Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 48 - 10. mars 2004 Einastu írestandi atgongumerki til stóra sangleikin »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« eru til eykasýning leygardagin kl. 16., meðan allar aðrar sýningar eru útseldar. Eftir stórsligna aðalroynd mána- kvøldið boðar sang- leikurin frá góðum, og ummæli av leik- inum verður í kom- andi blaði SANGLEIKUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Mánakvøldið varð aðal- roynd fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum, tá amatørarnir úr Hoydølum framførdu »Jósef og ótrú- liga litfagra dreymakotið«, men framførslan var úr enda í annan eyðkend av professionalismu á hægsta stigi, har tónleikur, ljós, palldesign, leiklist, dansur o.s.fr. gekk upp í eina hægri eind. Stórsligna aðal- royndin boðaði so avgjørt frá góðum, og gravgang- urin eftir atgongumerkjum hevur noytt fyriskipararnar at hava eykasýningar. Les ummæli av leikinum í blaðnum í morgin. Fá atgongumerki eftir Gravgangurin eftir at- gongumerkjum hevur verið sera stórur. Útselt varð til frumframførsluna týs- kvøldið, og sýningarnar hóskvøldið, fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnu- kvøldið eru somuleiðis all- ar útseldar. Tískil eru tvær eykasýn- ingar leygardag og sunnu- dag klokkan 16, og harav eru bert fá atgongumerki eftir til eykasýningina leyg- ardagin. So hevur onkur hug at fara, sum enn ikki hevur ognað sær atgongu- merki til stórslignu fram- førsluna, er at skunda sær… Øgiligur gravgangur eftir Jósef TÓNLEIKUR pop.fo Gunnar Mikkelsen er í løt- uni í upptøkuhølunum, har hann syngur sangirnar til nýggju útgávuna hjá sær. Hann hevur sjálvur skrivað allar sangirnar á fløguni. Eftir at vinnarin av Stjørna í eitt kvøld hevði sungið fyri føroyingum um vikuskiftið, fór hann bein- leiðis aftur til Danmarkar og í upptøkuhølini. Hesa vikuna skulu røddir leggj- ast á sangirnar, sum eru spældir inn. Hóast tað hevur verið vanligt, at vinnarar av slík- um tónleikakappingum hava fingið onnur at skriva sangir til sín, so gongur Gunnar sína egnu leið. Hann hevur nevniliga skrivað allar sangirnar á útgávuni sjálvur. – Eg segði fleiri ferðir við plátufelagið, at teir fingu tað besta burtur úr mær, um eg slapp at spæla mínar egnu sangir inn. Teir lurtaðu eftir sangunum, sum eg havi skrivað sein- astu fýra árini, og teir hildu, at sangirnir vóru nóg góðir, greiðir Gunnar frá. Ætlanin er, at nýggja út- gávan hjá Gunnari Mikkel- sen skal koma út um mán- aðarskiftið apríl-mai, men longu nú er sangurin Haun- ted Honeymoon at hoyra í Danmark og í Føroyum. Gunnar skrivar sangirnar sjálvur Gunnar Mikkelsen er nú í ferð við upptøkurnar til nýggju útgávuna Tað eru bert atgongumerkir eftir til eykasýning leygardagin kl. 16.00 til »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 48 • mikudagur • 10. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast flaggskipið í løtuni er á odda í bestu mansdeildini, so tykist ónøgdin um venjarin vera somikið stór, at hesin væl kann vera sendur avstað, áðrenn komandi dystin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nú tað bert resta fýra umfør í hondbóltslands- kappingini hjá monnunum, er Kyndil tað liðið, sum liggur best fyri. Grøna havnarliðið er í løtuni tvey stig undan næstu kapping- arneytunum, og tó at nógvir spennandi dystir eru eftir á skránni, so er Kyndil uttan iva liðið, sum hevur bestu kortini á hondini undan hesum. Ikki minst, tí liðið bara tvær ferðir skal spæla móti nøkrum av hinum oddaliðunum, meðan Neistin og VÍF hava tríggj- ar dystir av hesum slagn- um. Eingin viðmerking Men tað eru skeinir undir glæstriligu tromini. Tí hó- ast oddastøðuna, so hevur innanhýsis stríð ígjøgnum eina tíð verið í Kyndils- hópinum, og nú er líkt til, at hetta fer at hava broytingar við sær. Broytingin, sum liggur í kortunum tykist fyrst og fremst vera tann, at venjar- in, Jan Djurhuus ikki kem- ur at standa á odda fyri liðnum teir seinastu fýra dystirnar. Sum skilst, so hava fleiri av leikarunum á liðnum sýnt stóra ónøgd við leiðsl- una hjá venjaranum, og kanska er tað eisini so, at leikararnir við hesum vilja gera eina roynd at venda gongdini seinastu vikurnar. Týsmorgunin var tó vón- leyst at fáa nakra almenna viðmerking frá leiðsluni í Kyndli um málið. Jóannes Dalsgarð, for- maður í nevndini, sigur, at nevndin í løtuni einki hevur at siga um málið, og í aðrar mátar tykist ikki vera gjør- ligt at frætta nøkur tíðindi