mikudagur 6. juni 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Takk fyri viðmerkingina,
Hjalmar! Hugaligt, tá
frøðingarnir á Setrinum
koma út undan væðing
ini.
ØLIN: Sambært móð
urmálsorðabókini siga
vit ein øl (kvennkyn), tí
vit hugsa um fløskuna
(ølfløska). Løgið, at tú
ikki vilt kennast við
hesa einføldu orsøk.
Annars sømir tað seg
kanska ikki at skriva um
ølið/ølina, sum hevur
elvt til manga vanlagnu.
BESTEMMA eitur t.d.
avgera ella ráða á før
oyskum.
DEILA eitur t.d. býta
ella luta á føroyskum.
MASSI
eitur
t.d.
mongd, nøgd, fjøld á før
oyskum.
Eitt sindur ófólkaligt
at
biðja
hálvgamlan
málvin sløkkja útvarpið,
tí hann helst ikki vil
hoyra danismur í mál
tátti Útvarpsins.
Við føroyamálskvøðu
Seinkað mál
viðmerking
Eyðun á Borg
á Borg á fedradegi 2012
Sosialistisk ung: Avtakið
ferðaseðlakostnaðin
Sosialistisk Ung
Júst í hesum døgum fyllur
Rio+20
heimsráðstevnan
nógv í miðlunum, og eitt av
miðpunktunum í arbeiðinum
fram móti einum burðar
dyggari heimi er frí almenn
ferðing.
Um vit vilja tað ella ikki,
so verður gongdin tann, at
tað verður dýrari og dýrari
at hava bil, og við árunum
nærum ógjørligt hjá vanliga
húskinum, tí oljuprísurin
bara hækkar. Ein loysn má
finnast, annars verður í
framtíðini einans búgvandi
í Havn.
Bussarnir, sum eru ókeyp
is í Havn, skapa trivnað og
effektivitet.
Teir minka um ferðsluna
av bilum, og gera tað gjørligt
hjá fólki at liva uttan bil.
Eisini dálka teir minni enn
bilar - tað vísa allar kann
ingar.
Við at økja um játtanina
á fíggjarlógini við eini 40
milliónum, fæst peningurin
til vega, sum skal til fyri at
avtaka ferðaseðlakostnaðin.
Hetta svarar til knappar
túsund krónur fyri hvønn
føroying Tó kundi fíggingin
komið aðrastaðni frá enn við
beinleiðis hægri lønarskatti.
Íløgan
verður
skjótt
spard inn aftur við at skifta
til almenna ferðslu. Eitt nú
slepst undan vegskatti, um
framt útreiðslum til brenni
evni og trygging. Fyri landið
merkir hetta færri bilar
og minni slit á vegirnar, so
útreiðslurnar hjá Landsverk
minka.
Vit vóna, at uppskotið
verður tikið í álvara av land
sins
myndugleikum.
Tað
nyttar einki at bíða, til fólk
ikki longur hava ráð at halda
bilin koyrandi - heldur fyri
varin enn eftirsnarin.
»Tit trúgva á Gud - trúgvið
á Meg við!« Jóh, 14,1
Richard Danielsen
“Hvør tann, ið trýr, at Jesus
er Kristus, er føddur av Gudi,
og hvør tann, ið elskar Fað
irin, elskar eisini tann, sum
føddur er av Honum.” 1. Jóh.
br. 5,1.
Tað eru nakrir gudloys
ingar til (ateistar), teir trúgva
ikki á Gud, sum tað liggur í
orðinum “gudloysingur”. Tað
eru tíbetur ikki mong, sum
játtað seg til hesa vónleysu
støðu. Trýrt tú ikki á Gud,
so ert tú vónleysur, tú eigur
onga troyst í hesum vónleysa
lívi, uttan trúgv. Tú eigur
onga veruliga troyst til tey,
sum tú elskar, tey, sum koma
aftaná tær, ongan sannleika,
einki lív, uttan hetta stutta
lív her, sum kann enda í dag
fyri ein og hvønn av okkum,
og tú eigur ongan veg, sum tú
veist hvar hann ber.
