mikudagur 6. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Tíðindskriv
Í sambandi við mentanar
náttina í Havn fríggjadagin
8. juni verður aftur í ár
skipað fyri listarundferð á
Kongabrúnni og samstundis
verður løgd fram ein lítil
bók við heitinum "Tjúgu
trygg valaverk", sum Kinna
Poulsen hevur skrivað og
sum Tryggingarfelagið Før
oyar gevur út. Hugskotið til
bóklingin kom á mentanar-
náttini síðsta ár, tá Kinna
Poulsen varð biðin um at
vísa fram list hjá Tryggingini
og greiða frá henni. Tiltakið
eydnaðist sera væl, áhugin
var stórur og saman við góð-
um fólkum á Tryggingini
varð sett ferð á eina tilgongd
til tess at fáa tey góðu verkini
fram í ljósið og m.a. í nýggjar
rammur.
Mentanarnáttina
hava fólk høvið at uppliva
úrslitið og at fáa eitt ókeypis
eintak av bókini. Reyðu
kvinnumyndina
á
perm
uni eigur Tróndur Paturs
son. Oda Andreasen hevur
samskipað, Dánjal Jacobsen
hevur sniðgivið og Foto
studio við Per á Hædd tók
fotomyndirnar.
Kut úr bókini:
"Er myndin av Tinganesi lítil
í vavi, tess meira stórsligin er
hon í listaligari dygd. Í mun
til yngri myndir hjá Ing-
álvi av Reyni (1920-2005), er
lítla myndin av Tinganesi
figurativ og rættiliga stat
isk. Í litum er hon skipað út
frá meginregluni um mót
setningslitir, sum lærarin
hjá Ingálvi av Reyni, Axel
Jørgensen gekk høgt uppí
á
akademinum
og
sum
tað sambært Ingálvi sjálv
um tók nógv harrans ár at
koma burtur úr aftur. Ing
álvur av Reyni var sum
kunnugt serstakliga sjálv
atfinningarsamur og helt,
at hann var ov lítið sjálv
støðugur árini aftaná aka
demiútbúgvingina.
Men
hyggja vit at myndini av
Tinganesi, kunnu vit stað
festa, at hon bæði í litum og
bygnaði er ein serstakliga
væl eydnað ungdómsmynd,
sum gevur ábendingar um,
at avvarðandi listamaður er
framúrskarandi koloristur..."
"Henda perlan av eini
bygdalýsing er dømi um
hvussu
stóran
týdning
franski listamaðurin Paul
Cézanne hevur havt bæði
fyri avvarðandi listamann og
fyri føroyska list. Tað er ser
liga málihátturin í himmal
hválvinum, sum rættiliga
neyvt líkist máliháttinum
hjá
Cézanne.
Zacharias
Heinesen var millum teirra,
sum gingu á listaskeiði hjá
Cézannefjepparanum
og
týdningarmikla listaformidl
aranum Jack Kampmann...."
"Føroysk list er sum heild
meir sansandi enn greinandi
við sterkum litum í pastosum
myndum, og listin hjá Tróndi
Patursson (1944) er einki
undantak í so máta. Fyri hann
hevur tað sansaliga sentralan
týdning. Hetta sæst allan
vegin í gjøgnum hansara
verk frá teimum mono-
kromu blóðreyðu, gulu, bláu
ella grønu myndunum við
krunkasvartari, kalligrafisk
ari átekning, sum vit kenna
frá hansara hond. Aftur og
aftur roynir hann at endur
skapa stóru kensluna av
kosmos, sum hann fekk á
søguligu ferðunum við Tim
Severin yvir um hav, tá hann
lá niðast í bátinum og kendi
megina frá tí stóra veraldar
havinum streyma í gjøgnum
kroppin. Tað sansaliga og
spontana var sanniliga eisini
í fokus í tí fantastiska verts
húsinum, sum hann prýddi
fyri Restorffs Bryggjarí. fyri
nøkrum árum síðani, har
rúmini vóru málað í hansara
sterku litum og har barrin,
prýðislutir og lampur vóru
úr málaðum glasi..."
"Júst á sama hátt sum
Ingálvur av Reyni var tað,
er eisini Rannvá Kunoy
(1975) listakvinna framman
fyri síni egnu tíð. Tað vóru
sostatt nógvir áskoðarar, ið
høvdu ilt við at fata hennara
myndir á framsýningini í
Norðurlandahúsinum í 2010,
har m.a. hendan myndin,
Sufferer hekk. Hetta er eisini
ein í føroyskum høpi sera
øðrvísi mynd, sum at síggja
til er at líkna við ein stóran,
ófantaligan ljósareyðan blett,
ið breiðir seg um snjóhvíta
løriftið. Men fyri tann tolna
og áhaldandi áskoðaran, er
tað eins og bletturin savnast
til eina portrettmynd..."
Listabókaútgáva á
mentanarnáttini