Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 48 - 10. mars 2004 Nr. 48 - 10. mars 2004 21 VIÐMERKINGAR At skriva føroyskt Um søguligu gongd- ina í rættskrivingar- málinum Ólavur Hátún Fyrsti maður, sum skrivaði føroyskt í størri saman- hangi, var Jens Christian Svabo (1746-1824). Mill- um alt tað nógva skrivliga, hann læt eftir seg, hava serliga orðabókahandritið og hansara rúgvumikla kvæðasavn havt stóran týdning fyri føroyskt ment- anarlív. Um sína rættskriv- ing sigur hann, at hann valdi "Quintilians simple og naturlige regel: at skrive som man udtaler". Sum dømi kunnu vit taka ørindi úr Brynhildar tátti: Teâ eer hoon Gurin, Systur tujn, Hoon voldi meâr teâ Struj; Ee man aangan sötan sova, Meni Sjûrur eer aa Lujvi. Í eini hálvthundrað ár var rættskriving Svabos fyri- myndin hjá øllum, sum royndu seg í at skriva før- oyskt. Her er fyrst at nevna prestin Johan Henrik Schrøter (1771-1851), sum m.a. flutti føroyska partin í Færeyingasaga, sum C.C. Rafn (1795-1864) savnaði í brotum úr ymsum fornís- lendskum handritum, fram til nútíðarmál. Henda bók kom út í 1832, men við einari tillaging av Svabo- stavsetingini í tí føroyska, ið var framd í samráð við fremsta danska serfrøðing- in í íslendskum máli Rasm- us Rask (1787-1832), sum gjøgnum handritini hjá Svabo hevði fingið ávíst innlit eisini í føroyskt mál, og hildið var, at tá høvdu føroyingar fingið sína endaligu rættskriving. Men ikki allir vóru nøgdir. Romantiska rákið, har hugurin meira leitaði aftur til fortíðar stórlæti enn at tí verandi og móti tí komandi, var tá eisini rokk- ið til Føroya og bókment- aðir menn sum yngsti bróð- ur Nólsoyarpáll, handils- forvaltarin Jákup Nolsøe (1776-1869), sum sjálvur yrkti kvæðir og framdi annað bókmentaligt virk- semi, og amtsskrivarin Jens Davidson (1803 -1878), sum var tann, ið tók stigið til bókasavn í Havn, lósu seg hugtiknir inn saga- heimin og tað fornnorrøna, sum einaferð eisini hevði verið okkara mál. Hesir menn ynsktu enn ítøkiligari stavsetingarlig stig aftur móti "frummálinum" og gjørdu eisini sínar royndir. Eitt sindur sæst til hetta í kvæðahandriti hjá soni Jákup Nolsøe, landslækn- anum Napoleon Nolsøe (1809-77). Úr hansara handriti "Quäabók um fodna Manna Rojsnir frå fisti Findartui. Irt i Fèreiun o goimt i Huanum ät okkara Døvum" kunnu vit sum dømi taka trý ørindir úr "Jákupi á Møn": Ligja hèr o doigja úti, tä må ikkji sje, heii e fingji mär ait Ross, lukku tui firi mé. Konufolkji säman leip ät skua tann komna man, luika sum Ravnar um Deiseia so hoppa tär um han.¨ Til tä svärar Uisakur Diril, situr å Toftubekkji, idla verur tär úr ui Dä ettur gomlun Merkji. Hetta prýðiliga kvæða- handritið hjá Napoleon Nolsøe frá 1840, sum er til skjals á Landsbókasavnin- um, kom árið eftir tí ný- klakta studentinum Vence- laus Ulrichus Hammers- haimb (1819-1909) í hend- ur og fekk uttan iva ávirkan á hansara sannføring um eina føroyska rættskriving. Hann ferðaðist tá um oyggjarnar og skrivaði upp sagnir og seinni eisini kvæðir. Í grein hjá Chr. Matras stendur hetta brot sum dømi um rættskriving Hammershaimbs í 1845: Sjódrèjil hèvur folka- skäpilsi, stendur å skjèrun ettir sólasèting og bìjur útirórabåtanar lòva sär vì; fiskar väl, men vegrast burtur tåi sól rùvar y hävi, tekur til at minka jú majri lyjur ymóti dèji; ty