mikudagur 10. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 48 - 10. mars 2004
Nr. 48 - 10. mars 2004
5
Kvinnudagshald í Mettustovu
Havi ongantíð verið á
einum kvinnufundi í
Mettustovu áður. Um
eg skal vera heilt er-
lig, má eg viðganga, at
eg havi hildið kvinnu-
felagið verið sum ein
bindiklubba av reyð-
sokkum, sum tóku
synd í sær sjálvum og
prátaðu um, hvussu
óreinir menn eru. Eg
fór so dyggiliga skeiv.
Hetta var bæði áhuga-
vert og læruríkt. Og
avgjørt vert at mæla
øðrum konufólki til
HUGLEIÐING
Eydna Skaale
Klokkan er júst farin av
átta, tá eg parkeri mær bilin
úti á Reyni. Gangi tey fáu
fetini niðan í Mettustovu,
meðan eg royni at ímynda
mær hvat fer fram eitt
sovorði kvøld. Veit, at eg
eri eitt sindur ov sein, men
kanska eg fái okkurt burt-
urúr kortini.
Tá eg tríni inn, hava tær
akkurát ein nátturðasteðg.
Eini 40-50 kvinnur í øllum
aldri og úr øllum samfel-
agsstættum eru saman-
komnar. Politikarar, lærarar
og heimagangandi. Prátið
gongur so lystiligt og av og
á skolar láturin um alt rúm-
ið. Eg fái at vita, at Kinna
Poulsen hevur hugleitt um
kvinnur og list, og at tað er
spell, at eg ikki hoyrdi tað,
tí tað var óalmindiliga gott.
Nakar sita úti í gongini og
roykja, men tá Bergtóra
Hanusardóttir ringir við
eini ringiklokku, koma tær
kvikliga inn og seta seg.
Prátið heldur uppat og and-
litsbragdini gerast álvar-
samari.
Eingin broyting í
tinginum í 25 ár
Karin Kjølbro, fyrrverandi
løgtingskvinna, fær orðið.
Hon tosar um hvat er hent í
javnstøðu- og kvinnumál-
um gjøgnum árini. Og hon
veit hvat hon tosar um. Í
1979 var hon, saman við
Jonu Henriksen, nevniliga
fyrsta kvinnan á tingið.
Hon fortelur um tógva
stríðið um javnstøðulógina
og um alt rumblið, sum
hevur staðist av hesi góðu
lóg. Um sprongdar sam-
gongur og illvilja ímóti
javnstøðuni.
Allatíðina
koma viðmerkingar frá
teimum eldru, sum eru
gamlar í garði og sum
minnast umrøddu hend-
ingar. Av og á eru yngri
kvinnur, sum seta spurn-
ingar.
Eg haldi hetta vera sera
áhugavert, tí hetta er ikki
nakað alment kent, í øllum
førum ikki í mínum aldurs-
bólki. Hvussu nógva tíð og
orku hesar kvinnurnar hava
brúkt uppá hesi ymsu mál-
ini og hvussu nógv tung tøk
tær hava tikið fyri at fáa
kvinnuna
virðismetta.
Nógv av tí, sum eg haldi
vera púrasta sjálvfylgiligt,
hava hesar kvinnurnar barst
fyri. T.d. tað, at eg fái somu
løn, sum mínir mannligu
starvsfelagar. Men eftir
teimum eldru at døma, er
enn langt eftir á mál. Tað
boðar teirra ristan við
høvdinum frá.
– Í 1979, áðrenn nakra
javnstøðulóg ella javn-
støðunevnd, vóru vit tvær
kvinnur valdar inn á ting. Í
dag, 25 ár seinni, eru tær
tíðanverri framvegis bara
tvær, staðfestir Karin Kjøl-
bro at enda.
Stór javnstøðu-ráð-
stevna í mei
Síðani reisir Annika W.
