mikudagur 10. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 48 - 10. mars 2004
Nr. 48 - 10. mars 2004
25
Verkfrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi e.l.til havnadeildina
hjá stovninum. Havnadeildin hevur ábyrgdina av
málum viðvíkjandi havnum og lendingum,
fysiskari planlegging á sjónum, geofysiskum,
hydrografiskum og meteorologiskum mátingum
og øðrum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum
kann rokna við at skula røkja, eru hesar:
•
Hevur hald og rakstur av havnum og lending-
um um hendi
•
Fysisk planlegging á sjónum
•
Programmeringar,
forkanningar
og
prosjektgransking
•
Fakeftirlit við verkætlanum og
•
Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi ella líknandi -
helst við royndum innan nøkur av omanfyri
nevndu virkisøkjum.Harafturat kundu vit hugsað
okkum, at umsøkjarin hevur edv kunnleika viðv.
perl scripting, dátugrunni, dynamiskari heima-
síðu og hagfrøðiligari dátuviðgerð. Umsøkjarin
skal hava góð samstarvsevni, skal duga at skipa
sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning
av arbeiðsplássinum og vera førur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Verk-
frøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, møguligum ummælum
og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til
Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn,
og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
1. apríl 2004. Brævbjálvin eigur at merkjast
»Verkfrøðingur til havnadeildina«. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Ewaldi Kjølbro á tel.31 13 33,lokal 316,(e-postur:
ewald@lv.fo) ella fartel. 540 861.
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Skrivstovufólk
Vegna farloyvi verður søkt eftir skrivstovufólki til
fulltíðarstarv í tíðarskeiðinum 1. apríl 2004 til
1. mei 2005.
Starvslýsing
Í høvuðsheitum umfatar starvið skrivaraupp-
gávur fyri leiðsluna. Starvið umfatar eisini sjúk-
lingaskráseting, toll- & telefonavgreiðsla, skjala-
savn og hjálp í bókhaldinum
Førleikakrøv
Tað er fyrimunur, at tann, ið settur verður, hevur
skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving.
Eisini skal viðkomandi hava kunnleika at arbeiða
við teldu.
Harumframt skal viðkomandi verða fyrikomandi,
arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti, sum eru treytað av
starvsroyndum og útbúgving, eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna-
felagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Suðuroyar Sjúkrahús, Jónvør Bjarkhamar
tlf. 37 11 33 lokal 136.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verða
at senda til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
í seinasta lagi 26. mars 2004.
Sjálvuppgávan 2003
Freistin hjá persónligum skattgjaldarum, ið ikki
hava roknskaparskyldu, at lata inn
sjálvuppgávu
ognaruppgerð
kapitalvinningssjálvuppgávu
er mánadagin 15. mars 2004.
Sí eisini bóklingin “skatturin 2003”
og heimasíðuna www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Argir 9. mars 2004
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálp-
ara til 13 ára gamlan drong í Klaksvík at byrja 1.
apríl 2004.
Arbeiðið hjá stuðlinum er í samstarvi við drongin
og stuðlsráðgevan at stuðla dronginum í at fáa
ein innihaldsríkan dag.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og er fyribils
játtað til 1. februar 2005.
Ynskiligt er at tann ið settur verður, hevur
hóskandi útbúgving ella royndir.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Føroya Landsstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
jóruna Niclasen, stuðuslráðgeva ella Súsonnu
Gaard, sosialráðgeva.
Umsóknir við møguligum avritum av prógvi vera
at senda til:
Barnaverndarnevndina
Klaksvíkar Kommuna
postboks 2 · FO-700 Klaksvík
í seinasta lagi 22. mars 2004.
Leiðari
til Dagstovnin í Kvívík
Kvívíkar kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovn-
in í Kvívík til at byrja 1. apríl 2004, ella eftir nærri
avtalu.
Dagstovnurin umfatar vøggustovu við 10 børn-
um í aldrinum 0 til 3 ár,barnagarð við 20 børnum
í aldrinum 3 til 6 ár, frítíðarskúla við plássi til 16
børn eins og dagrøkt, har tað í løtuni verða 6
børn ansað.
Kommunan kann bjóða eitt áhugavert og av-
bjóðandi starv í einum lítlum stovni í góðum um-
hvørvi,har tú fært møguleika at gera tína ávirkan
galdandi.
Vit ynskja at umsøkjarin
• er útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• er til reiðar at fara virkin til verka, og sum ein
partur av starvsfólkabólkinum
• hevur hug og vilja at seta sín dám á virksemið,
og saman við starvsfólkunum at menna tað
pedagogiska arbeiðið á stovninum
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan dag, merktan av virðing og um-
sorgan fyri børnum, og kann virka í góðum
samstarvi við foreldur og starvsfelagar
• er opin, positivur og dugir væl at samskifta,
bæði innan- og uttanhýsis
Starvið verður sett sambært sáttmálan millum
Føroya Pedagogfelag og Føroya landsstýri.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Heina Holm, bygdarráðsformann, á tlf. 421294,
ella á tlf. 210294.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skal innan 22. mars 2004 send-
ast til:
Kvívíkar kommunu
Postboks 30
FO-340 Kvívík
www.sosialurin.fo
Lógarsavnið hjá
Toll- og skattstovuni 2004
Lógarsavnið hjá Toll- og
Skattstovuni 2004, sum Toll- og
skattstova Føroya gevur út, er nú
komið. Bókin, sum er 351 síður til
støddar, er í fikkustødd og kostar
100 kr.
Í bókini eru allar toll-, mvg- og
avgjaldslógir, 33 í tali, sum Toll-og
skattstovan umsitur
Lógarsavnið hjá Toll- og
skattstovuni 2004 fæst til keyps í bókabúðunum og á
Økisskrivstovunum kring landið, í Tórshavn tó í
Tollbúðuni.
Argir, 9. mars 2004
Toll- og Skattstova Føroya
Sethús í Tvørgøtu
27,Tórshavn til sølu
Húsini eru í 3 hæddum, hvør 50 fermetrar.
Grundøkið er 158 fermetrar.
Á loftinum eru 3 kømur, baðirúm og gongd.
Í miðhæddini eru køkur við nýggjum hvítvørum og
borðplátum, 2 stovur og gongd.
Í kjallarahæddini er sjálvstøðug íbúð við kamari,
stovu, køki, wc, baðirúm og gongd.
Í tilbygningi er stórur hjallur og fýr- og vaskirúm.
Uttanfyri húsini er urtagarður og stoyptur garður er
runt um húsið.
Húsini standa í barnavinarligum,friðarligum,veður-
góðum umhvørvi og tó bert 5 min. frá miðbýnum.
Myndir av húsinum kunnu síggjast á www.vitin.fo.
Kostnaður 1.300.000 ella hóskandi boð.
Áhugað kunnu venda sær til:
Tlf. 313858 ella 553355
C
M
Y
K
25
24