fríggjadagur 8. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Rannvá Vesturklett fer á lítla
pall í Sørvági leygarkvøldið
hin 9. juni klokkan 23.
– Eg eri ógvuliga spent til
tiltakið, og eg taki hetta sum
eitt upplivilsi. Tað er altíð
stuttligt at undirhalda fólki
og síggja, at tey hugna sær.
Eg fekk góð skoðsmál fyri
mína luttøku á festivalinum
í Havn, og tað eri eg fegin um.
Sjálv haldi eg, at eg fekk eitt
sindur av lív í fjøldina.
Á
Sørvágs
Country-&
Blues Festivali fær hvør bólk
ur einar 40-45 minuttir hvør,
og hetta merkir, sigur Rann
vá, at hon fer at syngja um
leið 12-15 sangir.
Riggar væl á bygd
Rannvá Vesturklett heldur,
at tiltakið, sum stundar til
í Sørvági, ljóðar ógvuliga
áhugavert og dragandi.
– Eg dugi at ímynda mær,
at tað er púra hvør sítt, tá eitt
slíkt tiltak er í Havn - og so, tá
tað er úti á bygd. Bæði kunnu
rigga væl, men karmarnir
eru ikki teir somu. Á ein hátt
síggi eg tiltakið í Sørvági,
sum eina ávísa stevnu - ella
ein veruligan festival - sum
er nakað meiri enn sjálvar
konsertirnar.
Hon vísir á, at í Sørvági
verður nakað til alla familj
una, og her verður eisini eitt
hugnaligt umhvørvi skipað í
gomlu bygdini við eini coun
try-& western gøtu og mat
sølum.
Ein stór succes
Rannvá Vesturklett heldur,
at eitt slíkt tiltak riggar sera
væl úti á bygd, og tað ger
ikki tiltakið verri, at upp
bakningurin í fólkinum, har
festivalurin er, er so stórur.
– Eg skilji, at tað eru góðar
kreftir, sum standa aftanfyri
festivalin í Sørvági, og karm
arnir eru útmerkaðir. Verður
veðrið til vildar, ivist eg onga
løtu í, at Sørvágs Country-&
Blues Festivalur verður ein
stór succes.
Rannvá Vesturklett leggur
aftrat, at sørvingar er kendir
fyri sín blíðskap, og hon
væntar, at hetta verður eitt
minniligt tiltak.
nøvn
Hornorkestur Frelsunar
hersins spælir í gongu
gøtuni í Havn fríggja
kvøldið kl. 21.00
Fríggjakvøldið kl. 22.00 letur summarfram
sýningin í Norðurlandahúsinum upp. Fram
sýningin kallast Laterna Magica, og Edward Fuglø,
Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn sýna fram.
Festivalurin
verður ein succes
– Eg síggi tiltakið í Sørvági, sum eina ávísa stevnu - ella ein
veruligan festival - sum er nakað meiri enn sjálvar konsertirnar.
Í Sørvági verður nakað til alla familjuna, og sørvingar eru
kendir fyri sín blíðskap, sigur Rannvá Vesturklett
- Eg eri ógvuliga spent til
festivalin í Sørvági, og eg
taki hetta sum eitt upplivilsi,
sigur Rannvá Vesturklett