hesum viðvíkjandi, men tað er tó lítið at ivast í, at okkurt verður at frætta um hetta komandi dagarnar. Næsti dysturin hjá Kyndli verður sunnudagin móti H71, og júst hesin dysturin man meira enn nakar annar minna tey í felagnum á nakrar óneyð- ugar stigamissir, sum hava havt við sær, at kappingin í ár er vorðin munandi meira spennandi, enn tey í Kyndli munnu brýggja seg um. Holte slepp- ur í oddin Um vikuskiftið varð staðfest, at Holte skal spæla í elitudeildini kom- andi kappingarár FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tað ikki hevur gingist so væl hjá Holte í ár, sum tað hevur gjørt undan- farnu árini, so verður føroyska útiesetaliðið aftur at síggja í donsku elitudeildini komandi kappingarár. Hetta varð staðfest um vikuskiftið, tá Holte við Bárði B. Mikkelsen og Ragnari í Haraldsstovu hevði vitjan av ASV Århus. Gestirnir høvdu bert tvey stig undan hesum dystinum, og eftir ein tryggan 3-0 sigur til Holte, var hetta fram- vegis ikki broytt. Enn resta tveir dyst- ir í danska elitukvalif- ikatiónsspælinum, men saman við Hvid- ovre hevur Holte nú 14 stig, sum eru seks fleiri enn triðja liðið í bólkinum, og soleiðis eru tey vís í at vera við í ovastu deildini, tá eitt nýtt kappingarár byrj- ar í heyst. Hjá hinum báðum »føroysku« feløgun- um, Amager VK (Jóhann Nielsen) og PVC Lyng by (Steinar Eirikstoft og Suni Juul) gongst ikki heilt so væl. Amager er næst nið- ast í sínum bólki, með- an Lyngby í sínum lagi er á triðja plássinum. Teir hava við einum dysti eftir bert tvey stig upp til næsta plássið, men vánaligi settmunurin ger, at teir kortini ikki hava møguleika at røkka hesum sessinum. Støðurnar í elitukval-røðunum: Bólkur 1 Nr Felag Stig 1 Holte IF 14 2 Hvidovre VK 14 3 Rosenlund Volley 8 4 Bedsted KFUM 8 5 Amager VK 4 6 ASV Århus 2 Bólkur 2 1 Lyngby Volley 16 2 Spentrup IF 14 3 PVC Lyngby 12 4 Grøndal EV 6 5 Aarhus 1900 4 6 Starup Ågård 0 Nú er greitt, hvørji tey 19 pørini eru, sum seinast í mánaðinum skulu kappast í FM- finaluni fyri pør BRIDGE Bogi Simonsen Semifinalan fyri pør í Bridge, varð leikt í Bridge- húsinum í Havn leygardag- in, 6. mars. 33 pør kappað- ust um rættin at luttaka í finaluni, sum verður 28. mars í Havn. Leikt varð í tveimum røðum, har níggju pør frá hvørjum rað komu víðari til finaluna. Kapp- ingin var væl fyriskipað og eiga fyrireikarinir rós uppi- borið. Kappingin var sera spennandi og jøvn. Eftir 60 spøl høvdu hesi pør tryggja sær luttøku í finaluni. Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen Salomon Johansen - Zakaris Joensen Ingibjørg Hansen - Hen- riette Svenstrup Kaj Alstrup - Høgni Hansen Dia Petersen - Hans Egil Joensen Eyðun Jensen - Niels Nielsen Høgni Jacobsen - Finn Ougaard Eyðun Joensen - Helgi Joensen Eilif Petersen - Petur A. Johannesen Dia Jacobsen - Marner Joensen Per Kallsberg - Dánjal P. Mohr Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen Johannes Skaarup - Jórun Johannesen Petur S. Rasmussen - Hannis Jacobsen Eyðun Jacobsen - Pól Joensen Reimund Langgaard - Vilhelm Nygaard Jóannes Mouritsen - Heðin Mouritsen Rói Joensen - Jógvan Juul Rasmussen Tey bestu í hvørjum rað gjørdist: Gult rað: 1) Eilif Petersen - Petur A. Johannesen 2) Dia Jacobsen - Marner Joensen 3) Dia Jacobsen - Marner Joensen Hvítt rað: 1) Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen 2) Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen 3) Salomon Johansen - Zakaris Joensen Endaspælið Komandi vikuskifti verður endaspælið í liðkappingini hjá FBS leikt í Klaksvík. Byrja verður fríggjakvøldi kl: 19:00. Spæl Spælið hesaferð er frá semifinaluni pør, ið varð hildin um vikuskifti. Spæl- ið er eitt gott dømi um munin á parakapping og liðkapping. E/- (8 (DB10974 (9853 (104 (E62 (KDB753 (K2 (E653 (K1064 (DB (ED52 (8 (1094 (8 (E72 (KB9763 V N E S Símin Bogi 1sp pas 2ru 2hj pas pas Dbl1) pas 3sp pas 4hj2) pas 5kl3) pas 6ut!! a.p. 1) Vísur góð kort, sigur einki um hjartara 2) Trelde, spyr eftir hjartara haldi og evt. essum 3) Vísur tvey ess og hjartara hald Símin veit at makkarin hevur seks spar og 4 lit í hjart og sostatt hjartar ess, annars hevði eystan melda 2spar eftir 2hjart, vísandi 15-18 hp og seks lit í spar. Símin meldaði eftir hetta tann vinnandi 6ut. Megin- parturin av feltinum meld- aði 6 spar, sum ikki er eins góður sum 6ut í parakapp- ing. Rumbul í Kyndli Jan Djurhuus tykist í løtuni at sita sera ótryggur í venjarasessinum Hálvfinalurnar avgreiddar C M Y K 23 22