Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Mentanarnáttin í Havn byrjar í kvøld, og klokkan 16 í dag letur ein stór listaframsýning upp í Listasavni Føroya í Gunda­dali. Eingin Várframsýning hevur verið í ár. Várfram­sýn­ ingin er altíð sensurerað, men tað er hendan framsýningin ikki. Øllum limunum í felagnum Føroysk Myndlistafólk stóð í boði at luttaka, og umleið helvtin tók av, sigur Kári Svensson, sum saman við Jóruni Danialsdóttir og Jónu Mortensen hevur hongt fram­sýningina upp. 16 listafólk sýna fram 61 verk. Tað er einki tema. Lista­ fólkini hava sjálvi gjørt av, hvørji verk og hvussu nógv tey vildu sýna fram. Stór framsýning Tey 16 listafólkini eru Jóhan Martin Christiansen, Oggi Lamhauge, Vígdis Petersen, Ole Wich, Unn Joensen, Philippe Carré, Øssur Mohr, Eli Smith, Eyðun av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Arnold Vegghamar, Astrid Andreasen, Amariel Norðoy, Jórunn Danialsdóttir, Jóna Rasmussen og Kári Svens­ son. Virknu listafólkini Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn eru ikki við á hesi framsýningini, tí tey eru á Summarframsýningini i Norðurlandahúsinum. Framsýningin er sera fjøl­ broytt. Málningar, grafikkur, áseymað, vatnlitsmyndir, brot­myndir (mosaikkur) og installasjónir. Har eru nógvir glaðir litir. Sum nakað sjáldsamt kann nevnast, at Eli Smith hevur nakrar brotmyndir við gróti úr Føroyum og øðrum londum. Verkini hjá Ole Wich eru sjáldsom upp á ein annan máta. Hann hevur sett upp petti av eini bingju, og verkið kallar hann Tróndur Patursson/Ole Wich negativ, tí pettini eru avlop frá Tróndi. Hesi pettini selur hann fyri eina krónur grammið. Framsýningin er opin í dag frá klokkan 16 til 21 og heldur fram til 1. juli. Hústjóvur ger um seg í Fuglafirði Randi Jacobsen Á smærru plássunum í Føroyum hevur ikki ver­ið vanligt at steingja kjallarhurðina og at hava hjallin læstan. Men summa­staðni kann tað gerast neyðugt. Tað ásannar Jón­gerð Ellingsgaard í Fugla­ firði. Eg havi altíð havt álit á fólki, og tað kom mær ikki til hugs, at nakar kundi finna uppá at stjala frá mær. Nú eri eg nakað so vónsvikin, sigur hon. Týsmorgunin komu hon og dóttirin eftir, at onkur hevði verið langt inni í kjallaranum og stol­ið. Jóngerð Ellingsgaard skilir tað ikki, tí kjallara­ hurðin er trek, og hon hev­ur verið heima sein­ astu dagarnar. Tær funnu eisini útav, at onkur hevur verið í hjallinum. Aftaná hevur hon frætt frá øðrum í Fugla­ firði, at tey eisini hava havt óbodnar gestir. Tað er syrgiligt, og eg haldi, at fólk, sum gera slíkt, treingja til okkurt slag av hjálp, sigur Jón­ gerð Ellingsgaard. Stjól grind á Sandi Randi Jacobsen Týsdagin doyði ein grind á Sandi, og partarnir vóru stórir. Men kortini var onkur, sum ikki helt seg fáa nóg mikið. Eftir at hvalirnir vóru merktir, komu tey eftir, at ein hálvur hvalur var horv­in. Av tí at ein havnar­ mað­ur hevði spurt okk­ urt um henda hvalin, fingu tey illgruna um, at hann var far­in avstað við hálva hval­inum. Finnbogi Midjord, sýslu­maður fekk upp­ spurt, at maðurin var far­in yvir um fjørðin við grindini. Farið var so til mannin eftir hálva hval­ inum. Maðurin fekk boð um ikki at vísa seg aftur í grind í Sandoynni. Meira verður ikki gjørt við málið, sigur Finnbogi Mid­jord. tíðindi Tað er nógv fyri, at tað skal vera neyðugt at læsa hurð­ ina, sigur Jóngerð Ellings­ gaard í Fugla­firði. Stolið er bæði úr kjall­aranum og úr hjalli henn­ara Ein havnarmaður hevur fing­ ið boð um ikki at vísa seg aftur í grind í Sandoynni Mynd: Beinta Vilmundsdóttir Ein glað summar­ framsýning Ein ósensurerað listaframsýning við heitinum Summargluggin letur í dag upp í Listasavni Føroya Kári Svensson hevur saman við tveimum øðrum sett framsýningina upp Mynd: Álvur Haraldsen Arnold Vegghamar er ein tann mest litríki á framsýningini Mynd: Álvur Haraldsen