fríggjadagur 8. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Tey skulu ikki sleppa at súlta
ætlanina um at friða skipini
hjá Stranferðsluni fyri verk
fall.
Tað staðfestir Gerhard
Lognberg, løgtingsmaður.
Fyri jól legði hann upp
skot fyri Løgtingið at sam
tykkja, at landsstýrið skuldi
taka samráðingar upp við
fakfeløgini um at tryggja at
skipini hjá Strandferðsluni
sleppa at sigla, hóast verkfall
er.
Í hesum sambandi hugsar
hann um farleiðirnar: Tvør
oyri –Tórshavn, Sørvágur–
Mykines, Klaksvík – Syðra
dalur, Hvannasund – Svínoy,
Skopun - Hest – Gamlarætt,
Sandur – Skúvoy og farleiðina
Tórshavn – Nólsoy.
Men hóast tað nú eru sjey
mánaðir síðani, at uppskotið
varð lagt fram, er tað ikki
avgreitt enn.
Súltaðu málið
Málið varð til viðgerðar í
Vinnunevndini, sum segði
sína hugsan beint fyri jól.
Men Løgtingið samtykti
at beina tað aftur í vinnu
nevndina.
Men har hevur málið nú
ligið í eitt hálvt ár, uttan at
tað er avgreitt, og nú er tingið
farið í summarfrí og sostatt
fellur málið burtur.
– Hetta er tað, vit kalla
fyri at súlta eitt mál, sigur
Gerhard Lognberg.
Men hann sigur, at Løg
tingið skal ikki sleppa at at
súlta málið.
– Tá ið Løgtingið kemur
saman aftur á ólavsøku, fari
eg at leggja málið framaftur,
sigur hann.
Verja útjaðaran
Gerhard Lognberg sigur, at
hann vil hava hetta málið av
greitt fyri at verja útjaðaran.
Hann sigur, at tá ið skipini
verða løgd av verkfalli, rakar
tað vinnulívið og ferðafólk
hart og tað kann ikki ganga
longur, at útjaðarin verður
tikin til gísla í at kalla
hvørjum einasta verkfalli,
samstundis sum alt mið
staðarøkið er fullkomiliga
ónervað.
Politikarar hava tosað í
eini 20 ár um at friða Strand
ferðsluna fyri verkfall, men
tað er als onki komið burtur
úr.
Hvørja ferð, verkfall hev
ur verið seinastu árini, hava
politikarar lovað hvørjum
øðrum, og veljarunum, at
hetta skuldi vera seinastu
ferð, at skipini hjá Strand
ferðsluni verða løgd í verk
falli.
Men tað er framvegis als
onki komið burtur úr.
Aldrin friður
Ført hevur verið fram, at slíkt
kann bara gerast í friðartíð
og at hetta kann ikki gerast
ímeðan samráðingar eru, tí
tað fer bara at órógva.
– Trupulleikin er bara
tann, at samráðingar eru alla
tíðina. Síðani síðsta summ
ar til út í oktober var tað
Starvsmannafelagið. Í vetur
og langt út á várið vóru tað
maskinmeistararnir,
sum
vóru í samráðingum og nú í
fleiri mánaðir hava skipara-
og navigatørfelagið samráðst
um nýggjan sáttmála fyri
Strandferðsluna.
– Har er ikki komið á
mál enn - og í heyst skal so
Starvsmannafelagið aftur at
samráðast um nýggjan sátt
mála.
Gerhard Lognberg stað
festir, at tað er aldrin arbeiðs
friður.
Tí má landsstýrið bara
fara til verka og fáa eina av
talu við fakfeløgini.
Sjálvur hevði tað hóva hon
um best at manningin varð
gjørd til tænastufólk og fekk
eina lønarhækking afturfyri
at siga verkfalsrættin frá
sær.
Hann veit, at tað myndug
leikarnir vilja helst sleppa
undan tænastufólkum.
Treyðugt so eru tænastu
fólk á summum økjum, sum
hava so stóran týdning, at tey
kunnu ikki liggja lamin, eitt
nú tollvaldið, løgregla o.s.fr.
– Eg haldi, at samferðslan
ímillum oyggjarnar er líka
týdningarmikil, sigur Ger
hard Lognberg.
Sleppa ikki at súlta
Strandferðsluna
VERKFALL Ætlanin at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni sleppa at sigla, hóast
tað er verkfall, er súltað, men tað gongur ikki, sigur Gerhard Lognberg
Vildu
ikki
forstýra
Vit fingu ikki viøgjørt
málið liðugt.
Alfred Olsen, for
maður í Vinnunevndini
hjá Løgtinginum, er
ikki við upp á, at mál
ið um at friða Strand
ferðsluna fyri verkfall,
varð súltað í nevndini.
Tá ið málið var til
viðgerðar, vóru fak
feløg í samráðingum
um nýggjan sáttmála
fyri manninginina á
Strandferðsluni.
Og
vit mettu, at samtyktu
vit eitt slíkt uppskot
sum hetta, fór tað bara
at órógva samráðing
arnar.
– Trupulleikin varð
bara, at samráðingarnar
drógu út og nú tingið
er farið til hús, eru tað
framvegis
fakfeløg,
sum samráðast um
nýggjan sáttmála fyri
Strandferðsluna, sigur
Alfred Olsen.
Hann ásannar eisini,
at tað er ein trupulleiki,
at tað eru næstan altíð
onkrar samráðinar og
tískil er tað tórført at
finna eitt glopp, har
tað er friður.
– Men tað er so løg
tingsins vilji, at hetta
skal ikki órógva sam
ráðingarnar, sigur Al
fred Olsen.
Hann sigur, at ann
ars hevur Vinnunevnd
in sagt sína meining
um málið.
V i n n u n e v n d i n
ásannar, at tað er ein
trupulleiki, at skipini
verða løgd so oftani, tá
ið verkfall er.
Tí heldur Vinnu
nevndin, at Løgting
ið eigur at heita á
landsstýrið
um
at
samráðast við fakfe
løgini um at tryggja
at sjóvegis farleiðirnar
innanoyggja ikki verða
raktar, tá ið arbeiðs
ósemja er.
Tað kann ikki ganga
longur, at útjaðarin
verður tikin til gísla
Hetta er tað, vit kalla
fyri at súlta eitt mál