Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 48 - 10. mars 2004 Nr. 48 - 10. mars 2004 19 kom Jørgin fram á norsku frágreiðingarnar um "Sei- filet", sum ein føroyingur í Noregi hevur skrivað og "Kvalitetsendringer i sei- filet", sum Fiskeriforskning hevur gjørt. - Norsku kanningarnar staðfestu tað, sum eg í mín- um kanningum var komin fram til, men tá hevði eg longu gjørt eina prototypu til eina maskinu, sum loysir henda trupulleikan, sigur Jørgin. Hann sigur, at maskinan, sum hann hevur fingið patent uppá, er roynd á Kósini í Klaksvík, men stendur nú hjá Carnitech í Danmark, sum er eitt dóttirfelag hjá íslendsku framleiðslufyritøkuni, Marell, ið allir føroyingar, sum fáast við fiskafram- leiðslu, kenna. Tað var maskinverk- staðurin, FJM í Runavík, sum bygdi hesa fyrstu maskinuna eftir tekningum og hugskotum frá Jørgini. Jørgin sigur, at nógv arbeiði liggur aftanfyri nýggju maskinuna, men nú er hetta arbeiði umsíðir komið har til, at avtala er gjørd við Carnitech um framleiðslu. Tvey fløk - Skulu vit fáa meira fyri upsan, er neyðugt, at flakið verður skorið soleiðis, at tann hvíti og brúni parturin verða skornir frá hvørjum øðrum. Vøddin í upsaflak- inum er nevniliga feitari enn vøddin í eitt nú sild og makreli. Tí helt eg tað vera ógvuliga umráðandi, at vit hava eina maskinu, sum kann skilja vøddan frá rest- ini av flakinum. Hann vísir á, at ein norsk maskina er framleidd til sama endamál, sum maskinan, ið hann hevur ment, men skipanin við norsku maskinuni er heilt øðrvísi, og hon er heldur ikki so neyv, sum maskinan hjá honum. - Maskinan, sum eg havi gjørt, sker spiklagið burtur í v-profili, sum tað verður rópt. Tað merkir, at minst møguligt av tí hvíta partin- um av flakinum fer saman við tí brúna partinum. Jørgin sigur, at tann brúni parturin telir umleið 23% av flakinum, men hesin parturin verður sjálvsagt eisini seldur. - Tann feiti parturin ger, at upsaflakið - um vøddin ikki er skorin frá – hevur ein serligan smakk sum ger, at nógv minni fæst fyri upsan. Haraftrat kemur so, at hesin parturin av flakin- um tráðnar, tá ið hann ligg- ur frystur leingi. Er vøddin skorin burtur, kann flakið goymast minst líka leingi sum eitt nú toska- og hýsu- flak. Tí meti eg tað vera alt- avgerandi fyri upsaprísin, at virkini kunnu framleiða tvær vørur úr upsa. Tað eru eisini lond, sum dáma væl tann feita partin av flakinum, og Jørgin veit at siga, at eitt nú japanes- arum dámar tann myrka partin betri enn flakið annars. - Vanligi føroyingurin, sum eitt nú steikir upsa, hevur funnið út av, at tað saktans ber til at skera tann brúna partin frá flakinum, men eg haldi ikki, at før- oysku framleiðsluvirkini í nógv stóran mun hava givið hesum trupulleikanum gæt- ur, sigur hann. Jørgin vísir á, at keypir ein útlendingur eina upsa- portión, har myrki vøddin ikki er skorin frá, kunnu vit í ringasta føri vænta, at vøddin er tránaður. Ein slíkur keypari keypir neyv- an upsa aftur, og eftir- spurningurin og prísirnir verða hareftir. - Eg síggi tað sum mítt lívsverk at lyfta upsan uppá eitt hægri støði, staðfestir 63 ára gamli uppfinnarin og granskarin, Jørgin Bech. - Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd – og ikki bara