Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd, eru sjálvstøðugir og vilja hava ávirkan. Næmingum, ið eins og vit tora at ganga á odda og eru fúsir at vera partur av einum samtaki, ið hevur sum endamál at skapa vøkstur og tryggleika í Føroyum. Um okkum Tryggingarfelagið Føroyar er partur av TF Holding samtakinum. Tryggingarfelagið Føroyar er størsta tryggingarfelagið í Føroyum. Felagið er støðugt í vøkstri, og er tað ein áhaldandi avbjóðing, sum tú kanst gerast partur av. Vit kunnu bjóða tær Fjølbroytt og avbjóðandi lærupláss í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menn­ ing. Eitt lærupláss í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðið er grundað á virðini – vilja til lønandi vøkstur, virðing fyri heildini, ágrýtni og nærlagni, langtíðarhugsjón og broytingarsinni. Um teg Tú skalt tora at taka ábyrgd, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vilja hava ávirkan. Tú skalt vera áhugað/ur í einari útbúgving, sum byrjar 3. september 2012, tekur tvey ár og fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part. Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH ella líknandi. Fyrimun hevur tú, sum hevur góðan telduførleika og góðan málførleika. Tú, sum tekur prógv í summar, ert eisini vælkomin at søkja. Meira kunning Vilt tú vita meira um tað at vera næmingur hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja til Starvsfólkadeildina á telefon 345 600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2012 kl. 16.00. Søkjast kann umvegis heimasíðuna Trygging.fo ella við vanligum brævi til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við. trygging.fo Ert tú okkara nýggi næmingur?