sìjist: "minkar sum sjódrèjil". Um hetta mundið vóru føroysk viðurskifti nakað frammi á politiska leikpall- inum í Danmark. Evnið var mest komandi skúlaviður- skiftir í Føroyum og hvørja støðu, føroyska málið átti at fáa innan skúlagátt. Hóast mætir mentamenn við sjálvum N. F. S. Grundtvig á odda staðiliga mæltu til ikki at fara við føroyingum, sum um teir vóru danir, men meta teir sum egið fólk við rætti til at nýta egið mál í øllum viðurskiftum, var politiski meirilutahug- burðurin tó so niðurgerandi fyri okkara fólk og mál, at bæði tann ungi Hammers- haimb og vinmaður hansara Svend Grundtvig (1824-83) inniliga og hvassliga tóku til orða í mótmælisskrivum. Um hesin rómur gjørdi sítt til tað, skal verða ósagt, men í øllum føri var til- vitanin um hesa sættu norð- urlandatjóð úti í Atlants- havi og hennara sermerktu mentan um hetta mundið vaknandi millum fram- komið fólk í Danmark. Dagfest 9. apríl 1945 varð innbjóðing send út til stovnar og einstaklingar um at verða við til at fáa í lag eitt føroyskt bókmentafel- ag, sum m.a. skuldi savna føroyskt mentanartilfar av mannamunni, geva slíkt út í bókum, fáa bíbliuna týdda til føroyskt og miða ímóti at fáa til vega føroyska sálma- bók, so at "...det sørgelige særsyn bliver et uhyggeligt minde: en luthersk menig- hed med et fremmed kirkesprog" (hetta var í 1845!). Henda vónríka ætlan, sum hevði kunna fingið al- miklan týdning fyri før- oyskt og eisini týdning fyri norðurlendskt mentanarlív, doyði tó í egginum, og hann, sum beindi fyri henni, var ongin minni enn danski professarin í norður- landamálum N. M. Petersen (1791-1862). Í orðmiklum svari, sum hann eisini læt prenta í "Fædrelandet", grundgevur hann fyri, hví hann ikki kann verða við til at stovna slíkan felagsskap: føroyingar høvdu onki skriftmál, sum hann tekur til. Hann kann ikki verða við til at royna "...at hæve en dialekt til et skriftsprog". Tað føroyska, sum tá sást á prenti "...ser så fremmed ud, at en islænder næppe skulle kunne forstå en sætning deri ...". Um bygd- armál í Føroyum veit hann at siga, at "...i det mindste tvende sådanne findes der på Færøerne", og skal talan verða um nakað skriftmál, mugu tey blíva "henført til sprogets simple, ædle, oprindelige form", tí sum er, eru tey bara "uægte forvanskninger af de op- rindelige". Hann vísir síðan á, hvussu føroyskt átti at verið skrivað "...med islandske endelser". Tað, sum um- ræður er "...at få den fær- øske dialekt ført tilbage til sin rod". Verður hetta ikki gjørt, "vil enhver udgivelse af skrifter på færøsk blive en mislig, vaklende, mere forstyrrende end heldbring- ende gerning". Professarin greiðir frá, hvussu ymisk føroysk orð áttu at verið stavað eftir ís- lendskari fyrimynd og nevnir soleiðis, at Sjúrðar- kvæði átti at verið skrivað "Sigurða kvæði" og ikki "... efter en plat og fordærvet udtale ... så at den, som forstår islandsk og gamm- elnorsk, straks kunne fatte skriftens betydning ...". Ein niðurstøða hjá hesum lærda manninum, sum fekk tað avgerandi orðið um føroyska skriftmálið, er: "En fuldstændig færøsk ordbog må næsten anses for ufornøden" og hevði bara kostað tíð og pengar uttan nakað veruligt gagn á sama hátt , sum "hvis nogen vilde samle alle danske ord efter den fyenske udtale". Tí "Enten ere ordene is- landske ... eller de ere danske." Um