Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings- og lands­stýris- maður fyri Tjóðveldi Stavnabúgvar Táið tey bæði orðini demos og kratos verða krøkt í hvørt annað, fúka neistarnir frá saman­kom­ing­ ini. Tað eiga teir at gera, ann­ars var eitthvørt álvarsligt áfatt. Nógv hava hugsað stórar og hábornar tankar um, hvussu hesi fyri­ brigd­ini samfingin, fólk og vald, skulu fáast at virka til fyrimunar fyri heildina, boðini er mong og higartil hava vit kortini hildið okkum til tríbýtið av valdinum á leið soleiðis, sum Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara Aristoteles. Kendi fraklendingurin tvíhelt ikki um hetta tríbýtið, var tørvur á fleiri vøldum, eitt nú at fíggjargeiri og tjóðbanki gjørdust eitt vald, so var tað ein møguleiki hjá teimum, sum hildu seg hava tørv á hesum. So kjølfestur er hesin hugburðurin um tríbýtið av valdinum kortini vorðin, at hann er grundfestur í flestu stjórnarskráum á okkara leiðum. Býtið ímillum tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið í samfelagnum. Nú eru vit so lítið á leið komin politiskt, at vit eiga onga grundlóg, kortini hava vit roynt at hildið fast og kneykrað arvin eftir gitna franska barónin. Ivaleyst fer onkur at mæla sær fyri munni, at populisma hevur drivið greinskrivaran til at festa hesi orðini á blað, men tað fær illa verið, tá viðkomandi, sum er, absolut onga ætlan hevur um at stilla seg upp, í eini roynd at gerast partur av um­boðandi fólka­ ræðinum aftur. Harfyri er áhugin fyri samfelagsviðurskiftum sum borgari kortini óbroyttur. Ætlanin við tríbýtta valdinum er, at tey standa ájøvn hvørjum øðrum í mæti, tyngd og ræði. Skáka hvørtannað. Javnt og samt. Onki kemur av sær sjálvum, heldur ikki hendan javnrenningin, og standa stavnabúgvarnir ikki á varðhaldi, og verja og røkja sínar serskildu ódnir, fer alt úr spónalagnum, - “terrorbalansan” ímillum vøldini skeiklast. Føroyar eru fólkaræðisliga illa sperdar. Yvirhøvur er demokrat­ iska undirskotið ræðandi. Fremm­andir, danir, sita á dømandi vald­in­um og stórum pørtum av tí, sum okkara lóggevandi og útinn­ andi vald áttu at havt ræði á. Við tí sindrinum av valdi danir hava ugg­ að okkum við, og vit hava spælt fólk í húsi í, hava vit kortini roynt at hildið okkum til ástøðið um trí­ býting­ina av valdinum. Hvussu tað hevur vignast, munnu nógvar ymiskar meiningar vera um. Tíðin fyri nýggju stýris­ skip­anar­lógina og skipanina av ráð­harra­ráðum, við størri fyri­ sitingar­ligari megi, vóru á mangan hátt ein valdslig fløkja, har út­inn­andi og lóggevandi valdið gingu í og úr hvørjum øðrum, alt eftir vildini hjá teimum, ið høvdu teir treiskastu og mest magnfyltu politisku knúgvarnar. Hetta var tíðin, táið teir sótu á fíggjarnevndarfundum, blaðaðu skipatekningar út eftir borðinum, og avgjørdu hvar bukkurnar skuldu plaserast í skipaskrokkum í skipa­pakkum. Politikkur var fyrisiting og fyrisiting var poli­ tikkur. Kreppan í 92 var úrslit­ið av hesi frumskógargongd. Fyri­ sitingarlig minimalisma var eisini ráðandi kreddan í báðum geirum. Á Løgtingi og í Landsstýri. Við ráðharraráðunum og Norman Christensen doktrinini verður út­innandi valdið avstívað mun­ andi við fleiri fyrisitingum. Lands­stýrið lynti til eina nýggja javn­vág, var farið undir prosessina at búgva seg út til eina skáking í valdsstøðuni, á væl hægri støði enn frammanundan. Lóggevandi valdið, ið skipanarliga lá smokkað í politiska mýrulendinum, tað slapp ikki á føtur og tískil ongan veg, tí ongin tók stig til at bøta um støðu tess í samfelagnum, sum umboðandi vald hjá fólkinum. Tey sjey valdømini vóru struktururin, sum helt onkrum á beinari kós, serliga tí at tær politisku cellurnar, valdømisfeløgini, suverenu makt­ faktorarnir í uppstillingini ið hvussu er, struktureraðu polit­ isku flokkarnar so dánt. Finn­bogi Ísakson, sáli og táver­andi ting­ formaður, royndi at menna tærið á tingi við at geva ting­monn­um eina sámuliga hýru. Nevndar­ samsýningar vóru at kalla av­tiknar og mánaðarliga