fríggjadagur 8. juni 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Vinarkvøða á Hátíð havsins
E
g fari vegna Tórs
havnar Býráð at takka
Faxaflóahavnum fyri
góða móttøku her á Akranesi
í kvøld. Akranes og Reykjavík
eru góðu vinarbýir okkara –
og okkum leingist altíð at
koma aftur higar at vitja.
Hesaferð eru vit komin
til Hátíð hafsins vegna tess,
at kommunusluppin West
ward Ho á øðrum sinni er
partur í sjómannahátíðini.
Føroyingar og íslendingar
hava havt góða ferð úr Før
oyum, og stolta skútan liggur
nú trygg við bryggju her á
Akranesi.
Fyri okkum er tað heilt
sjálvsagt at taka land á Akra
nesi fyrst og síðani sigla
Faxaflóa til Reykjavíkarborg
– eins og Akraborgin gjørdi
fyrr.
Mong okkara eru komin
ofta til Íslands. Í august eru
fimti ár síðani eg fyrstu ferð
kom til Íslands. Tað var á
fótbóltsferð við dreingja
liðnum hjá HB í 1962. Tá
komu vit hvønn dag oman á
havnarøkið í Reykjavík, ikki
á havnarskrivstovuna, men
til Bæjarins bestu at keypa
pylsur. Hetta er ein siðvenja,
sum hjá mær stendur við enn
dagin í dag.
Um somu tíð var føroyska
landsliðið í A-landsleiki á
Laugdardalsvøllinum
og
tapti ikki minni enn 10-0.
Tað var ikki gott, men vit
strákarnir vóru betri. Eitt
kvøld leiktu bæði føroysku
liðini móti javnlíkum í Kefla
vík. Dagin eftir stóð at lesa í
Morgunblaðnum við stórari
skrivt: Strákarnir unni, en
teir fullorðnu tøpuðu.
Akranes hjálpti
Føroyum
Hetta var ein byrjan til broy
tingar í føroyskum fótbólti.
Nú komu teir ungu í fremstu
røð, vant varð meira og stór
menning byrjaði. Fimm ár
seinni vann Ísland bert 2-1 á
Laugardalsvølli.
Í sjeytiárunum og áttati
árunum vildu føroyingar
upp í altjóða fótbólt. Hetta
var eitt drúgvt stríð við lond
ini í FIFA, men loksins hepn
aðist hetta við góðari hjálp
frá fleiri – teirra millum akur
nesinginum í KSÍ – Gunnari
Sigurðssoni.
Og fyrsti altjóða leikur
føroyinga eftir viðurkenn
ingina varð leiktur her á
Jaðarbøkkum á Akranesi í
august 1988. Í ferðalagnum
í dag eru tveir føroyingar,
sum sóu hendan leik, Jákup
Simonsen, sum var við Fót
bóltssambandinum, og eg,
sum varpaði dystin út í Út
varpi Føroya.
Tíanverri vann Ísland 1-0
við máli, sum varð skorað
seint í leikinum. Men før
oyingar leiktu góðan taktisk
an leik, og íslendingar endaði
í føroysku rangstøðufelluni
24 ferðir. Tað er okkara besta
minni frá hesum leiki.
Allir føroyingar kenna ÍA,
Ítróttabandalag
Akraness,
og fylgja við, hvussu gongur
knattspyrnufelagnum í ís
lendsku kappingini. Vit skilja
nú, at ÍA er aftur komið á
toppin í fremstu deild. Tað
er hugaligt hjá okkum at
frætta, at akurneringar aftur
eru vorðnir ”gulir og glaðir” í
fótbólti eftir fimm ár við
Gísla Gíslasyni í formans
sessinum.
Westward Ho var á Hátíð
hafsins og Sjómannadegnum
fyri tveimum árum síðani, og
ætlanin er at halda fram við
hesum.
Sjómannadagurin
er mikil hátíð. Eg var eina
ferð í Íslandi hendan dag
fyri 30 árum síðani. Vit
komu av fiskimálafundi í
Holsteinsborg í Grønlandi. Í
ferðalagnum var eisini for
maður íslendska sjómanna
sambandsins Oskar Vigfús
son.
Tað var áhugavert at
uppliva alt, sum var fyri
skipað og eisini tað, sum ikki
var fyriskipað, og hvussu
inniliga Oskar fagnaði fe
løgum sínum, tá vit komu
framvið Hafnarfirði á miðj
um sjómananadegi.
Uttan iva verður tað eins
spennandi í morgin – at koma
siglandi til høvuðborgina
við Westward Ho – skútuni,
sum varð keypt úr Onglandi
í 1880unum og síðan hevur
verið í Føroyum.
Hon fiskaði tey fyrstu
árini undir Føroyum og Ís
landi og Rock All og seinni
í Grønlandi og við Svalbarð.
Undir Íslandi fiskaði hon tosk
á Eysturlandinum, Suður
landinum, Vesturlandinum og
Norðurlandinum. Manningin
plagdi at fara í íslendska
kirkju
sunnumorgun
og
børnini sluppu umborð at
fáa beinakeks.
Westward Ho førdi mang
an góðan fongin heim undan
Íslandi. Nú bera vit fongin
aftur og takka fyri lánið.