Joensen, forkvinna í javn-
støðunevndini, seg. Hon
greiðir frá eini javnstøðu-
ráðstevnu sum er sett at
verða 10 mei, í samband
við at 10 ár eru liðin síðani
javnstøðulógin varð sett í
gildið. Greitt verður frá
skránni, har kend nøvn
koma at halda fyrilestrar
t.d. íslendska Vígdis Finn-
bogadóttir og víðafarna
Durita Holm.
Í einum horni verður
brádliga eitt øgiligt suss og
at enda reisir ein seg upp og
spyr Anniku, um ikki
javnstøðunevndin átti at
verið eitt sindur meiri sjón-
lig. Um ikki fleiri tiltøk áttu
at verið sett í verk fyri at
kunna fólk um, hvat veru-
liga stendur í javnstøðu-
lógini.
Søkki sjálv spakuliga
niður í stólin, av ótta fyri, at
onkur skal varnast, at eg
faktiskt ikki veit heilt ná-
greinilga hvat stendur í
javnstøðulógini.
Kenni
brádliga
eina
øgiliga
skomm, ikki at vita nakað
um tað, sum hesar kvinn-
urnar hava nýtt meginpartin
av sínum lívi at berjast fyri.
Seti knyklar í brýr og royni
sum frægast at nikka sann-
førandi, meðan eg seti mær
fyri at finna javnstøðu-
lógina -og lesa hana, áðr-
enn eg fari til songar í
kvøld.
Hvat er nátt í 10 ár?
Næsta at taka orðið er
Heidi Petersen, løgtings-
kvinna. Hennara evnið er
gjøgnumgongd av javn-
støðulógini -hvat er nátt og
hvat vantar enn. Hon held-
ur, at hóast talið av ting-
kvinnum er tað sama sum
fyri 25 árum síðani, so er
nógv nátt allíkavæl. Við-
víkjandi møguleikum til
útbúgving er í dag javnt
millum konufólk og mann-
fólk. Tað eru enntá fleiri
gentur á miðnámsskúlun-
um enn tað eru dreingir, og
tað man fara at síggjast
aftur um nøkur ár, heldur
hon. Tá tað kemur til
kvinnulig leiðarastørv er
støðan eisini nógv batnað
síðstu árini. Í dag síggjast
fleiri kvinnuligir stjórar,
deildarleiðarar o.s.fr. Á ein-
um øki haltar tó enn, og tað
er innan undirvísingartilfar.
Meginparturin av skúla-
bókunum eru skrivaðar av
monnum um menn til menn
og dreingir at lesa. Her
verður tó talað at, og sagt,
at so galið er tað heldur
ikki. Tað eru lærararnir,
sum velja undirvísingartil-
farið, og tað er tí upp til
teir, hvørji evni verða tikin
upp í skúlanum.
Hetta setir veruliga ferð á
kjakið og viðmerkingarnar
eru nógvar. Til tíðir stutt-
ligar, til tíðir speiskar.
Skulu dreingir og gentur
hava somu viðfer ella skulu
vit veruliga undirstrika at
kynini ikki eru eins? Hava
dagstovnar
og
skúlar
ábyrgdina av stóru gjónni
millum kynini? Er tað gen-
etiskt ella er tað kanska
uppalingin, sum ávirkar
mest? Og hví eru konufólk
so hervilig at kúga hvørt
annað? Her koma ymsu út-
gangsstøðini hjá ættarlið-
unum greitt til sjóndar.
Nakrar, serliga tær eldru,
tosa út frá kvinnusakini,
meðan aðrar tosa út frá
javnstøðuni. Og her er
veruliga stórur munur á
sjónarmiðunum. Skal dent-
urin leggjast á kvinnuna
einsamalla ella á kvinnuna
javntsetta við mannin?
Kjakið er ornað nú, og
tað er farið at knýpa at lata
bert eina hava orðið í senn.
Decibellini hækka rættiliga
skjótt og at enda tekur
Bergtóra
Hanusardóttir
ringiklokkuna aftur. Tá
nøkulunda friður er fallin,
skjýtur hon upp at hava ein
lítlan steðg, áðrenn farið
verður undir síðsta evnið.
Klokkan er longu blivin
hálvgum ellivu, og onkrar
eru farnar at geispa.