hýran, sum var góðar 14 túsund krónur um mánaðin, táið eg kom á ting í 1998, varð tvífaldað. Vit, sum tóku undir við hesum, væntaðu, at tað fór at hjálpa tinginum til at gerast ein javnbjóðis sparrari mótvegis útinnandi valdinum, men ivasamt man vera hvussu stórur batin bleiv av hesum. Næsta bygnaðarliga stigið á hesi leið er skipanin av Føroyum sum eitt valdømi. Vit vóru nógv sum hildu, at nú fór parlamentariska skip­anin rættiliga at taka seg upp á eitt hægri flog. At flyta seg upp í eina meiri univer­siella sferu. Nú fór lokal- og kommu­nal­politikk­ urin á tingi at hvørva, og bara teir heilt stóru og eksisten­tiellu spurn­ ing­arnir skuldu nú debatterast í evstu bráðpannu fólkaræðisins. Tað kundi hent, men tað hendi ikki. Val­dømis­feløgini í øllum flokkum mistu sín týdning, og valdið lá einsa­malt hjá floks­for­ monn­unum og papageykum teirra í diverse starvsnevndum. Onki var gjørt fyri at styrkja flokkarnar, tvørturímóti varð játtanin til parla­mentariskt virksemi og til appa­ratini hjá flokkunum lækkað munandi. Hesin parturin av trí­ býtta valdinum tók ikki seg sjálvt í álvara longur. Politiskir flokkar eru sum so ikki til í Stýrisskipan Føroya, tað eru tingmenn, sum fólkið velur, men siðvenjan er, at hugsjónarliga samd fólk taka seg saman í flokk til uppstilling. Nú hongur alt tó í leysum lofti, flokkarnir eru syndraðir, struktururin, sum fór við teimum sjey valdømunum, er burtur, og onki bleiv sett ístaðin, til tað at viga upp ímóti við aftur. Alt eftir hvør ið hevur verið við í einari realitykomediu í miðlunum, onkrari hálvtápuligari undirhaldssending, verður lopið uppá bara onkra politiska rók og í hugsjónarloysi verður við heitum favnum tikið ímóti opportunistunum og bindiklubbar, báta­feløg, løgreglustøðir, kristilig­ ar samkomur og væl mannaðu kan­tinurnar í peningastovnunum velja nú samfelt til hesar 33 sessir­ nar, ið skulu mannast av teimum, sum upprunaliga áttu at manna umboðandi fólkaræðið. Skilið er hareftir. Tingið hevur ongantíð í mínari tíð verið so illa mannað sum nú. Lakari fær tað valla verið. Visiónirnar eru steindeyðar, skotnar niður. Valt verður ikki eftir hugsjónarligum tæri, tí eru ideologi´irnar eisini horvnar sum døgg fyri sól. Vit eru av ómegd skumpað inn í ein korrum­peraðan geira og eftir er bara kampurin hjá áhuga­ mál­unum, serliga kapital­áhuga­ málunum, sum ikki eru umboðað í sjálvum tinghúsinum. Tíðum hoyrir tú nú tingmenn standa og lesa burturúr lepum, dossiér´um, sum sterkastu interessurnar hava skrivað teimum til høvið. Sjálvt vónin hjá Viderø er burt­ur, táið hann í tiltiknu Ólavs­vøku­ prædikuni tók soleiðis til: “Ja, nógv ræður um tykkum stavna­ búgvar, um hendan siglingsferð skal eydnast ella ikki – tað ræð­ur um at standa støðugt á varð­haldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kava­roks­ ódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni – ein rættur stavna­búgvi skríður í skræðuni – “thi nid­ kær­hed for dit hus har fortæret ham” – hann hevur sum fyri­mynd Móses, ið valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs enn at hava eina stutta syndanjóting í Egypta­ landi, og hann ber glaður sjálvur hin størsta saknin.” Úrslitið er, at lóggevandi valdið hevur útspælt sín leiklut og er vorðið volað av útinnandi vald­ Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið. Tingið hevur ongantíð í mínari tíð verið so illa mannað sum nú. Lakari fær tað valla verið. Visiónirnar eru steindeyðar, skotnar niður. Valt verður ikki eftir hugsjónarligum tæri, tí eru ideologi´irnar eisini horvnar sum døgg fyri sól. Vit eru av ómegd skumpað inn í ein korrumperaðan geira og eftir er bara kampurin hjá áhugamálunum, serliga kapitaláhugamálunum, sum ikki eru umboðað í sjálvum tinghúsinum. »Fólkaræði í Føroyum er steindeytt. Tað einasta, sum farvegur sæst eftir, er valdið hjá Jørgen Niclasen, og tað man nú bara vera ein tíðarspurningur haðartil hann skiftir Kaj Leo út við rossið hjá sær sjálvum« Tórbjørn Jacobsen Framhald á síðu 17