Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta var rákaleið, og varð sagt at sita og reka. Rikið varð suður fyri Eiðið ella longur. Báturin hjá mär og svágunum ät “Fiskurin”, hann varð smíð­að­ ur í 1915. Svágirnir vóru Jo­han Augustinussen, Tummas Au­gustinu­ sen og Augustinus Augustinus­sen. Johan gekk burtur við “Grace”. So var ein annar, hann ät Jógvan Toft­ um, sonur Kal í Toft­um, Jógvan hjá Kali. Hann var seinni maskin­meist­ ari, og búði í Havn. So var tað, at Royndin, trolarin sum vágbingar høvdu frá umleið 1920 til 1930, fór til Grønlands at fiska við báti. Magnus á Gørðunum kom til mín og spurdi, um vit ikki kundu lata teimum bátin, og vit skuldu fáa ein annan bát í staðin fyri. Vit fingu so henda, sum er til enn. Hesin er eitt sexmannafar, hin var fimmmannafar. Hann kom ongantíð aftur úr Grønlandi. Tann fyrra bátin, vit áttu, smíð­ aði gamli Poul Hammar, og tann seinna “Fiskin”, smíðaði sonurin Símun Hammer. Tað var ein deiligur bátur. Hann gjørdi so tryggar bátar at sigla. Tann fyrri báturin kostaði 110 krónur. Tá vóru árarnar ikki liðnar, men stýrið var liðugt. Mastur og seglið høvdu vit eisini. Tá báturin var liðugur, varð hann drigin oman á sjógv, róður vestur á sandin, og so drigin framvið Laxá vestur á Vatnið, róður eftir Vatninum, og so aftur drigin haðani og vestur á Eiðið. Neyst og bátar Á Eiðinum eru 28 neyst og toftir nú, nógvar toftir og nøkur fá neyst eru eftir. Soleiðis hevur tíðin broytt seg. Fimm neyst vóru sunnanfyri vegin. Annars vóru hini framvið vegnum, og so høvdu teir lagt lunnar tvørturum veitina, sum var framvið vegnum, at draga eftir. Allir áttu neyst, okkara var nakað heimalaga. Bátarnir vóru nógvir. Líðabrøður, Snekkjan, Fiskurin, Arabo - teir í líðini áttu hann. Minnist ikki allar. Tað vóru 28 neyst og toftir. Onkur meinti, at onkur hevði skipsbát har vesturi. Kleivin Eg róði út av Eiðinum áðrenn Kleivin varð betongað, og eg veit hvussu ringt tað var. Niðri í Kleivini var urð. Har vórðu løgd sex alin spír. Tey vórðu løgd yvir á ein stein og jarnkongar til at møta. Inni í berginum á vestaru síðu høvdu teir sett ein kong eisini, og varð spírið bara lagt ímóti tí konginum. Tað ráddi um at vera lagaligur. Tá báturin kom oman á hetta spírið, var ein manshädd niður ímillum, niður á teir stóru steinarnar undir spírunum. Tveir stóðu so og hildu bátinum beinum, og tveir vóru altíð á skutfestuni. Um tað so var kavi ella regn, so settu teir seg niður, fyri ikki at missa bátin. Teir settu seg á helluna. Teir, sum sótu við skutfestuni vórðu bidnir um at halda väl við, meðan hinir fluttu seg, tí báturin skuldi skverast eitt sindur annan vegin. Ein maður tók um bakskutin til at beina honum varisliga á rätta vegin. Tað var ikki so ógvuliga langt ímillum spírini, tað var bara so høgt niður ímillum. Niðri við sjógvin var eitt sindur frägari, har bar til at stíga á grót, og niðast lá ein fastur lunnur. Spír lógu ikki tvørturum allan vegin oman. Tað var nokk so fitt av hellu niðast, áðrenn tað langa spírið. Spírini lógu av helluni tvørturum urðina og niðan á. Lunnarnir lógu leysir, og teir vórðu lagdir og tiknir burtur aftur hvørja ferð drigið varð. At lenda undir Kleivini Tá lent varð undir Kleivini var um­ ráðandi at vera varin, tí har kundi vera bakbrot. Tá sjógvurin kom