mikudagur 6. juni 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Tað var í besta summarveðri í 1937,
at ein bíggjarbátur gekk burtur
við fýra monnum. Tað hava verið
ymsar gitingar um orsøkina.
Fyri nøkrum síðani var eg biðin
um at koma niðan á Lágargarð. Tann
tá 85 ára gamli Petur Zachariassen,
ættaður úr Mykinesi, vildu fegin
greiða mær frá hesum tilburði,
sum hann mintist væl til. Hetta var
heppið, tí fá ár seinni doyði hann.
Petur var millum teir seinastu,
sum sóu henda bátin. Hann gav tá
sína meting av orsøkini til vanlukk
una, sum eingin skilti.
Hetta var góðveðursdagur av
teim allarbestu, dýrd á vík og vág
og klárur himmal. Alt tyktist at
vera friður og eingin vandi.
Tað vóru fleiri bátar úr Vágum á
Guttamið henda leygarmorgunin 12.
juni 1937. Millum teir var 4-manna
farið úr Bø og eitt 4-mannafar úr
Mykinesi, eisini við 4 monnum, har
Petur var ein teirra.
Hann greiddi soleiðis frá:
Var tað hvalurin sum
beindi fyri teimum?
“Tá ið tað nærkaðist til kyrrindi
sigldu allir bátarnir langt út á økið,
sum undir einum navni verður
nevnt Guttamið. Hetta var fyri at
liggja væl fyri til kyrrindarakstur,
ið bara rekur inneftir. Nú vildi so
til, at vit og bíggjarbáturin sigldu
ikki útaftur, men blivu við at reka
inneftir. Vit vóru sostatt staddir
langt innanfyri allar hinar bátarnar,
tá ið kyrrindini vóru av.
Vit høvdu bókstavliga rikið borð
um borð so nær, at bátarnir bóru
saman av og til. Nú var tað eitt báts
sýni út til hinar bátarnar.
Vit báðir bátarnir vóru teir
fyrstu, sum fóru at sigla til lands.
Vit høvdu stutt at sigla inn móti
lendingini í Mykinesi, meðan bíggj
arbáturin sigldi inn suðureftir móti
Falltanganum, tí hann skuldi inn á
Sørvág. Soleiðis komu vit skjótt
burtur frá hvørjum øðrum.
Á bíggjarbátinum byrjaðu teir
at gera reint. Tað var skjótt, at allur
fuglurin var aftaná bátinum, eftir
sum teir vóru fyrstir at blaka slógv
út. Tá ið ein løta var farin, løgdu vit
til merkis, at ein stórhvalur leyp
leysur úr sjónum stutt aftanfyri
bíggjarbátin. Løtu seinni var hval
urin aftur, og eisini tá leyp hann
leysur úr sjónum upp á síðuna av
bátinum. Hann sást eisini sunnan
fyri bátin og tískil nærri honum.
Tá góvust teir á bíggjarbátinum
at gera reint og broyttu kós beint
inn móti nærmasta landi, sum var
Heimaranes og Tindskriðubarmurin
í Mykinesi. Hetta var uttan iva fyri
at sleppa undan hvalinum.
Vit vóru nú við at koma inn á
gjónna í Mykinesi. Tá sóu vit bátin
og hvalin fyri seinastu ferð. Tá leyp
hann eisini leysur úr sjónum, eisini
sunnanfyri bátin, og ógvuliga nær
at vísa seg. Men tá hendi einki, utt
an at vit sóu, at menn reistust upp
í bátinum.
Hjá okkum at síggja, tá vit fóru
inn á gjónna, var bíggjarbáturin
akkurát leysur úr Leitistanganum.
Tá var ikki langt eftir til at fáa fatur
í landi, men ov langt álíkavæl. Hví
bíðaði hvalurin, til eingin sá, hvat
ið fór fram inni á Tindskriðu
barminum? Hvat slag av hvali veit
eg ikki. Støddin var umleið hálva
aðru ferð longdina av einum 5-
mannafari. Hetta er ein meting frá
tí vit sóu hann fleiri ferðir í leysum
lofti við síðuna av bátinum.
Sunnumorgunin tann 13. juni
kl. 10 fyrrapartin komu boð til
Mykinesar um, at bíggjarbáturin
ikki var komin aftur leygardagin.
