mikudagur 6. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vil
fegin
heiðra
danska
fólkið og ynskja teimum til
lukku við, at tey í 1849 skip
aðu seg sum eina tjóð við
fólkaræði. Danska grund
lógin
ásetti,
at
danska
fólkið hevur evsta valdið í
Danmark. At fólkaræðið skal
tryggjast við persónligum
frælsisrættindum og valds
býti. Og at onki vald, sum ikki
er beinleiðis valt ella góðtikið
av danska fólkinum, kann
taka avgerðir vegna danska
fólkið. Danska grundlógin
var í 1849 frælsisbrævið hjá
danska fólkinum – og hetta
hendi um sama mundið, sum
onnur fólk í Evropa kravdu
fólkaræði, borgararættindi
og settu einaræðið til viks.
Einaræðið helt
fram í Føroyum
Men danska grundlógin, sum
gjørdist frælsisbrævið hjá
danska fólkinum, gjørdist
tíverri júst tað øvuta fyri
føroyska fólkið.
Uttan at nakað umboð
fyri føroyska fólkið varð
eftirspurt,
hava
umboð
fyri danskar myndugleik
ar og føroysku sambands
flokkarnir síðani hildið uppá,
at grundlógin hjá danska
fólkinum eisini var grundlóg
fyri føroyska fólkið.
Kongur lýsti av sínum eint
ingum donsku grundlógina
at galda í Føroyum á eini
sonevndari “plakat” í 1850. –
Og hetta var sami kongur, ið
annars gav einaræðið frá sær
til danska fólkið við donsku
grundlógini. Men her komu
bara einaræðis fráboðanir.
Og tey borgararættindi, sum
danska grundlógin ásetti fyri
borgarar í Danmark, hava
ongantíð verið tey somu í
Føroyum.
Men danska grundlógin
hevur verið brúkt til billa
fólkinum í bæði Føroyum og
Danmark inn, at Føroyar við
hesum gjørdust ein partur
av Danmark ella ein danskur
landslutur.
Ongantíð samtykt
Men føroyska fólkið ella
føroyskir
myndugleikar
hava ongantíð samtykt ella
góðtikið, at danska grund
lógin er grundlóg hjá før
oyska fólkinum ella at vit eru
nakar danskur landslutur.
Aldargamla
føroyska
Løgtingið varð niðurlagt í
1816 – og ongin stovnur um
boðaði føroyska fólkið í
1849, tá danska grundlógin
varð viðgjørd og samtykt á
grundlógargevandi stættar
fundi í Danmark.
Íslendingar høvdu kortini
sítt ting endurreist tá, og
á Alþingi søgdu øll umboð
sjálvandi: Vit mótmæla øll,
at grundlógin hjá danska
fólkinum verður gjørd til
grundlóg í Íslandi. (“Við mót
mælum allir!”).
Danska grundlógin hev
ur ongantíð verið til fólka
atkvøðu sum grundlóg í
Føroyum. Hon hevur heldur
ikki verið samtykt á Føroya
Løgtingi. Hon hevur sostatt
ongantíð verið viðgjørd av
føroyska fólkinum ella av
føroyskum myndugleikum
yvirhøvur eftir fólkaræðis
ligum reglum.
Onkuntíð hava danskir
myndugleikar
av
sínum
eintingum lagt broytingar
í donsku grundlógini til
fólkaatkvøðu í Føroyum. Til
dømis í 1953, tá bara 7% av
veljarunum í Føroyum møttu
á vali. Og fyri nøkrum fáum
árum síðani, tá broytingar
í arvafylgjuni til danska
kongshúsið, skuldu fremjast.
Tá møttu 11% av veljarunum.
Sostatt
hevur
danska
grundlógin als onga fólka
ræðisliga heimild í Føroyum.
Hon hevur ikki tað sum á
nakran hátt kann kallast
“demokratiskan legitimitet”.
Hon er sett í verk við
einaveldi, og hon hevur verið
nýtt til at fasthalda valdið hjá
einari tjóð yvir øðrum – altso
sum hjálandaveldisamboð.
“Indenfor grundlovens
rammer”
Kortini hoyra vit stútt og
støðugt
bæði
løgmann,
landsstýrisfólk, tingfólk og
føroyskar serfrøðingar vísa
til donsku grundlógina sum
“okkara grundlóg”. Og tey
brúka hana beinleiðis til
at siga: “Hatta er ikki lov”.
Føroyska sjálvstýrisrørslan er
í 100 ár vorðin sligin í høvdið
við donsku grundlógini. Hon
hevur verið tikin fram ímóti
øllum royndum at vinna
okkum ábyrgd og fólka
ræði við orðunum: “Det er
ikke indenfor grundlovens
rammer!”
Hon hevur verið brúkt til
at nokta okkum okkara mál
í skúla, kirkju og umsiting.
