fríggjadagur 8. juni 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
6 góð ráð
Ynskir tú at sleppa undan, at tín Facebook vangamynd verður
hakkað, at spamleinkjur verða send til tíni online-vinfólk, ella at
allar applikatiónir fylgja við í, hvat tú gert á sosiala miðlinum? Her
eru seks góð ráð fyri at gera Facebook vangamyndina tryggari
1) Tak einans ímóti vinarumbørnum frá fólkum, tú kennir.
Jú færri fólk hava atgongd til tína vangamynd jú betri. Syrgir tú fyri, at einans vinfólk
síggja tínar upplýsingar, myndir, støðudagføringar og so framvegis, ert tú væl
tryggjaður . Til ber at gera innstillingar á Facebook, soleiðis at bert vinfólkini síggja tínar
upplýsningar og eingin annar.
2) Bert tú á vegginum.
Mest vanligi mátin at spreiða mailware á Facebook er at hakka eina konto og koyra
falskar leinkjur á veggirnar hjá vinfólkunum. Innstilla veggin á Facebook soleiðis, at tað
einans er tú, ið kann leggja nakað út á veggin.
3) Kryptering
Undir ”Sikkerhed” í kontoinnstillingunum ber til at aktivera ”Sikker browsing”, so at alt,
tú gert á netinum, verður krypterað og til ber ikki at fylgja við í tí, tú gert online.
4) Ansa eftir applikatiónum
Tað finnast ein rúgva av applikatiónum, hvørs einasta endamál er at spamma tín vegg
á Facebook. Eingin applikatión vísir, til dømis hvør fylgir tær mest á Facebook. Hesar
applikatiónirnar eru allar falskar – lat vera við at brúka tær.
5) Fleiri møguleikar við myndum
Um tú eitt nú hevur myndir liggjandi á Facebook, har tú til dømis ert í veitslu og stendur
við eini øl í hondini, kanst tú velja, at tað einans eru ávís vinfólk, sum kunnu síggja
myndirnar.
6) Brúka vit og skil
Facebook ger nógv fyri at tú kanst ferðast trygt á sosiala miðlinum, og tað er ikki heilt
lætt at hakka og misbrúka eina vangamynd í dag. Tað krevur í stuttum, at TÚ gert onkran
feil. Gert tú ikki tað, kanst tú ferðast rættiliga trygt á Facebook.
Ber til at stóla upp á
vangamyndirnar á Face
book? Kendi bloggarin,
Michael Arrington hevur
gjørt eitt eksperiment
fyri at vísa, at mann lætt
liga kann stovna eina
vangamynd undir følsk
um navni á Facebook.
Arrington brúkti veru
ligu teldupostadressuna
hjá
Google-stjóranum
Eric Smith fyri at stovna
eina vangamynd við eini
mynd av honum. Út frá
teldupostadressuni byrj
aði Facebook alt fyri eitt
at viðmæla vinfólk til
tann falska Eric Smith –
bæði maðurin aftan fyri
Youtube, Chad Hurley,
og marknaðarstjórin á
Facebook, Elliot Schrage
søgdu ja til vinarum
bønina frá følsku vanga
myndini hjá Eric Smith.
Hareftir kom ein riðil av
vinarumbønum til “Eric
Smith”.
Tað, sum hevur serliga
týdning, er telduposta
dressan. Tá tú stovnar
eina konto hjá Facebook,
verður tú biðin um at
játta teldupostadressuna
við at reagera upp á ein
teldupost, sum verður
sendur
til
teldupost
adressuna. Tað er tískil
bara veruligi eigarin av
adressuni, ið kann síggja
teldupostin.
Trupulleikin er tann,
at hóast tú ikki reagerar
upp á teldupostin frá
Facebook, ber framvegis
til at brúka tær flestu
funktiónirnar á Facebook
undir nýggju kontoini,
senda vinarumbønir og
gera støðudagføringar.
Hetta
merkir,
at
tú kanst stovna eina
falska vangamynd und
ir navninum hjá einum
øðrum persóni og teldu
postadressu, so leingi hes
in persónurin ikki fram
manundan hevur upplýst
teldupostadressuna
í
samband við stovning
av eini aðrari Facebook
vangamynd.
Ein møguleiki at trygg
ja seg móti hesum sviki
num er tí at leggja allar
teldupostadressur,
sum
mann hevur, afturat ak
tivu vangamyndini, sum
mann hevur á Facebook.
Kelda: channelworld.dk
Lætt at stovna
falska vangamynd