mikudagur 6. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brot úr Vágs útróðrarsøgu
FYRI VESTAN
Útróður av Vágseiði
Finnur Johansen
Vestanbátur
Eg róði nógv út fyri vestan, tann
tíð tað var, so sum aðrir. Julius í
Líðini var formaður hjá okkum.
Ja, eg var so blaðungur, eg var ikki
meira enn 22-23 ára gamal tá vit,
eg og svágrarnir, fóru inn til gamla
Poul Hammer, og bóðu hann gera
okkum ein vestanbát. Hann var
altíð so stakfittur maður at koma
til, altíð blíður.
So siga vit við hann, at vit komu
at biðja hann gera okkum ein vest
anbát.
So sigur hann: Vestanbát? Óvitar
gera við vestanbát?
So søgdu vit: Tað veit eg ikki, vit
eru raskir at fáa fisk.
So sigur hann: Finna tit nakra
leið, nakrar plinkar vestanfyri?
Nei, sigi eg, men vit hava fingið
ein góðan formann.
Góðan formann? Hvør er hann?
Tað er Julius í Líðini.
Julius í Líðini! Ja, so hava tit
fingið ein góðan formann. Jú, bát
skulu tit fáa. Ja, hvussu stórur skal
hann vera?
Eg veit ikki, vit vita ikki júst,
men tað er nakað langt at draga.
Ja, tað kundi verið eitt lítið
fimmmannafar, fýra-fimmmanna
far.
Jú, tað varð so gjørt av, at hann
skuldi vera 10 alin og 10 tummar til
støddar.
Jú, so gingu vit inn uppiløgudagar
at hyggja, hugagóðir.
So var hann liðugur eina ferðina.
og hann sigur: Nú er báturi liðugur.
Hvat dámar tykkum?
Jú, jú, hann sär väl út.
Ja, stýrið er liðugt eisini. Báturin
kostar við stýrinum 110 krónur.
Vit fingu so bátin. Árarnar
mundu ikki kosta nógv.
“Fiskurin”
So róðu vit út, Julius var formaður.
Tað mest vanliga var, at vit róðu
vestur fyri Famjin. Vit vóru har
vesturi, áðrenn tað lýsti. Eg minnist
väl, vit róðu so langt vestur, at vit
høvdu kirkjuna í Famjin leysa. So
høvdu vit ýti suðuri í Beinisvørð.
Vágseiði fyri einum hundrað árum síðani. Menninir
standa á Lágkletti, og aftanfyri eru Heltnarnar.
Kleivin er vinstrumegin sunnanfyri Lágklett.
Dorius Jacobsen sigur frá, tá hann róði út av Vágseiði. Dorius, ið var føddur í 1892, var ættaður
úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Hann fiskaði við skipum í Vági frá 1907, í 1914 flutti hann til Vágs at
búgva, og í 1925 fór hann at koyra bil. Frásøgnin hjá Doriusi er frá 1981. Hetta er fyrri partur.