framtíðina hjá føroyskum máli sigur hann, at "skabelsen af en ny og egen litteratur for 7000 mennesker lader sig næppe iværksætte. ( Tættirnir hjá Nólsoyarpáll, kvæðini hjá Djurhuus-feðgunum og fyri alt tað allur føroyskur skaldskapur á mannamunni skuldu sostatt ikki verið sum bókmentir at mett. Einum dettur her eisini í huga, at Havnin valla taldi stórt meira enn 3000 íbúgvar, tá ið Janus og H. A. Djurhuus, Rikard Long og Nyholm Debess, Jørgen Frantz Jacobsen og William Heinesen, Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, M. A. Jacobsen, Jákup Dahl, Maria Skylv Hansen og onnur fleiri skrivandi fólk av bygd og úr býi myndaðu føroyskt bókmentalív). Nei, nakran stuðul fingu 7-mannaðu edilingarnir ikki frá professaranum til teirra vónbjørtu ætlan (Harmiligt er tað at hugsa sær, hvat ið tá annars hevði verið at heintað av kvæð- um, sagnum (dr. Jacobsen segði seksti ár seinni, at hann var í so seinur á sjóva- fallinum í sínari savnan av sagnum) skjaldrum, kvæðaløgum, kingoløgum, skjaldraløgum o. ø. á mannamunni!). Í staðin fingu føroyingar frá hesum fróða manni ein ljóðleysan stav at dragast við, sum tá hevði verið horvin úr máli okkara í trý hundrað ár. N. M. Pedersen helt seg kunna samanbera eitt ð í før- oyskum við ljóðleysa d-ið í hansara fjónmáli, sum hann persónliga ongan trupul- leika hevði av. Um virknaðin av greinini hjá N. M. Petersen sigur Chr. Matras i dansktorðaðu frágreiðing síni, at hon "... måtte komme som lyn fra en klar himmel for Hamm- ershaimb og Sv. Grundtvig og deres ligesindede .... vi har tydelige vidnesbyrd om, at de "sammensvorne" rustede sig til anfald mod giganten. ... Udkastet til et svar på N. M. Petersens artikel ..." sum "... er ikke skrevet af Hammershaimb, men af vennen Svend Grundtvig .... er temmelig udførligt, men aldrig færd- igskrevet, og er formet som et forsvar af det fonetiske retskrivningsprincip over for det etymologiserende." Um áskoðan Hammers- haimbs, sigur Matras, at "det er højst sandsynligt, at han på det tidspunkt anså det færøske retskrivnings- spørgsmål for løst", tá ið hann í 1845 kom fram við sínari rættskriving (sí om- anfyri). Týdning fyri framhaldið í hesum máli fekk tað, at gitni norski søgumaðurin og málfrøðingurin P. A. Munch (1810-63) nú legði uppí við einari grein til verju fyri upprunafrøðiliga sjónarmiðið hjá Petersen, professara. Í Noregi var støðan júst um tað tíðar- bilið tann, at menn kegl- aðust um sama evnið: atlit til talaða málið ella upp- bygging av einum skrift- máli, sum í mest møguligan mun skuldi grundast á tað fornnorrøna, sum Munch var heitur talsmaður fyri. Munch virdi lítið um tey verandi bygdamálini og segðist heldur ikki at vera nakar fólksins maður. Um hann sum fyrilesara á uni- versitetinum sigur ein av studentunum, at hann "...kom frem med mangt et gullkorn --- for specialisten og fagmannen. Men for det almindelige forelesnings- publikum passet det ikke ". Hetta var romantiska tíðin hjá skandinavismuni, og evsti dreymurin hjá bæði P. A. Munch og N. M. Ped- ersen segðist vera eitt felags skriftmál fyri øll Norðurlond (Vit kunnu hugsa okkum til, hvussu tað hevði gingist at roynt at fingið allar danir, sviar, norðmenn, føroyingar og íslendingar at skrivað við somu stavseting!). Móti hesum báðum risunum innan danskt og norskt