Í Tórshavn eru vit spent
til næstu viku, tá Westward
Ho kemur aftur til Før
oya við íslendskari og før
oyskari manning. Tá verður
mentanarnátt í Havn við
íslendskari luttøku á fleiri
mótum. Her er talan um
at fáa í lag breiðari ment
unarligt og vinnuligt sam
starv – og vit vilja bæði.
Vit takka fyri móttøkuna í
dag og tit eru øll vælkomin á
okkara mentanarnátt.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Bjóðað verður tær vælkomnum inn í litríka heimin,
sum sigur seg síggja stórt í ymiskleika, har menniskjuni
skulu tora at vera øðrvísi og góðtaka hvønn annan, sum
tey eru. Tó eru mong, júst í hesum sama heimi, sum gera
upp, hvat verður góðtikið og hvar mørkini ganga. So
løgið tað ljóðar, so eru mørkini í frælsa litríka heiminum
ikki serliga víð.
Vit kenna óivað øll onkran, sum verður bólkaður uttan
fyri hetta sokallaða “normaløkið” – ella møguliga eru vit
ein av teimum. Hesi eru mong, men eg hugsi serliga eru
tey, sum bera brek.
Orðið “brek” merkir, at okkurt er galið, ella at tað ikki
eigur at síggja soleiðis út. Tá ið børn verða fødd, hyggur
ljósmóðirin beinanvegin, um alt er, sum tað skal. Tað er
tað ikki altíð. Hóast hetta bjóðar heimurin tær væl
komnum inn, men eitt skalt tú vita, at tey sum hóska
best til litríka heimin, eru tey bestu, skjótastu, vakrastu
og klókastu. Reypað verður av, at í dag er møguleiki at
síggja fostur longu í móðurlívi, har avdúkað verður, um
okkurt er galið. Spurningurin er bara, at tá ið okkurt er
galið, hvat fara tey so at gera?
Eingin ynskir sær eitt barn við breki. Tvístøðan er
ótolandi, tí gleðin um at hava fingið eitt barn, fær líka
sum ein skugga, við hópin av ósvaraðum spurningum.
Øll foreldur ynskja sær eitt barn uttan brek, og eitt lív
uttan skugga. Men tað vísir seg tó, at menniskju hava
tann einastandandi eginleika at vaksa við uppgávuni.
Um vit hyggja at søguni, so er hetta satt bæði fyri børn
ini og foreldrini.
Ein av stóru yvirskriftunum í donsku bløðunum í
summar var “Skjótt verða børn við Downs syndromi
søga”. Er litríka samfelagið farið at rudda út? Hvat verð-
ur so gjørt við tey, sum bera brek, sum ikki er sjónligt
í móðurlívi? Tí hvønn týdning hevur tað veruliga,
hvussu eg síggi út, ella hvat mær feilar? Hava tey í litríka
heiminum gloymt at leita longur og spyrja: “Hvør ert tú?
Sjálvandi hevur persónliga viðurkenningin stóran
týdning: “Eg beri brek og tað er ein partur av mær.” Men
størri týdning hevur tó staðfestingin, at eg eri meir
enn eitt brek. Tað ókenda skapir fordómar og tey, sum
ikki kenna tey, ið bera brek, síggja brekið heldur enn
menniskjað. Enntá verður góðtikið at lýsa hvønn annan
og siga: “Hon sjálv, sum haltar.” Ræðuligt stempul! Tí
hvørji vilja vera lýst út frá einum breki? Hvør vil VERA
eitt brek. Spurningurin er, hvat finnur eygað í teimum,
vit síggja?
Menniskju eru grundleggjandi øll eins. Men um vit eru
skerd, ger hetta nakað við okkum. Tað gevur møgu
leika at hugsa, hví skuldi eg vera so? Tá tú sum barn
ella vaksin skal liva í einum samfelagið, sum ikki er
innrættað eftir tínum tørvum, er neyðugt, at øll standa
saman og velja at síggja - at samfelagið veruliga sær -
stórt í ymiskleikanum, og vísir vilja at gera nakað við
tað. Tað er rætt og heimurin gerst fjølbroyttari.
Skulu vit góðtaka, at fólk við breki t.d. ikki fáa nøktandi
skúlatilboð, arbeiði ella ikki kunnu flyta í íbúð? Lívið er
meir enn at vera til, og lívið er ein stór avbjóðing - hjá
flest øllum. Tá vit merkja lívið, verða tankarnir virknir.
Lívið fær litir - døkkar og ljósar. Lívið spyr ikki hvat
og hvussu, men vit eru noydd til at taka tað, sum lívið
bjóðar okkum. So er tað, spurningurin, hvussu fáa vit
mest ella best burturúr? Um øll skulu fáa eitt gott lív, so
eru vit noydd at síggja stórt í ymiskleikanum og skapa
tilsvarandi karmar. Hetta, heldur enn at rudda út! Hetta
krevur nógv av báðum pørtum, men tástani fær lívið
veruligar litir.
Tóra við
Keldu
lærarinna
EYGA
MÁLIÐ
Lívið hevur litir
Jógvan
Arge
Westward Ho á
sjómannadegnum
Røða, sum Jógvan Arge helt fyri Faxaflóahavnum á Akranesi, tá sluppin
Westward Ho kom hagar í farnu viku. Faxaflóahafnir er ein samanrenning
av havnarløgunum kring Faxaflógva við miðstøð í Reykjavík.