Onnur eru, sum trúgva at
Gud, er til, at hann er skap
arin, sum vit ein dag skulu
møta. Men er tað nokk?
Kunnu vit liva lívið, sum
vit ynskja og ikki trúgva
og fylgja skriftunum, sum
Gud hevur givið okkum til
leiðbeiningar og so rokna
við at koma til Gud, og hann
vil taka okkum til sín, inn í
Himmal sín? Paulus ápostul
sigur
so
um
heilagleika
Guds:
“Hann, sum eina hevur
ódeyðiligleika, sum býr í ljósi,
sum eingin kann koma til,
Hann, sum einki menniskja
hevur sæð ella kann síggja
– Honum tilhoyrir heiður
og ævigt vald! Amen.” 1.
Timoteus br. 6,16.
Jesus sigur: “Tit mugu
føðast av nýggjum.” Í sama
kapitli, sum Jesus sigur hatta
við lærda ráðharran Niko
demus, stendur hetta:
“Tann, ið trýr á Sonin,
hevur ævigt lív; men tann, ið
ikki vil lýða Sonin, skal ikki
síggja lívið; nei, vreiði Guds
verður verandi yvir honum.“
Jóh. 3,36.
Tað
er
umráðandi
at
trúgva á Jesus Kristus, Jesus
sigur eisini hetta við læri
sveinar sínar:
„Hjarta tykkara óttist ikki!
Tit trúgva á Gud – trúgvið á
Meg við!”
Jákup sigur í brævi sín
um:
“ Tú trýrt, at Gud er ein.
Tað gert tú beint! Hinir illu
andar trúgva tað við – og
skelva!” 2,19.
Tað er sostatt umráðandi
at koma til Jesus og fáa synd
ir sínar avtváaðar í Kristi
blóði, hann er millummaður
millum Gud og okkum, tað
er eingin vegur til Gud uttan
gjøgnum Jesus Kristus. Vit
mugu verða fødd av nýggjum
við trúgv á Jesus Kristus.
Men hann hevur eisini
gjørt ein veg til reiðar til okk
ara. Paulus sigur í 2. Korint
brævi 5. kapitli soleiðis:
“Tí í Kristusi samdi Gud
heimin við Seg sjálvan og
tilroknar teimum ikki syndir
teirra, og Hann hevur lagt
niður í okkum orð sáttar
innar. Vit eru tá sendiboð
í stað Kristusar, sum tað
hevði verið Gud, ið áminti
við okkum; vit biðja í stað
Kristusar: Verðið sátt við
Gud!”
Gud hevur altso samt
allan heimin við seg við at
geva son sín í deyðan fyri
okkum øll. Og nú sigur hann
við okkum: “Verðið sátt við
Gud!” Hetta ljóðar kanska
sum ein mótsøgn, men tað
er tað ikki. Hann hevur gjørt
alt, men sigur: “Verðið sátt
við Gud!” Tað vil siga, tú mást
taka ímóti tí. Tað er, sum um
eg skuldi givið tær eina gávu.
Eg fari í krambúðina og keypi
gávuna til tín, biði tey pakka
hana vakurt inn og fari so til
hús og leggi hana frá mær,
tí dagin eftir ætli eg mær at
geva tær gávuna. Hvør eigur
nú gávuna? Tú sjálvandi, tí
eg havi ikki keypt hana til
mín sjálvs, men til tín. Men
tað vísir seg, at tú av eini
ella aðrari grund, vilt ikki
taka ímóti gávuni, og tí er
gávan ikki tín longur, men
eg gevi onkrum øðrum hana
kanska.
“Men so mongum sum
tóku ímóti Honum, gav Hann
mátt at verða børn Guds –
teimum, ið trúgva á navn
Hansara;” Jóh. 1,12.
Sendið
viðmerkingar
til
post@sosialurin.fo