andslív máttu Hammershaimb, Grundtvig og teir lúta. Enn eitt fyribrigdi fekk avgerandi týdning í hesum máli: Det Kgl. Nordiske Oldskriftsel- skab fekk frá Pløyen amt- manni sendandi eitt handrit við nøkrum gandaorðing- um, sum var skrivað við Svabosa stavseting. Skriv- arin í felagnum C. C. Rafn helt seg nú ikki kunna ann- að enn hava atlit til greinina hjá tí lærda og mynduga N. M. Petersen og legði - ivaleyst eftir samráð við professaran, heldur Matras - handritið fyri savnsskriv- aran íslendingin Jón Sig- urðsson (1811-79), seinni Íslands fremsti tjóðskapar- maður, til tess at hann kundi "islandificere" málið í tí. Í sínum íslendskaða skapi varð handritið so sent til N. M. Petersen, som gjørdi sínar viðmerkingar, og síðan varð Hammers- haimb biðin um við støði í upprunahandritinum frá Pløyen, málsligu tillaging- ini hjá Jón Sigurðsson og viðmerkingunum hjá Peter- sen, professara, at finna fram til eina stavseting, sum føroyski serkunnleikin kundi góðkenna. Eftir tann mikla háva hevði Hamm- ershaimb nú latið sær lyndað, og í høvuðsheitum fylgdi hann uppskotinum hjá Jóni Sigurðsson. Við hesari stavseting kom skrivið við í "Annaler for nordisk Oldkyndighed for året 1846", og var hetta fyrsta royndin til ta rætt- skriving, sum nú eitur tann hammershaimbska. (Meira) UTTAN ÚR HEIMI 40 milliónir gamlir dreingir í Kina Sakførarainnrás í Bagdad Í Kina verða fødd so nógv fleiri dreingir enn gentur, at kines- iskir granskarar eru farnir at stúra fyri framtíðini hjá sam- felagnum KVINNUTROT Árni Joensen: fartekst@mail.dk Um eini fimtan ár verða ímillum 30 og 40 milliónir gamlir dreingir í Kina. Tað er framtíðarspádómurin hjá Li Weixiong, sum er næst- formaður í teirri serligu kinesisku fólkatalsnevnd- ini. Orsøkin til trupulleikar- nar er tann umstríddi polit- ikkurin hjá myndugleik- unum, sum bert loyvir fam- iljum at fáa sær eitt barn. Úrslitið er vorðið, at kvinn- ur, sum ganga við gentu- børnum, velja fosturtøku, tí tað sambært gomlum siði er betri at fáa ein drong. Li Weixiong sigur við tíðindastovuna Reuters, at fyri tjúgu árum síðani var býtið ímillum nýføddar dreingir og gentur í Kina tað sama sum aðrastaðni. Fyri hvørjar 100 gentur vóru 108 dreingir. Men í 2000 var lutfallið broytt til 117 dreingir fyri hvørjar 100 dreingir, og í lands- pørtunum Hainan og Gu- angdong har suðuri í land- inum vóru 130 dreingir fyri hvørjar 100 gentur. Li ivast ikki í, at trupul- leikin er ein hóttan ímóti einum vælvirkandi sam- felag. – Tann stóri munurin fer at órógva tann náttúrliga fólkavøksturin, og hann fer eisini at elva til sosialar trupulleikar og kriminalitet so sum kvinnurán og skøkjulevnað, sigur Li Weixiong. Handil og rán Handil við kvinnum og børnum er longu ein stórur trupulleiki í Kina. Sambært teimum almennu tølunum fann løgreglan 42.000 burt- urfluttar kvinnur og børn í 2001 og 2002, men eyg- leiðarar siga, at hetta er bara toppurin á ísfjallinum. Tær flestu kvinnurnar verða seldar sínum kom- andi monnum ella skøkju- húsum, og burturfluttir dreingir verða ofta seldir barnleysum hjúnum. Orsøkin til, at fólk vilja heldur hava ein son enn eina dóttur, er tann vanliga hugsanin, at ein drongur er betur førur fyri at hjálpa foreldrunum, tá tey verða gomul. Harafturat kunnu dreingirnir tryggja fram- tíðina hjá ættini. Tað er ikki