fríggjadagur 8. juni 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í dag fyllir amerikanski
rapparin Kanye West 35 ár
Í dag eru liðin júst hundrað ár, síðani
amerikumaðurin Marcus Wright
leyp yvir 4 metrar í stangarlopi.
Metið er nú 6, 14 metrar.
8. mai fingu Vanja og Svein Petersen, Hvalba, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 4400 gr.
22. mai fingu Katja H. í Jógvanstovu og Mortan Joensen, N.
Gøta, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4350 gr.
27. mai fingu Lív Mikkelsen og Niels Joensen, Tórshavn,
tvíburðar – dóttur og son. Tey vóru ávikavist 53 cm og 48
cm long og vigaðu 2690 gr og 2210 gr.
28. mai fingu Signe Galting, Haslev og Bergur Nielsen,
Tórshavn, ein son. Hann vigaði 3795 gr og var 51cm
langur.
30. mai fingu Jakoba S. Hansen og Jákup Durhuus,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3560
gr.
3. juni fingu Oda Sonja og Signar á Fríðufløtum, Strondum,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3610 gr.
4. juni fingu Maiken & Brian Joensen, Norðragøtu, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3950 gr.
4. juni fingu Fríðunn og Jari Mellemgaard, Hvalba, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4200 gr.
26. mai fingu Lina
og Levi Hanssen,
Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og
vigaði 3810 gr.
Føðingar
28. mai fingu Sjúrður Arnbjarnarson og Anna Olsen , eina
dóttur. Hon vigaði 3900 gr og var 53 cm long. Hon varð fødd
á Skarvanesi. Á myndini eru Hans Kristjan og Arnbjørn
saman við lítlusystrini.
Føroyameistarar fyri
29 árum síðani
Í 1983 gjørdist H71 føroya
meistari í hondbólti í deildini
dreingir 16 ár. Hetta var stór
hending í felagnum og óivað
er eisini rár hending, at eitt
felag, sum tá bert hevði
eina fimleikarhøll at venja
í, gjørdist føroyameistari.
Mynd kom í bløðini og ungu
menninir vórðu heiðraðir.
M.a. við góðum bita á Hotel
Føroyum, ið tá enn var á
Kongabrúnni í Havn.
Gingin eru nøkur ár, heili
29, síðani hetta fór fram.
Mangt er broytt. Hoyvíkin,
sum tá enn ikki heilt var
samanvaksin við Havnina,
er nú sera nógv vaksin, og
nú er stór høll eisini í Hoyvík.
Og enn gongur væl við hond
bóltinum í felagnum.
Leygardagin fyri viku síð
ani hittust bróðurparturin
av teimum, ið mannaðu
vinnandi liðið í 1983. Byrjað
varð við at vitja innar – í
barnaheim – hjá leikarum,
og við at ganga túr í gomlu
Hoyvíkini, har gomul minnir
vórðu havd á lofti. Síðani
gekk leiðin oman í Áarstovu
í Havn at fáa ein betri bita,
og at minnast meistaratíðina
fyri útvið 30 árum síðani.
Leygardagin 19. mai hittist eitt fylgi av monnum uppi á
Hornavegi í Hoyvík. Gingin vóru 29 ár síðani hesir gjørdust
føroyameistarar í hondbólti fyri H71, dreingir 16 ár.
H71 liðið, sum gjørdist
meistarar dreingir 16 ár
fyri 29 árum síðani, er her
avmyndað 19. mai 2012.
Aftast frá vinstru: Erland
Jensen, Árni Ellefsen, Sámal
Hansen, Gunnar Djurhuus,
Jákup Símun Simonsen og
Ísak Thomasen, venjari.
Fremst frá vinstru: Jón
Højsted, Dagfinn Olsen,
Ólavur Dam Jacobsen, Bogi
Henriksen, Høgni Hoydal
og Hørður Wardum.
Á hesi myndini vanta
Martin Zachariassen og
Kristian Andras Sivertsen
H71, dreingir 16 ár,
føroyameistarar í
hondbólti í 1983