Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hvørja ferð havnargentan Lisa Í Dali loggar á Face­ book, er hon bangin fyri at síggja óynsktar vin­ar­um­ bønir og gerast varug við falsk­ar vanga­myndir av sær sjálvari. - Eg skuldi ongantíð sagt ja til vinarumbønina frá hasari har Emmu, tí tá eg hevði gjørt tað, byrj­ aði henda marran. Tað sigur Lisa í Dali, sum í skjótt tvey ár hevur upp­ livað, at onkur stovnar falsk­ar vangamyndir av henni á Facebook og umvegis teldupost setir seg í samband við familju og vinir hjá Lisu. Per­ són­urin h­andan følsku vanga­myndirnar sendir vinar­umbøn frá fiktivum per­sónum fyri at savna sam­an informatiónir, sum síðan kunnu brúkast, tá viðkomandi skal stovna eina falska vangamynd. Emma sendi vinarumbøn Tað byrjaði ein dagin í november fyri skjótt tveim­um árum síðan, tá Lisa fær ein teldupost um­ vegis Facebook frá eini fik­ tivari gentu, sum kallar seg Emma. Hetta er bert eitt dømi um tær mongu vinar­ umbønirnar, sum Lisa hev­ ur fingið frá fiktivum per­ sónum. - Henda Emma spyr í teldupostinum, um vit báð­ar ikki hava gingið á sama skúla yviri í Amerika, og hon sendir mær eisini eina vinarumbøn, greiðir Lisa frá. Í 2008 gekk Lisa á Wichita University í Kan­sas, og hóast hon ikki kend­ist aftur við gentuna á vanga­myndini hjá Emmu, játtaði hon vinarumbønina. - Eg hugsaði bara, at sjál­ v­andi kundu vit vera Face­ book vinir, hóast eg ikki kundi minnast hana, tí eg møtti jú eini rúgvu av fólki tað árið, eg búði og gekk í skúla í Amerika, sigur Lisa. Men skjótt byrjaði Lisa at leggja merki til, at alt ikki var, sum tað skuldi vera, tí Emma sendi henni nógvar og til tíðir óviðkomandi spurningar. Eisini segði hon seg kenna damuna hjá fyrrverandi amerikanska sjeiki­num hjá Lisu. - Hon skuldi koma bæði til Danmarkar og Føroya og spurdi, um eg kundi vísa sær runt í Føroyum, greiðir Lisa frá. Sambært Lisu er tað vanligt, at persónurin handan vinarumbøninar hjá fiktivum persónum, roynir at gera seg væl við ein og vís á, at mann hevur okkurt í felag. Sambært vangamyndini hjá fiktivu Emmu kom hon til Føroya at ferðast, men tað bar ongantíð til hjá henni at hitta Lisu. Eina tíð aftaná bleiv vangamyndin óvirkin. Lisa fann ongantíð útav, júst hvør Emma var, tí hon kundi framvegis ikki minnast hana frá skúlanum í Kansas. Tá Lisa so fekk at vita frá nýggju damuni hjá fyrrverandi sjeikinum, at fiktiva Emma var deyð undir ferðini í Føroyum, visti Lisa millum annað við at spyrja løgregluna um deyðsfallið í Føroyum, at Emma als ikki var ein verulig genta. Sá falska vangamynd Stutt aftaná verður Lisa varug við eina falska Face­ book vangamynd av sær sjálvari. - Eg sá, at fleiri av mínum vinfólkum vóru vinir við hesa nýggju vanga­myndina. Eisini lógu nógvar myndir av mær inni á síðuni. Onkrar av myndunum hevði eg ongantíð sjálv sæð. Á veggi­ num var okkurt skriv­að á bæði enskum og før­ oysku­m, sigur Lisa, sum alt fyri eitt skrivaði á veggin á síni egnu vangamynd, at hon als einki hevði við nýggju vangamyndina at gera. Tað var tó serliga ein leinkja inni á følsku vanga­ myndini, sum gjørdi hana kløkka. - Á vegginum á følsku vangamyndini var ein leinkja til mína MySpace síðu. Har sá eg myndir av mær sjálvari, frá tá eg hevði verið og ferðast, millum annað skifti eg klæðir á onkrari mynd, og so var tekstur skrivaður til fleiri av myndunum, greiðir Lisa frá. Onkrar av myndunum kendi Lisa aftur, tí tað vóru myndir, sum fyrrverandi sjeikurin hevði liggjandi á síni teldu heima. - Tá byrjaði eg at hugsa, hvør tað kundi vera. Eg havi nøkur boð, men eg fái ikki prógvað nakað, sum nú er. Tað er í hvussu so er ikki ein føroyingur ella danskari, so stavsetingin á føroysk­um og donskum er óvan­liga vánalig, sigur Lisa, sum hevur rapporterað til bæði Facebook og MySpace og víst á følsku vanga­ mynd­irnar. - Á MySpace bleiv eg sett í samband við eitt av starvsfólkunum, og so bleiv alt slettað alt fyri eitt, men verri hevur verið við Face­ book. Har útfylli eg nøkur pap­pír á netinum og sendi tað til Facebook. Nakrar dagar seinni verður falska vangamyndin slettað, men eina tíð aftaná er aftur ein nýggj følsk vangamynd í umfar. Er varin á Facebook Afturat følsku vanga­ mynd­u­n­um av sær sjálvari og vinarumbønunum frá følskum vanga­myndum, verða løgn­ir teldu­post­ar send­ir frá eini teldu­post­ adressu, sum Lisa tí ikki nýtir longur. - Teldupostar verða javn­an sendir til míni vinfólk í Føroyum og eisini til fyrrverandi sjeikin í Amerika og hansara famil­ ju. Tað er ótrúliga ób­e­hag­ ligt og irriterandi, sigur Lisa, sum heldur seg hava gjørt tað, hon kann, fyri at steðga áganginum móti sær. - Í byrjanini brúkti eg nógva tíð og orku upp á at hugsa, hvør ger hetta, hvar er viðkomandi, hví júst eg, og hvussu ber viðkomandi seg at við at stovna falsk­ ar vangamyndir og so framvegis. Nú royni eg bara at góðtaka støðuna fyri at hava ein vanligan ger­and­i­ sdag, sigur Lisa. Nú ger hon alt, hon kann, fyri at verja seg á Facebook. - Eg hyggi væl eftir mynd­um, felags vinum og og hvat stendur á vegginum hjá tí persóninum, sum sendir mær vinarumbøn. Um eg til dømis ikki síggi klár­ar andlitsmyndir ella annað, ið tryggjar, at per­ són­urin er tann, við­kom­ andi sigur seg vera, játti eg ikki vinarumbønini, sigur Lisa. Eisini plagar hon við jøvnum millumbilum at broy­ta loyniorð til tær ymsu síðurnar á inter­neti­ num, sum krevja at tú nýtir eitt loyniorð. - Vónandi kann onkur hjálpa mær og steðga ágangi­num, eg havi livað við í skjótt tvey ár, sigur Lisa. Hon segði ja til eina vinarumbøn, hóast hon ikki visti, hvør persónurin var. Hareftir byrjaði Facebook-marran hjá 26 ára gomlu Lisu í Dali, sum heitir á øll um at ansa sær, tá tey brúka Facebook og aðrar sosialar miðlar Facebook bleiv ein marra