galdandi fyri gentur, tí tá tær giftast, verða tær partur av ættini hjá manninum. Fyri nøkrum árum síðani settu kinesisku myndug- leikarnir forboð fyri at av- dúka, hvørt kvinnur gingu við gentu ella dreingi, og nú mælir Li Weixiong myndugleikunum til at herða lógina um fostur- tøku. Samstundis royna myndugleikarnir við yms- um átøkum at sannføra fólk um, at gentur eru líka góðar sum dreingir. "Horvnar" gentur Lou Binbin, professari, heldur ikki, at politikkurin við einum barni fyri hvørt húskið er tann einasta or- søkin til trupulleikarnar. – Í summum pørtum av landinum ansa foreldrini ikki so væl eftir gentunum sum eftir dreingjunum, og tí doyggja fleiri gentur enn dreingir, sigur hon. Professarin sigur, at í summum pørtum av land- inum er tað elligamal siður at koyra eina gentu út í skógin, so hon skal doyggja har, og Lou Binbin heldur seg hava sæð tekin til, at hesin siðurin er komin framaftur. Sambært professaranum eru 12 milliónir gentur horvnar í Kina. Tað snýr seg um gentur, sum skuldu verið føddar, ella sum eru føddar, men ikki skrásettar, soleiðis at foreldrini kunnu royna at fáa ein son. Amerikanskir sakfør- arar í stórum tali fara nú til Bagdad at fyri- reika umleið 200 rættarmál ímóti Sad- dam Hussein og hansara monnum UPPGERÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Mánadagin komu fleiri amerikanskir sakførarar til Bagdad, har teir skulu hjálpa irakskum sakførar- um at leggja tey nógvu rættarmálini til rættis. Í ferðalagnum vóru eisini fýra løgfrøðingar hjá amer- ikanska løgmálaráðnum. Amerikanskar keldur siga, at einir 50 amerik- anskir sakførarar koma til Bagdad seinni í hesum mánaðinum. Teir skulu kanna tað nógva próvtil- farið, sum amerikanarar og irakar hava savnað. Tann fyrsti av Saddams monnum, sum skal fyri rættin, er Ali Hassan al- Majid, ið er skuldsettur fyri at hava staðið á odda fyri gassálopinum á kurdiska býin Halabja í 1988, har umleið 5.000 fólk doyðu. Amerikanararnir fóru longu í nítiárunum undir at savna próvtilfar ímóti Ali Hassan al-Majid, men sam- bært AFP kæra iraksku ákærarnir seg um, at amer- ikanararnir eru trekir at lata teimum upplýsingar um generalin. Salem Chalabi, sum er ein av ákærunum, sigur, amerikanararnir hava lagt hald á ein hóp av skjølum, men at teir eru ikki serliga samstarvhug- aðir, nú irakar skulu nýta skjølini til rættarmálini. Hann sá morðið og bleiv myrdur Eitt eygnavitni til morðið á serbiska forsætisráðharran Zoran Djindjic fyri einum ári síðani varð sjálvur skotin fyri nøkrum døgum síðani MORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 52 ára gamli Kujo Krijestonac sá tann ella teir, sum fyri einum ári síð- ani skutu serbiska forsæt- isráðharran Zoran Djindjic uttan fyri tjóðartingshúsini í Beograd. Hann var sostatt eitt týð- andi vitni í rættarmálinum ímóti, sum er skuldsettur fyri at hava latið tey drep- andi skotini av. Men Kujo Krijestonac fer ikki at vitna í rættinum. Í gjár kunngjørdi serbiska ákæruvaldið, at Krijstonac bleiv skotin fyri einari viku síðani, meðan hann sat í bili sínum á einari gøtu í Beograd. Men hann hevur fyrr hevur verið til avhoyringar, so rættarmálið heldur fram. Zvezdan Jovanovic er skuldsettur fyri at hava myrt Zoran Djindjic, forsætisráðharra. Her situr hann ímillum tveir vaktarmenn í rættarhølinum C M Y K 21 20