snakka og grenja um lágan upsaprís, sigur Jørgin Bech UPSI OG PRÍSUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jørgin Bech, ið hevur granska upsa og fram- leiðslutól seinastu árini, heldur, at tað er ongantíð ov tíðliga at fara undir royndir við daggomlum upsa, har spiklagið og tann hvíti parturin av upsaflakinum verða marknaðarførd hvørt fyri seg. Umframt at vera maskineftirlitsmaður hjá reiðarínum, P/F Beta í Saltangará, hevur hann sjálvur eisini verið fiski- maður og veit, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Aktuellu royndirnar, sum Jørgin sipar til, er, at fiskurin hjá nøkrum par- trolarum, sum veiða upsa, verður tikin úti á fiskifelt- inum so skjótt, trolposin kemur at borði. Daggamal upsi - Eg kundi hugsað mær, at eitt skip, sum lá á fiski- feltinum, tók trolposan inn so hvørt, sum hálað verður. Fiskurin verður beinanvegin koyrdur í ísvatn og køldur. Hann verður samlaður saman og førdur til lands dag- gamal og ókruvdur. Skip- ini, ið tóga, kunnu fáa trolposan aftur so hvørt – ella, meðan tey tóga við einum øðrum trolposa undir. Jørgin sigur, at fiskurin nú verður førdur til lands og virkaður á tann hátt, at upsaflakið verður býtt í tvey. – Slíkar royndir meti eg kunnu byrja beinanvegin og áðrenn maskinan, sum brúkast skal til endamál- ið, er tøk, kann upsin arbeiðast uppi á landi við handamegi. Síðan skal vøran marknaðarførast í tveimum, har tað hvíta flakið sum flak ella por- tiónir verður selt fyri seg og tað, ið eftir – tað myrka spiklagið - fer fyri seg. Misjavnur í dygd Hann vísir á, at ein annar trupulleiki við upsanum er, at fiskurin gerst mis- javnur til dygdar, tá ið hann liggur leingi á dekk- inum. Hálini eru stór, fiskurin smáur, og tað tekur sjálvsagt sína tíð hjá manningini at fáa fiskin kruvdan og ísaðan. - Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd – og ikki bara snakka og grenja um lágan upsaprís. Jørgin vísir á, at vit fiska eini 40.000-50.000 tons av upsa um árið, og kemur bert eitt oyra aftrat rávøruprísinum, er ein hálv miljón krónur meira at tjena – og 10 oyru í meirprísi geva 5 miljónir! Hann sigur, at fekst upsin daggamal og ókruvdur til lands, høvdu eisini møguleikar ligið í at fingið okkurt burtur úr innvølunum. - Eg ivist onga løtu í, at slíkar royndir høvdu verið viðvirkandi til, at vit fingu ein hægri upsaprís, sigur Jørgin Bech. Sosialurin fer at venda aftur til áhugaverdu mein- ingarnar hjá Jørgini í ein- um seinni blaði í vikuni. Vit fara møguliga eisini at taka táttin upp við virkisleiðarar um upsa- spurningin. Soleiðis fáa vit meira fyri upsa - Tað er ógvuliga umráðandi, at upsin verður marknaðarførdur í tveimum – tann hvíti parturin av flakinum fyri seg og hin myrki parturin, sum er spiklagið, fyri seg, sigur Jørgen Bech Ein tann størsti trupulleikin í før- oyskari fiskivinnu í dag er, at ov lítið fæst fyri fiskin. Hetta geldir flest øll fiska- sløg, men tað er ikki minst upsin, sum hevur ein láturligan prís. Upsanøgdirnar, sum førdar verða til lands, snúgva seg um fleiri túsund tons um árið, og tí hevði tað havt ein velduga stóran samfelagsligan týdning, um vit fingu meira fyri júst henda fiskin. Sosialurin hevur tosað við mannin, sum situr