landsstýrismaðurin í al-
manna og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, frá í Út-
varpinum, at av tí at fíggj-
arliga orkan varð avmark-
að, fór hann í fyrstu syftu at
raðfesta sjálva grundtæn-
astuna hjá Heimarøktini
fremst. Sostatt fór ætlanin
at seta økisterapi í verk
kring landið, at verður út-
sett fyribils.
Júst økisterapi hevur ver-
ið eitt av fremstu hjartamál-
um hjá felagnum Sinnis-
bata.
Men forkvinnan í felagn-
um hevur kortini ikki so
nógv ímóti, at drála verður
á við ætlanini økisterapi.
– Veruleikin er, at tað ber
slett ikki til at seta nakra
økisterapi í verk sum er,
sigur Soffi Egholm, for-
kvinnan í Sinnisbata.
Kommunurnar ikki
fyrireikaðar
Soffi Egholm sigur, at
økisterapi setir stór krøv til
tær ymsu kommunurnar
kring landið. Men, sum
støðan er nú, eru tær yvir-
høvur ikki til reiðar at taka
ímóti nakrari øksiterapi.
Og hon sigur, at tær for-
treytirnar mugu fáast í rætt-
lag, áðrenn nøkur økister-
api verður sett í verk.
– Tað krevjast stórar fyri-
reikingar at seta eina økis-
terapi í verk og tann fyri-
reikingin er ikki gjørd enn,
sigur forkvinnan í Sinnis-
bata.
Endamálið við økisterapi
er, at fólk skulu kunna fáa
búgva í heumbygdini og fáa
sálarliga viðgerð har, ístað-
in fyri at noyðast til Havnar
á sjúkrahús.
– Tað merkir sostatt at
umstøður skulu gerast í
heimbygdini, so at tey
kunnu búgva heima og enn
hava
ongar
kommunur
gjørt seg til reiðar at taka
ímóti teimum sálarsjúku.
– Eitt nú er tað neyðugt at
fyrireika heimarøktina kring
landið til at taka ímóti sálar-
sjúkum.
Millum
annað
merkir tað, at tey, sum ar-
beiða í heimarøktini, skulu
eftirútbúgvast, bæði fyri at
hava tað fakliga í lagi og fyri
at læra seg til at sínamillum
samveru við sálarsjúk
Somuleiðis skulu venj-
ingarmiðstøðir setast á
stovn, har tey sálarsjúku
kunnu fáa venjing í at klára
seg í einum samfelag.
– Sálarsjúk, sum hava
verið innløgd á sjúkrahús í
longri tíð, skulu fyrireikast
væl, fyri at kunna klára seg
í samfelagnum. Tað eru
ógvuliga nógvir smálutir,
sum tey sálarsjúku skulu
fyrireikast til, fyri at klára
seg í samfelagnum.
– Bara tað, at fara eini
ørindi á Posthúsið, krevur
venjing, tí tað hava tey
kanska ongantíð roynt fyrr.
– Tá ið tey hava verið
innløgd, hava tey heldur
ikki fingið løn og tí krevur
tað eisini venjing at fara til
handils og at fáa pengarnar
at røkka, tí alt hetta, og
nógv annað, eru viðurskifti,
sum tey eru púra óvon við
og tískil mugu læra.
Goymt og gloymt
Soffi Egholm sigur, at tey
sálarsjúku eru eitt øki, sum
bæði hevur verið goymt og
gloymt.
– Kommunurnar hava
ikki raðfest økið yvirhøvur
og tí eru tær als ikki til reið-
ar at taka ímóti nakrari
økisterapi.
Men forkvinnan í Sinnis-
bata sigur, at nú er gongd
sett á arbeiðið við økisterapi.
– Økisterapi er sett í sam-
gonguskjalið og tí er ongin
vegur aftur.
Hon sigur, at nú fer Sinn-
isbati at ferðast kring land-
ið at tosa við kommunurnar
um økisterapi fyri at fáa tær
at seta pening av á fíggjar-
lógini til økið.
– Vit fara at greiða
kommununum frá, at tá ið
næsta fíggjarætlanin skal
leggjast, er tað eitt øki sum
eitur
økisterapi,
sum
kommunurnar koma at fáa
eina ábyrgd av, og sum so-
statt eisini eigur at verða
raðfest á fíggjarætlanini.
Samstundis fer felagið at
hava fund við Hans Paula
Strøm, landsstýrismann í
almanna- og heilsumálum
um viðurskiftini.
Á hesum fundinum fara
tey at tosa við landsstýris-
mannin um sálarfrøðiligu
tilboðini og um, hvussu
raðfestast eigur at vera.
Hon sigur, at í løtuni eru
fíggjarligu vánirnar ikki
tær bestu og tað slepst ikki
undan at góðtaka.
– Men fyri tað ber tað
væl til at gera tær neyðugu
fyrireikingarnar, tí tað er
nógv arbeiðið, sum ikki
kostar so nógv.
– Og Sinnisbati fer ikki at
góðtaka, at arbeiðið at seta
økisterapi í verk, verður
slept ella fer ov langt aftur-
um í raðfestingini.
Soffi Egholm sigur, at
sjálvsagt kostar tað pening
at gera eina økisráðgeving.
Men hon heldur ikki, at
talan verður um tær stóru
upphæddirnar, tí talan er
hóast alt um lutfalsliga fá
fólk og tað er ikki neyðugt
at fylla eina økismenning
við læknum.
– Tí eigur økismenning
ikki at verða gjørd til nakað
serligt. Tað átti at verið ein
púra natúrligur partur av
politisku raðfestingunum, tí
hetta snýr seg um, at tey
sálarliga sjúku í hesum
landinum ikki verða gjørd
ómyndug,
sigur
Soffi
Egholm.
Hava einki ímóti at
Hans Pauli steðgar á
Eg havi onki sæð og onki
hoyrt til nakra russiska
njósning í Føroyum, sigur
Árni Dam, sum umboðar
russisk skip í Føroyum
– Í løtuni er samfelagið als ikki til reiðar at skipa fyri nakrari
økisterapi til sálarsjúk. Tað skulu nógvar fyrireikingar til, ikki
minst úti í kommununum og tær mugu gerast fyrst, sigur Soffi
Egholm, forkvinna í Sinnisbata
C
M
Y
K
7
6