So var farið at leita, fyrst har sum
vit sóu bátin seinast. Tað var tá
vit sóu hann í ferð við at sigla inn
á Tindskriðubarmin. Men har var
einki at síggja til nakað sum helst,
hóast trúliga var leita. So var eisini
leitað við størri bátum og skipum
víða um, men einki varð funnið
burtursæð frá eini ár og onkrari
tilju, sum fleyt Innan til Undur. Tað
er eitt øki vestan fyri Flesina longu
undir vesturendanum á Mykines
hólmi. Eingin ivi var um, at tað var
av bíggjarbátinum, men hvussu
var hann farin? Tað vóru nógvar
ymiskar gitingar um tað.
Leivdir av bátinum funnar
Mánamorgunin varð restin av
bátinum funnin inni á Tindskriðu
gjónni. Tað er ein lítil gjógv inni á
botninum á Tindskriðubarminum,
sum sker seg inn í landslagið millum
Tindskriðu og Lambafelli.
Hendan restin av bátinum var
ikki nógv. Bert kjølur, kjalarborð,
fláborð og ein partur av tí triðja
borðinum og endin av øllum bond
unum. Tey vóru skoytt millum
triðja og í beinari linju í fjórða borði
úr enda í annan. Tá ið báturin hevur
fingið slagið av hvalinum, er allur
báturin omanfyri við einum parti
av triðja borðinum skræddur upp í
heilum líki. Komandi vestfall hev
ur so tikið alt, sum fleyt, vestur í
havið.
Tað arbeiddu nógv fólk úti á
Mykineshólmi tann dagin. Tvey
nýggj sethús vórðu bygd úti á
hólminum. Tey høvdu lagt til merk
is nakað av rekaviði, sum fór við
vestfallinum út um hólmin seinna
partin tann dagin, ið báturin fórst.
Men tað var eingin, sum droymdi
um, at nakar bátur var burturgingin
so gott sum veðrið var.
Tá eg fyri tveimum árum síðani
var inni á bátasavninum í Brekku
túni og hugdi at vrakinum av bíggj
arbátinum, sum var varðveitt har,
kom eg eftir, hví báturin ikki var
funnin sunnudagin. Orsøkin var
uttan iva, at motorurin var skrædd
ur upp við botnrammuni úr stoypi
jarni av teimum 4 skrúvunum,
sum ramman hevur verið fest í. Í
eikiklossunum í botninum vóru
tvær skrúvur í hvørjum borði.
Tríggjar skrúvur, tvær í bakborð
og tann aftara í stýriborð vóru
vekk. Men tann fremra skrúvan í
stýriborð sat føst, og har er botn
ramman brotin líka innan fyri
skrúvuhøvdið. Av teirri orsøk, at
motorurin ikki er blivin leysur
frá bátinum beinanvegin, hevur
motorurin tikið tað, sum eftir
var av bátinum, niður á botn. Har
hevur hann ligið leygardagin og
sunnudagin, men mánanáttina er
so báturin flotnaður upp á eyst
fallinum. Eystfallið rekur bert ein
ar tveir tímar inni við land undir
oynni sunnanfyri, og tað rekur inn
suðureftir, tá vestfallið er komið.
Inni við land hevur báturin flotið so
innarlaga, at tað ikki hevur klárað
at tikið hann út um Leitistangan.
Av teirri orsøk er hann endaður
inni á Tindskriðugjónni.
Óvissan heima
Tann kendi lærarin í Sørvági, D.D.,
Daniel Danielsen, hevði í Dimma
lætting eina lýsing av, hvussu
heimafólkið upplivdi henda lagnu
dagin. Hann tekur eisini til, hvussu
vakur hesin dagurin var.
“Solen hævede sig over Hori
sonten saa luende og varm, at alle
Herrens
Skabninger
vaagnede
jublende glade. Fuglene sang og
kvidrede af Glæde over den varm
ende glødende Sol, Lammene paa
Marken løb dansende muntre frem
og tilbage over de glinsende Dug
perler. Hver Sømand var der Fart i
for at komme ud paa Havet ud til
Fiskemedet for at faa en rigelig god
75 ár síðan Bíggjarbáturin fórst
Í 1937 hendu tvær vanlukkur á sjónum. Onnur var, tá ið fýra menn umkomust við Pride, tá hann fór
til Svínoyar við ferðafólki. Hin var, tá ið bátur úr Bø hvarv við fýra monnum tann 12. juni 1937
Hans Hendrik Guttesen og konan Ella Maria
Elias Joensen
Andreas Guttesen
Ólavur Guttesen