mikudagur 6. juni 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í gjár løgdu 125 hval beinini
á Sandi.
Tað var havrannsóknar
skipið Magnus Heinason,
sum fann grindina einar
fimm fjórðingar úr Søltuvík.
Skipið lá og tóvaði, og tí boð
aðu teir bara frá grindini.
Báturin Orion, sum er ein
kanadiskur glastrevjabátur,
fór at leita og fann grindina.
Jóhan
F.
Clementsen,
grindaformaður, sigur, at tað
gekk bæði skjótt og væl at
reka grindina á Sand.
- Tað var viðrák, og onkun
tíð hevði grindin eina ferð á
sjey sjómíl. Eg haldi, at sjálvt
drápið var fyrimyndarligt og
vardi neyvan í meiri enn eitt
korter. Grindin gjørdi land
gongd í einum, og tí varð
neyðugt at hála teir ytstu
hvalirnar, ið líka sum skolaðu
omanav aftur, upp á sandin.
Væl av fólki var og tók ímóti,
og eg haldi, at alt gekk so væl,
sum tað kundi, sigur hann.
Góð grind
Jóhan F. Clementsen sigur,
at miðalstøddin á hvalunum
í grindini á Sandi var níggju
skinn, og tað eru stórir hvalir.
- Her vóru eingir livandi
grindahvølpar, og hetta var
góð og feit grind, sum varð
býtt í húsapartar kring um
alla oynna – og bátspartar.
Grindaformaðurin sigur,
at hvørt húsarhald í oynni
fekk stívliga eitt skin í part.
- Fólk, sum í slíkum førum
koma úr øðrum oyggjum,
tekna seg og fáa soleiðis tað,
sum svarar til ein húsapart,
sigur Jóhan F. Clementsen.
Tað eru trý ár síðan, at
grindir løgdu beinini í Húsa
vík og á Sandi – við umleið
tveimum mánaðum ímillum
hvørja grind.
Eitt skinn í part til hvørt
húsarhald í Sandoynni
- Hvalirnir vóru 125 í tali, og í miðal vóru teir níggju skinn hvør, sum er stórur hvalur. Her vóru eingir livandi
grindahvølpar, og hetta var góð og feit grind, sigur grindaformaðurin, Jóhan F. Clementsen á Sandi
Tað eru trý ár síðan, at grind seinast legði beinini í Húsavík og á Sandi. Hvørt húsarhald í Sandoynni fekk stívliga eitt skinn í part í grindini, sum doyði á Sandi týsdagin
Myndir: Beinta Vilmundsdóttir
drápið
var fyri
myndarligt
og vardi
neyvan í
meiri enn
eitt korter