fríggjadagur 8. juni 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Hvussu nógv THC fæst burt
ur úr einari hampplantu?
Tað er ein av spurning
unum, sum dómarin í einum
rættarmáli móti einum gott
50 ára gomlum skal taka
støðu til.
THC,
ella
tetrahydro
cannabiol, er aktiva evnið í
hassji.
Á rættarfundi mikudagin
stóð ein gott 50 ára gamal
maður og ein gott 40 ára
gomul kvinna ákærd fyri at
hava havt í varðveitslu 10
hampplantur í húsunum,
har tey tá búðu í einari bygd
á Streymoynni.
Maðurin stóð ákærdur í
tilsamans fimm viðurskiftum,
millum annað stuldur av ein
ari Winchester høglbyrsu, og
tað var í grundini hendan,
sum førdi til ákæruna um
hampplanturnar.
Tann 50 ára gamli og 40
ára gamla kvinnan, sum eru
par, høvdu ballast eitt kvøld
ið, og í ovfarakæti hevði
maðurin skotið upp í loft
við byrsuni. Hetta førdi til,
at politiið varð boðsent, og
komnir á staðið, varnast teir
hampplanturnar.
Tí varð boð sent eftir
narkopolitinum, sum síðani
kom á staðið.
Í rættinum greiddi narko
politisturin frá, at tá hann
kom inn í húsini, kendi hann
roykin av hassji, sum ikki er
til at taka feil av.
264 gramm
Hann bæði máldi og síðani
vigaði tær 10 hampplantur
nar, sum vóru plantaðar í
spannir, sum sambært narko
politistinum er púra vanligt.
Planturnar vístu seg at
vera millum 6 og 53 sentimet
rar til støddar, og tær vigaðu
tilsamans 264 gramm.
Tað eru serliga honplant
urnar, ið verða nýttar til at
útvinna hassj, og sambært
narkopolitistinum
vóru
nakrar av plantunum klárar
at heysta, meðan aðrar vóru
nýliga settar niður.
Spurdur av ákæruvald
inum, hvat hetta merkir,
svaraði nakropolitisturin, at
tað var greitt tekin um eina
framhaldandi framleiðslu.
Ákærdi
var
týðiliga
ósamdur, og rysti fleiri ferðir
við høvdinum, meðan narko
politisturin vitnaði.
Eisini greiddi politisturin
frá, at hann hevði funnið
nakað av turkaðum plantum,
sum sostatt vóru klárar at
roykja. Somuleiðis fann hann
ein posa av hampfræi í einari
toiloetttasku á WC’num,
ballað inn í alufoliu.
Ákærdi hevði greitt
frá, at hetta vóru fræ, ið
hann hevði vrakað, og tey
skuldu tí tveitast burtur.
Hann kom ikki inn á,
hví hann so hevði
goymt tað í einum
posa, ballað inn í alu
foliu.
Nógv hassj
Rættarmedisinsk
deild hjá
donsku
løg
regluni
hevur í trý
ár gjørt kanningar av
hampplantum í Jútlandi, og
er komin fram til,
at tað fæst mill
um 23 og 84 gramm
av mariuhana burtur úr
einari hampplantu,
ella eitt meðaltal
á 43 gramm.
Í hampplantunum hjá
ákærda var THC konsentra
tiónin 14%, meðan hassjið, ið
vanliga verður selt á gøtuni
hevur eina konsentratión á
8%.
Úr plantunum fæst mill
um 15 og 154 gramm av hassji
við einum meðaltali á 75
gramm. Ákæruvaldið hevði
roknað seg fram til , at hassj
mongdin var millum 230 og
750 gramm av hassji.
Ákærdi helt lítið um út
rokningarnar
hjá
ákæru
valdinum og tók sum nevnt
orðið, áðrenn dómarin segði
dómin.
Hann helt, at politiið fór
ógvuliga lætt um sannleikan
og smurdi ríkiligt omaná.
Ákærdi helt, at fekst so nógv
burtur úr einari hampplantu,
so floreraðu Føroyar í hassji.
Hann pástóð, at hesar hamp
planturnar vóru allar settar
niður í senn, og at tær høvdu
bert staðið í 10 til 14 dagar.
Ákærdi helt annars lítið
um bæði politi og ákæruvald,
og nú er tað so upp til dómar
an at gera av, hvørjum hann
skal trúgva, ákærda ella
politi og ákæruvaldi
Leo Poulsen
Ein av ákærunum móti tí
gott 50 ára gamla mann
inum í Føroya Rætti
mikudagin, var stuldur
av einari høglbyrsu úr
handlinum hjá Jógvan
Weihe.
Tað kom ikki fram
í
rættinum,
hvussu
ákærdi bar seg at við at
stjala byrsuna, men tað
stutta av tí langa er, at
byrsan varð stolin og
ongantíð latin handlin
um aftur.
Sterkur illgruni var
tó um, at tað var ákærdi,
sum hevði tikið byrsuna,
men tá politiið við rann
sakingarloyvi í hond
skuldi rannsaka húsini
hjá ákærda, var hesin
fluttur.
Málið datt tí á gólvið.
Men tá nú ákærdi
varð meldaður fyri at
skjóta upp í loft við ein
ari høglbyrsu, rann vitið
aftur á politiið, og hald
var lagt á byrsuna.
Trupulleikin var bert
tann, at ákærdi hevði
broytt byrsuna so nógv,
at hon ikki soleiðis uttan
víðari var at kenna aft
ur
– Fyri fyrstu ferð tey
11 árini eg havi starv
ast við Føroya Rætt,
var neyðugt at senda
eitt vápn niður til Dan
markar til nærri kann
ingar fyri at eyðmerkja
tað, segði Linda Hessel
berg, ákæri.
Staðfest varð, at talan
var um somu Winchester
høglbyrsuna, sum varð
stolin frá Jógvan Weihe
fyri skjótt fýra árum síð
ani.
Hóast byrsan kostaði
16.000
krónur
hevur
Jógvan Weihe valt, ikki
at
krevja
endurgjald
fyri stuldurin, tí partvís
er byrsan komin aftur
íaftur, og partvís er hon
at meta sum eitt list
arverk, varð upplýst í
rættinum.
STULDUR Í november 2008
sá ákærdi sær møguleikan
at stjala eina Winchester
høglbyrsu úr handlinum
hjá Jógvan Weihe
Hvussu nógv hassj
fæst burtur úr einari
meðal hampplantu?
Millum annað tað skal
dómarin taka støðu til
Byrsan er at meta
sum eitt listarverk
Ákærdi hevðist
harðliga at
ákærunum
HASSJ Tað er ikki vanligt, at ein ákærdur sigur nakað á
einum rættarfundi, áðrenn málið verður tikið upp til dóms,
men mikudagin hevði ákærdi nógv upp á hjartað
Stjól
byrsu frá
Jógvan Weihe