Hon hevur verið brúkt til at
forða fyri fólksins avgerð á
fólkaatkvøðuni í 1946, tá ein
meiriluti valdi loysing. Hon
hevur verið brúkt til at nokta
okkum okkara egna flagg, og
okkara egnu sáttmálar við
onnur lond. Okkara fiski
mark, okkara undirgrund
og okkara limaskap í altjóða
felagsskapum. Hon hevur
verið brúkt til at draga okk
um í kríggj og at byggja her
støðir her, hóast Løgtingið
segði bums nei. Og til at at
kvøða ímóti hvalaveiði og
føroyskum áhugamálum.
Og hon hevur verið brúkt
í ólukkumát seinastu 12 -13
árini til at nokta fyri, at vit
skulu leggja okkara egnu
grundlóg til fólkaatkvøðu
– og harvið loksins skipa
okkum við tí sama fólkaræði,
sum danska fólkið vann í
1849.
Ja, bara fyri einum ári
síðani var tað eitt beinleiðis
krav frá donskum myndug
leikum. Eitt krav, sum løg
maður og ein meiriluti á
tingi stuðlaðu: Nevniliga,
at um føroyska fólkið skal
atkvøða um okkara egnu
grundlóg, so skulu vit sam
stundis viðurkenna á fólka
atkvøðuni og skriva tað inn
í okkara egnu grundlóg, at
danska grundlógin er okk
ara grundlóg. Høvdu vit
fylgt tí kravi, so hevði før
oyska fólkið á fyrsta sinni
við fólkaatkvøðu givið fólka
ræðið og evsta valdið í land
inum frá sær við egnari av
gerð.
Lat okkum skipa
fólkaræði í Føroyum
Føroyska tjóðin eigur sjálv
sagt at skipa seg við veru
ligum fólkaræði. (Tjóðveldi
merkir fólkaræði). Har ongin
kann taka avgerðir omanyvir
okkum, uttanum fólkavaldar
myndugleikar, ið standa til
svars
mótvegis
føroyska
fólkinum. Har vit sjálv taka
fulla ábyrgd av landinum og
kunnu gera avtalur við onnur
lond á jøvnum føti. Og har vit
kunnu menna okkum frælst
millum onnur.
Tann dagin, har vit sjálvi
taka fólkaræði og skipa okk
um sum aðrar frælsar tjóðir,
eiga vit sjálvsagt at gera til
hátíðardag. Har vit øll halda
frí og nýta dagin at heiðra
hesi frælsishending.
Men hví vit í 2012 skulu
halda ein serstakan dag,
har vit heiðra okkara egna
ófrælsi sum tjóð, má nærk
ast heimsmeti í undirbrot
ligheit.
Í dag er høvi at minnast,
at Grundlógin og ríkis
borgaraskapurin
geva
føroyingum
týðandi
rættindi
Farið er um mid
dagsleitið í dag, 5. juni
- Grundlógardagin - og
fólk flest halda frí, um
møguleiki er fyri tí.
Júst í dag er gott høvi
at minnast, at rættindi,
sum vit í dag fata sum
sjálvsøgd, als ikki eru
sjálvsøgd.
Ríkisgrundlógin
er
eitt frælsisskjal. Hon
veitir okkum grundleggj
andi frælsisrættindi, eitt
nú hetta, at persónligt
frælsi
er
ómissandi,
og at ongin má skerj
ast í sínum frælsi or
sakað av politiskari ella
átrúnaðarligari
sann
føring ella uppruna.
Tað er eisini Ríkis
grundlógin, ið tryggjar
hvørjum einstøkum og
okkara fjølmiðlum talu-
og skrivifrælsi.
Fyri føroyingar gevur
Grundlógin rættindi, ið
vit annars ikki høvdu
havt her norðuri i At
lantshavi.
Lógin
er
sjálvt
atgongumerkið
til
ríkisborgaraskapin,
ið øll hava. Við honum
í hondini kunnu vit á
jøvnum føti við onnur
í
Ríkisfelagsskapinum
flyta
okkum
runt
í
heiminum – annaðhvørt
tað er í arbeiðs- ella
útbúgvingarørindum
– og trekkja uppá tey
rættindi og tænastur,
ið danska ríkið veitir
sínum ríkisborgarum.
Ein dag sum í dag eru
fullveldiskreftir úti og
siga eina aðra søgu um
Grundlógina.
Størsta mytan er, at
Grundlógin
ikki
skal
vera galdandi í Føroyum.
Hetta er, í orðsins sanna
týdningi, ein myta. Ein
felags Grundlógin er
sjálvandi galdandi fyri
alt Ríkið. Føroyar og før
oyingar hava notið gott
av Grundlógini, síðani
hon kom í gildi, og gera
tað framvegis.
Ríkisgrundlógin
er
ein góður og tryggur
karmur um okkara sam
felag.
Góðan
grundlógar
dag, øll somul.
Góðan Grund
lógardag
Edmund Joensen
Siga vit hurrá fyri
ófrælsinum?
Høgni Hoydal
Hvussu ber tað til, at danski grundlógardagurin verður hildin í Føroyum,
eins og var hann ein hátíðardagur? Har skúlanæmingar og nógvir
yrkisbólkar hava heilan ella hálvan frídag? Og dagurin verður kallaður
“grundlógardagur”, eins og var talan um okkara egnu grundlóg?
Lesið
meira á
www.sosialurin.fo