ímóti Lágkletti, kundi hann sláa oman suðureftir á bakskutin á bátinum. Tað kundi við hvørt vera nokk so ringt at halda bátinum. Men einaferð, eg hevði verið og fiskað og kom aftur, tá var be­ tongað líka oman til sjós. Tað var betongað heilt skilagott. Nógvir lunnar vóru betongaðir fastir. Teir kundu ikki vera longri enn millum dekkini á bilinum, so bilurin slapp oman. Bilurin slapp so langt oman, at skutfestan rakk til at sete fast í lastina. Teir bóðu meg välsignaðan koma oman at taka bátin upp. So koyrdi eg spakuliga, og teir hildu bara bátin beinan. Eg kundi koyra eftir sløttum betongi. Um hann kom á endan á lunnunum, so fór hann niðurav. Nakað niðanfrá var ein stór hella suðureftir, og väntaðu teir at veður varð dagin eftir, løgdu teir nakrar lunnar suður á helluna, og tóku bátarnar suður á har. Varð ikki veður dagin eftir, tóku teir bátarnar heilt niðan í neystið. Tað var langt at draga. Tann gamli trábanin Tá eg róði út var tann gamli trá­ banin, sum Sørin í Kunoy gjørdi vestur í gjónna. Hann gekk bara so langt vestur, sum tað var beint, ikki inn í gjónna, so tað var nakað langt at draga haðani vit komu á land og til banan. Báturin varð fyrst tikin heim, og síðani varð fiskurin tikin heim í einum kassa. Lenda í Múlagjógv Tá lent varð í Múlagjógv var tað, sum undir Kleivini, ikki altíð tú slappst at beinanvegin. Tað kundi vera vera tríggir bátar, sum bíðaðu eftir at sleppa til. Har kundu vit so bíða, meðan tað hivaði upp og niður við bergið. Fiskurin varð tyssaður upp á bond, og tá løgi vóru, lupu vit í land, og settu fast í teir føstu lunnarnar, ið har vóru. Tað kundi vera so ókyrt, at tað legði tvørtur um alla helluna vesturi í gjónni. Ættir Norðan var ring ærr vestanfyri. Landnyrðingur var besta ætt. Hann kundi vera eystan, men kom hann suður um eystan, so varð tað nakað ímóti, var ein vestalaga staddur. Tað kundi broytast so knappliga á eysturätt. Eg havi ikki verið víð til, at vit ikki fingu lent aftur, men tað hendi onkuntíð, havi eg hoyrt sagt frá. Eystan, landnyrðingur og land­nyrð­ ingur norðan vóru góðar ættir fyri vestan, men norðan liggur beint framvið. Tá so norðurrákið kemur, og tað er väl av vindi av norði, lívur einki, og tá kann tað verða brotasjógvur, men tá tað rekur suður, og ættin er norðan, er slætt. Nógvur vindur kundi vera vestan­fyri, tá hann var norðan í ættini. Tað kundu sita tveir og andøva, tá vit vóru vestanfyri, og tá vit komu heim higar, vóru tað onkrir smáir gráar á Sandinum. So góður var norðan her. Vit komu at landi fyri storm, og so var stilli á Sandinum. Norðan og beinur sunnan eru bestu ättir í Vági, men útsynningur sunnan er ring ætt. Meta um líkindi Ofta varð farið vestur í lýsingini, viðhvørt fyrr. Og so høvdu vit merki, so og so nógv breyt uttari boði, ja, so fóru vit ikki avstað. Og so legði hann undir Kúluna. Tað var á Múlatanga. Har er ein serlig kúla. Tá tað legði undir kúluna, nei, nei, tá fóru vit ikki, sjálvt um ættin var. 1 centnari er hundrað pund, 50 kg. Eiga tygum myndir, ið hava sambandi við útróður í Vági, hevði eg verið fegin, slapp eg at lána tær. Gamli rennistrongurin, sum Hans Jacob við Ósagarð og Sørin í Kunoy gjørdu vestur í Múlagjógv i 1902. Elin Weyhe er konan, sum situr í bátinum Dorius Jacobsen sigur frá, tá hann róði út av Vágseiði