við loysnini. Hann hevur granskað upsa í eini fimm ár og hevur eisini gjørt eina maskinu, sum loysir trupulleikarnar UPSI OG PRÍSIR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hann er 63 ára gamal og út- búgvin elektrikari. Handa- lagið er gott, og áhugin fyri maskinaríi er stórur. Tí fæst hann meira við maskinur enn el. Hann er maskin- eftirlitsmaður hjá P/F Beta í Saltangará. Uppgávan hjá honum er at hava eftirlit við, at maskinur og tek- nikkur er í lagi umborð á trolarunum, sum felagið eigur. Men umframt at vera eftirlitsmaður, er hann eisini uppfinnari. Hann hevur fingið patent uppá eitt nú maskinur og trol- spæl. Eingin gerst uppfinnari uttan so, at tú fyrst veit, hvar og hví tørvur er á ein- um nýggjum uppfinnilsi – og er nakað eftir at upp- finna, nú vit eru farin inn í eitt nýtt túsundáraskeið, har teldur og tøkni eru partur av allari menning? Maðurin, vit tosa um, er skálamaðurin, Jørgin Bech. Sosialurin var inni á gólvinum hjá honum og konuni, Hannelis, í síðstu viku. Kaffi, vælsmakkandi kaka og karamellur vóru sett á væl dekkað borð í hugnaligu stovuni, tá ið vit sessaðust. Konan sigur skemtandi, at Jørgin heldur skuldi gjørt okkurt við hús enn at ging- ið so høgt uppí at uppfinna nýggj tól og nýggjar maskinur. Men skjótt skilst, at hon er rættiliga hugtikin av tí, ið maðurin fæst við, og tað er hon, sum veit, at prototypan til maskinuna, sum skal geva upsanum ein hægri prís, liggur uppi á ovastalofti! Ein treyt fyri at vera virkin á uppfinnaraøkinum, er, at tú veit, hvør tørvurin er – og tørvin kennir tú best, um tú ert aktivur, har á stendur og dugir at síggja, at okkurt kundi verið betur ella øðrvísi. Drúgvar kanningar Jørgin Bech hevur brúkt nógv tíð og nógva orku til tess at finna út av, hví so lítið fæst fyri upsa. Niður- støðan hjá honum er, at tað er tann myrki og feiti vøddin, sum liggur ovast á upsaflakinum, ið ger, at fólk ikki vilja keypa upsa fyri sama prís sum eitt nú tosk. Við tað, at hesin vøddin tráðnar, tá ið hann liggur frystur leingi, gerst flakið ella portiónin, um flakið er skorið í slíkar, trátt og er nærmast ikki fólka- føði. Hetta vísa kanning- arnar hjá Jørgeni, og seinni hevur hann so eisini sæð norskar kanningar, sum siga tað sama. - Orsøkin til, at eg fór undir mítt kanningarar- beiði, var, at vit á arbeiðs- plássinum sótu og tosaðu um, hví prísurin á upsa er so lágur. Tað var lági upsa- prísurin, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna út av, hvat gerast kann. Skjótt sá eg, at tað brúna lagið í flak- inum – spiklagið - var trupulleikin. Hetta snøgt sagt oyðilegði fiskin. Eg byrjaði at skera, fresa, frysta, kóka og steikja. Tað vísti seg, at tá ið tað brúna lagið var skorið burtur, var parturin, ið eftir var av upsaflakinum, minst líka so góður og hvítur – ja, kanska hvítari – enn toska- og hýsuflak. Eftir hesar staðfestingar, Maðurin sum kann geva okkum meira fyri upsan – Eg síggi tað sum mítt lívsverk at lyfta upsan uppá eitt hægri støði, sigur 63 ára gamli uppfinnarin og granskarin, Jørgin Bech á Skála, sum her situr við prototypuni til maskinuna, sum skal geva føroyingum ein betri prís fyri upsan Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 19 18