Kvinnuhandil
Tær eru nógvar, sum nýta
høvið at sleppa sær til hús í
steðginum. Tað merkist, at
tað er við at verða seint og
bert eini 20-25 kvinnur sita
eftir, tá ringt verður aftur
við orðstýrara klokkuni.
Men so skjótt byrjað verður
aftur, kemur lív í aftur.
Tosað verður um kvinnu-
handil,
prostitutión
og
striptease. Í hesum málun-
um eru ikki tær stóru
ósemjurnar; allar eru samd-
ar um at nógv mál eru, sum
okkurt má gerast við.
Tosað verður um lýsing-
ina í Dimmalætting herfyri,
sum bjóðaði kvinnur fyri
eitt ávíst gjald og um við-
gerðina hetta málið fekk í
tinginum. Vaksandi talið av
útlendskum damum, sum
gifta seg til Føroya verður
eisini umrøtt, og Elin Plank
frá kvinnuhúsinum greiðir
frá, at tað árliga eru fleiri av
hesum tilflytarunum, sum
søkja sær hjálp í kvinnu-
húsinum, tí tær ikki hava
tað gott hjá føroyska mann-
inum. Okkurt má gerast
fyri at hjálpa hesum kvinn-
unum at fóta sær í føroyska
samfelagnum.
Kjakið
gongur aftur um hvat kundi
og átti at verið gjørt.
Klokkan er brádliga farin
av ellivu og Bergtóra ringir
við klokkuni fyri seinastu
ferð. Nakrar reisast beinan-
vegin og skunda sær út í
myrkrið, aðrar geva sær
betri stundir og práta víðari.
Sjálv gangi eg spakuliga
millum gomlu, tættbygdu
húsini á Reyni á veg oman
til bilin aftur. Kvøldið varð
als ikki sum eg væntaði.
Her vóru harðar og kon-
tantar
meiningar,
sam-
kensla og látur. Hetta vóru
ikki kvinnur, ið sótu hjálp-
arsleysar og tóku synd í sær
sjálvum, men kvinnur við
árræði, visiónum og ikki
minst vilja til at broyta og
bøta. Eitt stak hugnaligt
kvøld, má eg siga. Avgjørt
vert at endurtaka og at
mæla øðrum til, sum hava
bert eitt sindur av áhuga
fyri samfelagnum.
Millum luttakararnar var
eisini Heidi Peteresen, løg-
tingskvinna, sum settu
veruliga gongd á orðadráttin
við síni gjøgnumgongd av
málsetningunum í
javnstøðulógini
Mynd Eydna Skaale
Nógvar kvinnur høvdu leitað
sær oman í Mettustovu
kvinnudagin. Bergtóra
Hanusardóttir var orðstýrari
í tí lívliga kjakinum
Mynd Eydna Skaale
- eftir eru 35 mill. kr.
OLJUPENGAR OG
FØRLEIKAMENNING
Jan Müller
Síðani loyvi vórðu latin til
oljufeløg at leita eftir olju
við Føroyar í ár 2000 hava
feløgini latið umleið 50
mill. kr. til førleikamenning
av ymsum slag, men her
serliga til at menna vinnuna
og ikki minst útbúgvingar-
verkið. Tá feløgini fingu
leitiloyvi bundu tey seg
eisini til at lata eina ávísa
upphædd, sum skuldi fara
til at gera okkum betri før
fyri at vera við í eini olju-
vinnumenning og at møta
avbjóðingunum frá hesi
nýggju vinnu. Samlaða
upphæddin feløgini lótu var
uppá umleið 85 mill. kr.
Nú umleið fýra ár eru farin
av loyvistíðini eru 35 mill.
kr. eftir. Petur Joensen,
sum umsitur førleikapeng-
arnar á Oljufyrisitingini
sigur við Sosialin, at høv-
uðsendamálið er, at peng-
arnir skulu fara til vinnu-
endamál tvs. bæði bein-
leiðis til vinnu og til vinnu-
ligar útbúgvingar.
