Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Ì komandi parti verður enn ein partur av barnaminnunum hjá Johan Hansen, millum annað tá vegur kom millum Kollafjørð og Kvívík. Fangst at føre hjem til sine Kære til Aften.” Allir bátarnir fyltu seg og komu aftur so tíðliga til lands, at teir kundu fáa fongin avreiddan, áðrenn tað var blivið heilagt sunnudag. Men báturin úr Bø var ikki komin. Men roknað var við, at hann sjálv­andi var farin til Sørvágs at av­ reiða eins og so nógvir aðrir bátar, so tað kundi roknast við honum hvørja løtu! Men “den lod vente længe paa sig. Den varme Mad og den duftige Kaffe, som kærlige Hustruer havde lavet til, blev snart staaende for længe. Nu var der endelig en, som hørte Dunkene fra en Motor. Hun gaar ud for at se efter. Nej, det maa nok have været noget andet, for der er ikke noget at se, det maa have været en Indbildning.” Nú verður tað so seint, at tað er best at leggja seg í songina at bíða í klæðum, so tað er skjótt at fara upp aftur, tá ið teir koma. “Hen mod Morgene vækkes de af Dagskæret og Fuglenes Kvidren paa Taget, men hvad, Sengen er tom! O, Jesus, hvad skal det betyde? Hvorfor er de ikke kommet? Bange Anelser tager Modet fra dem, og dødelig Angst faar Kinden til at blegne, men man kæmper for at holde Taarerne tilbage. Lad os for Guds skyld faa vækket Naboerne! Den lille Bygd bliver straks alarmeret og hvert Menneske er uden Tøven forsamlet ved det tomme Baadskur, hvor der med Angst og Smerte drøftes frem og tilbage, hvad der kan være hændt.” Síðan verður farið at leita, og ringt verður til vinir og kenningar í øðrum bygdum um at gera tað sama í vón um, at menninir kunnu hava bjargað sær í land onkustaðni. Alla staðni, har tað kundu hugsast at finna menninar var leitað, men einki kom burtur úr. “Over den lille Bygd Bø med sine otte huse, hviler der nu et trist Mørke af Ensomhedsfølelsen og bitter Sorg over de tabte Slægt– ninge. Omtrent Fjerdedelen af hele Bygdens Mandskab er paa een Gang faldet paa den vaade Krigsplads i kamp mod det hjerteløse Hav.” Hevði bygt og skuldi giftast Teir sum fórust við bátinum vóru: Elias Joensen f. 1889. Eftir sat kona við tveimum smáum børn­ um. Hann var keypmaður. Nøk­ ur ár seinni doyði konan Anna Sofía, og børnini fóru av bygdini til fosturs. Jens Pauli fór til Vest­ manna og Jóanis vaks upp hjá pápa­beiggjanum, Pól Joensen í Sandavági. Andreas Guttesen, f. 1883. D.D., skrivaði um Andreas: “Det sidste Aars Tid havde han anvendt til at opføre sig et smukt og hyggeligt Hjem, der nu stod færdigt til det vordende Ægtepar. Men hans haabe­fulde Arbejde skulde ikke kron­es med Ægte­skabets Lykke. For hans vord­ende Ægte­fælle skulde Frem­tids­haabet om­skiftes til Sorg­ ens Mørke.” Gentan hjá Andreas var Lena í Niðristovu í Bø. Hon giftist seinni við Petur Heinesen í Miðvági. Hans Hendrik Guttesen f. 1886, giftur og sonur hansara, Ólavur Guttesen, 20 ára gamal. Kona Hans Hendrik og trý vaksin børn sótu eftir. Konan var Ella Maria, fødd Niclassen, úr Sørvági. Sorgar- og minnis­guds­ tænasta í Bíggjar kirkju Minningargudstænasta var 27. juni 1937. Henda frásøgn stóð í Føroya Social Demokrati 3. juli: Tann svára sorg, sum kom yvir Bíggjarbygd, kenst um alla oynna. Tað var eisini ásýniligt sunnudagin, tá hildin varð sorgar- og minnisgudstænasta. Har var komið saman um 200 fólk í tí lítlu Bíggjar kirkju. Frá øllum bygdum í oynni og aðrastaðni var fólk komið. Kirkjan var skrýdd við blómum, og á kórsgáttini stóð eitt borð við svørtum klæði, har brunnu 4 ljós í messingastakum. Álvarsamt og hátíðarliga ljóðaði urgan, meðan kirkjan fyltist til ytstu dyr. Eftir inngangsbønina ljóðaðu sálmarnir: "Lover Herren, han er nær" og "Jeg lever og ved" og vágaprestur, Poul Johansen, prædikaði yvir evangeliið til henda sunnudag (Luk. 5, 1-11). Í prædikuni minti hann á, at vit føroyingar hava fiskiskap til høvuðsvinnu. At henda vinna ofta krevur nógv mannalív og soleiðis veldur stórar sorgir. Hann minti aftur á teir farnu og tey ríku, góðu minnir, ið eftir teir eru. Hjá kristnum menniskjum eigir sorgin ikki at vera uttan vón. Trúgvin og vónin um aftur at hittast skal styrkja og bera. Sálmurin "Tú Harri Krist" varð sungin, og Emil Joensen, prestur, prædikaði yvir Matt. 8, 23-27. Í prædikuni nevndi hann, at Bøur í søguligari tíð aldri hevur verið fyri tílíkum óhappi at missa so nógv eina ferð. Hann lýsti lyndi teirra, ið burtur vóru farnir, teir vóru rætthugsandi menn og álitismenn í starvi sínum. Saknurin verður stórur, men trúgvin á frelsarin skal bera tey, sum av varða. Emil var beiggi Elias. Sálmarnir "Tonk, einaferð tá mjørki í skal lýsa" og "Tað er ein stutt, ein stokkut løta" vórðu sungnir. Hesin seinasti sálmurin er yrktur beint aftaná ólukkuna av Mikkjal av Ryggi. Vit skulu tí prenta hendan sálm uppaftur: Tað er ein stutt, ein stokkut løta, so fara vit úr hesi verð; í himmiríki aftur møta vit teimum, sum vit mistu her, sum tú algóði faðir mín í náði leiddi heim til tín. 2. Hjá Guði glað tey okkum bíða, í sælu teimum tíðin fer. O, faðir! gev oss kraft at stríða, til fagnarstundin komin er, tá loyst frá lívsins neyð og sorg vit vinna heim í tína borg. 3. Tá gloymd er øll vár svára møði, tí Jesus turkar burt hvørt tár; í endaleysu andans frøi vit liva har í ótald ár; tá syngja vit so glað og sæl: Guð gjørdi alt so sera væl! Ein grípandi sorgargudstænasta, ikki einans fyri tey avvarðandi, men fyri alt fólkið, sum henda dag var samankomið í Bíggjar kirkju. Í Bø er ætlanin at hava eina minningarløtu til minnis um hesa hending, sum skakaði bygdina so nógv. Bíggjar kirkja prýdd til minnisgudstænastuna Mynd: Óli J. Guttesen Petur Zachariassen var millum teir seinastu sum sá bíggjarbátin Minnisvarðin í kirkjugarðinum í Bø við nøvnunum á teimum druknaðu monnunum. Undir nøvnunum stendur: HARRI BJARGA OKKUM, VIT GANGA BURTUR. MATTH. 8,25 Rovini av bíggjarbátinum