Nú uppgerð er gjørd yvir
førleikamenningina, vísir
tað seg, at eini 60% av
pengunum eru farnir bein-
leiðis til vinnuna og eini
40% til útbúgvingarverkið.
Taka vit útbúgvingarøkið,
so er tað fyrst og fremst
Fróðskaparsetrið, sum hev-
ur fingið pengar til fleiri av
sínum verkætlanum eitt nú
PHD, útbúgving av olju-
verkfrøðingum ol.
Tað er annars ymiskt,
hvat feløgini leggja seg eft-
ir, tá tey játta umsóknum.
Eitt felag sum Statoil t.d.
hevur í stóran mun lagt seg
eftir at stuðla útbúgvingar-
tiltøkum.
Hyggja vit so førleika-
menning í vinnuni, so er
kanska umleið ein helvt av
førleikapengunum har farin
til venjing og upplæring.
Nú Petur Joensen hevur
umsitið førleikastuðulin øll
hesi árini hevur hann bitið
merki í, at "forsvinnandi"
lítið er farið til leiðslu-
menning. –Hetta er kanska
eitt sindur tankavekjandi at
merkja sær. Ein skuldi trúð,
at fleiri fyritøkur í landin-
um ynsktu at fáa styrk til at
menna leiðslurnar, men so
er ikki.
Annars vísir uppgerðin ,
at býtið millum stórar og
minni verkætlanir, millum
tær, sum geva úrslit her og
nú og meira langsiktað er
javnt, so alt í alt heldur
Petur Joensen, at tað er ikki
so galið.
Annars tykist áhugin fyri
at søkja um førleikapengar
at vera minkandi. Talið á
umsóknum er fallandi og
eisini hvussu viðkomandi
hesar eru innan førleika-
menning. Tí tykist tað at
vera steðgað eitt sindur
upp. Ein orsøk til tað kann
vera, at orkan til at hugsa
um menning kanska ikki er
so nógv til steðar í løtuni.
Oljufyrisitingin sær ann-
ars ikki allar umsóknir, sum
oljufeløgini fáa. Tær, sum
enda á borðinum í Oljufyri-
sitingini, eru bara tær, sum
oljufeløgini ætla at játta.
Linjan er tann, at man letur
pengar til tað, sum kann
setast í samband við vinnu-
liga førleikamenning.
Úrslitið
Hvat heldur Petur Joensen
so um úrslitið av førleika-
menningini. – Vit hava
fingið upplæring á oljuøk-
inum og á nógvum øðrum
økjum. Annars var útgangs-
støðið at luttaka í oljuvinn-
uni gott, og tær føroysku
fyritøkurnar,
sum
eru
farnar uppí hesa vinnu,
hava staðið seg væl sum
heild. Spurningurin er so,
hvussu vit koma víðari. Her
er neyðugt, at føroysku
fyritøkurnar gera sær greitt,
at útlendsku feløgini seta
krøv, og tað skal arbeiðast
nógv fyri at fáa sáttmálar.
Man má ikki rokna við at
faa nakað sum helst server-
að. Tað at oljuvinnan er
komin inn um markið
merkir ikki, at sáttmálarnir
koma við av sær sjálvum.
Men tað liggur so eisini
ein skylda á oljufeløgunum
í sambandi við føroyska
luttøku, og tað er at skapa
samband millum føroyskar
og útlendskar fyritøkur.
Petur Joensen sigur, at tað
er kanska eitt sindur ym-
iskt, hvussu tað er við tí,
men samanumtikið hava
tey flestu feløgini gjørt sína
skyldur her.
Sum eitt feskt dømi um
hetta nevnir Petur Joensen
seinastu avtaluna, sum At-
lantsflog hevur gjørt við
norska fyritøku um flutn-
ingin av oljufólki. – Hetta
er fyrst og fremst føroyska
felagnum fyri at takka, men
eg rokni við, at Statoil eigur
sín part í hesum. Statoil
eigur eitt herðaklapp fyri at
hava livað upp til henda
setningin í avtaluni millum
føroyskar myndugleikar og
oljufeløgini.
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur um tær atfinn-
ingar, sum hava verið
frammi um, at pengarnir frá
oljufeløgunum eisini áttu at
verið latnir til mentan og
gransking í størri mun sigur
Petur Joensen, at vit mugu
minnast til, at hetta er ein
avtala millum landsstýrið
og oljufeløgini. Oljufeløg-
ini eru gingin við til at lata
hesar pengarnar út frá tí
fortreyt, at teir eru til vinn-
una og at førleikamenna
vinnuna. – Vit kunnu tí ikki
bara siga, at nú vilja vit
broyta praksis. Tí hetta eru
ikki okkara pengar, men ein
avtala er um, hvussu teir
skulu brúkast.
Oljufyrisitingin og FOÍB,
felagið hjá oljufeløgunum
møttust annars í gjár at tosa
um, hvussu farast skal fram
á eitt nú førleikamennandi
økinum, tá tað kemur til eitt
nýtt útbjóðingarumfar, tvs.
hvørjar tankar oljufeløgini
hava gjørt sær um spurning-
in.
50 mill. kr. brúktar til førleikamenning
Petur Joensen í
Oljufyrisitingini, sum øll hesi
árini hevur tikið sær av
spurningum í sambandi við
játtan til førleikamenning
Oljufeløgini hava eisini skyldu til at hjálpa til at fáa samstarv millum føroyskar og útlenskar fyrtøku. Gott dømi um hepna gongd
í so máta er seinasta avtalan, sum Atlantsflog hevur gjørt við norskt felag. Her hevur so Statoil livað upp til sína skyldu heldur
Petur Joensen
Oljupengar til
golfundirvísing
Ein av seinastu játtanum
av oljupengunum er farin
til nakað, sum uttan iva
fer at vekja "uppsikt"
millum manna, og tað er
ein verkætlan at útbúgva
føroying
til
golfin-
struktør. Tað eru BP og
Amerada Hess, sum hava
játtað pengar til hetta øk-
ið. Høvuðsendamálið er
at umsita ein golfbana, tá
tað kemur so langt. Petur
Joensen vísir á, at tað í
mongu førum verður tos-
að um, hvat er vinnuligt
og ikki. Í hesum málinum
var so m.a. eitt tilmæli frá
Ferðaráðnum, sum segði,
at tað hevur sera stóran
týdning fyri ferðavinn-
una, at man kann fáa eitt
golfvirksemi
upp
at
standa, sum hevur áhuga
hjá ferðafólki.
– Hvat sigur Petur
Joensen til eina slíka
játtan?
– Fyri okkum er hetta
ein líka góð vinna sum
okkurt annað. Fyri tað at
ein verkætlan kki hevur
propell ella stert, so kann
hon vera góð nokk. Olju-
fyristingin hevur tí givið
hesi ætlan sítt viðmæli.
Í byrjanini vóru før-
leikapengarnir
annars
meira oyramerktir til olju-
vinnu ella virksemi við
tilknýti til hana. Hetta er
so broytt við tíðini. M.a. tí
at tað er eisini sera torført
at siga júst, hvat oljuvinn-
an umfatar. Petur Joensen
vísir á, at oljuvinnan hev-
ur eisini eitt yvirornað
mál, sum er at fáa meira
vinnuligt virksemi í Før-
oyum. Tí vóru treytirnar
fyri at fáa stuðul eisini
víðkaðar nakað herfyri, tá
landsstýrismaðurin gjørdi
nakrar nýggjar leiðreglur,
sum søgdu, at vinna sum
heild kemur undir før-
leikamenningina. Talan er
tí um fleiri projekt sum
ikki beinleiðis hava nakað
við oljuvinnu at gera, ið
fáa stuðul. Her er stuðul
til ein golfinstruktør eitt.
Annað dømi, sum ilkki
beinleiðis hevur við olju-
virksemi at gera, er t.d.
stuðul sum eitt nú hevur
Fiskirannsóknarstovan
fingið.
C
M
Y
K
5
4