Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 inum, og kanska eini tilvildar­ligari “lítlu samgongu”, einum ræðslukabinetti, sum ikki stendur í mun til nakra skipan og nøkur politisk ýti yvirhøvur. Makrelmálið er besta dømi um, hvussu fast kvørkratakið er, sum útinnandi valdið hevur tikið um ovasta geislan á landsins parla­menti. Fólkaræði í Føroyum er steindeytt. Tað einasta, sum farvegur sæst eftir, er valdið hjá Jørgen Niclasen, og tað man nú bara vera ein tíðarspurningur haðartil hann skiftir Kaj Leo út við rossið hjá sær sjálvum, ella ryssuna hjá onkrum øðrum radikalum sjálvstýrara, á sama hátt sum rómverski keisarin Caligula á sinni. Royndin hjá Finnboga, við einum hægri lønarlagi, er fyribils miseydnað. Tingið er mannað við einum dalsaka av funktionerum, sum eru farnir úr býnum ella til Havnar eftir eini rímiligari løn og eini tryggingarskipan til ellisárini hjá sær og næstunum. Og nú spyrja tey flestu helst, hvat hasin skræðugákurin á Glyvrum billar sær inn, og hevur hann sjálvur onki boð um bata? Jú, skal tað í fyrsta lagi eydnast at fáa javnvágina í rættlag aftur ímillum vøldini, og í øðrum lagi at taka landið og skipa tjóðina innanvert eina Republikk, táið tann tíðin kemur, so eru nakrir møguleikar t.d.: • at skipa landið í 7 valdømir aftur, fyri at flyta valdið í flokk­unum, sum nú er miðsavnað í Tórshavn og á alt færri hond­um, út í valdømini, bygdir og býir, aftur, samstundis sum flokkarnir yvirhøvur verða styrktir við størri játtanum úr landsins kassa. Tað ræður um at byggja Løgtingið uppaftur til eina bráðpannu, har ideo­logi´irnar bresta saman og frægastu praktisku úrslitini fáast burturúr til fólksins frama, teirra, ið eru ognarar av øllum. • alternativið er at manna Føroya løgting við hugsjónarfólki og ideal­istum, sum onga løn og onga pensjón fáa. Sam­sýn­ingin skuldi fyri hvønn fundar­ tíma verið ásett eftir rat­unum í sáttmálanum ímill­um arbeiðara­feløgini og felagið hjá arbeiðs­gevarunum. Koyri­peningurin skuldi verið tann sami sum hjá øðr­ um borgarum, men tingmenn skuldu aftur fyri fingið rættin at arbeitt fulla tíð í øðrum starvi. Tað er heldur ikki tørvur á, at tingið er saman í tíð og ótíð, hetta lagið við at lóggeva fyri, hvussu hvør hundalortur verður tikin upp av gongubreytunum er púra meiningsleyst hóvasták. Ein fransk-týskur arvur, sum kann leggjast meira yvir á tann anglikanska bógvin. Hetta er í grundini ein temperamentspurningur um meira ella minni detailstýring av samfelagnum, og so frægt av áliti má staturin hava á fólkinum, sum eigur statin, at okkurt verður latið tí upp í hendi at ráða yvir í egnum viðurskiftum. • Mest umráðandi er hartil at finna eina skipan, sum forðar fyri, at aspirerandi tingmenn kunnu keypa sær ein sess fyri pening, úr egnum lumma ella annara, á Føroya løgtingi. Tað var serliga sjónligt til seinasta val, at kapitaláhugamálini nú krúpa sær til vald umvegis eina sponsorering av ávísum áhugaverdum valevnum, ið kunnu væntast at sita nakað nær kjarnu valdsins, eftir at atkvøðurnar og politiska valdsbýtið er avgreitt. Hevði man demaskerað sambandið ímillum persónligar politiskar ambitiónir og peningaveitingar úr ymsum duldum kassum, so hevði mangur stúrsað við. Sjálvt tær snotuligastu skonurnar ganga við grímu, tjúkkari mascaru og flákrandi hári fyri at fjala ólíkindini. Skal umboðanin vera breið í breiðastu merking, skal útgangsstøðið verða hitt sama hjá øllum kandidatum, - eisini í fíggjarmegi, ta tíðina, tá gartanin er hin mesta undan einum løgtingsvali. Flakakonan á Lynfrost og stjórin í Norðoya Sparikassa mega fylgjast fíggjarliga í prosessini hava tey hug á einum tingsessi, annars hevur demokratiið fingið eitt drepandi banahøgg sum ikki bøtist í bræði. Um hetta hjálpir, veit eg ikki, men í Føroyum hevur alt bara gingið eftir reyv á hesum mótinum síðani Charles-Louis de Secondat Montesquieu var uppi á døgum og lanseraði idé´ina um ájøvnu tríbýtingina av tí lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Fiskimálaráðharrin á glíðubreyt Ikki óvæntað, so hendi tað sum øll hava havt varhugan av seinastu mánaðarnar, eitt veruligt makrelkríggj. Meðan fiskimálaráðharrin hevur gjarað út av fólksins ogn, og bókstavuliga hevur mett tey sum gjara varð út til sum sínar persónligu klientar, so er nú vent í holini. Tí nú hava teir sum ráðharrin hevur játtað makrel í stórum nøgdum mist tolið, soleiðis at um tann politiska skipanin ikki makkar rætt og letur teimun tvífalt tað sum polit­ iska skipanin hevði ætla, so verður einki av teirra mót­ tøkuskipum á feltinum í summ­ar. Í Dimmalætting í gjár stendur, citat. Um hóttanin stendur við, so tekur hon full­komuliga grundarlagið undan semjuni, sum var gjørd í Løgtinginum í farnu viku, har Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin veittu vissu fyri at móttøkuskipini komu, og harvið eisini peng­ ar í landskassan - andstøðan og partar av samgonguni ivað­ust, og ynsktu eina upp­ boðsølu, sum kundi kom­ pesera fyri missin. Upp­ boðsølan varð slept vegna politiska lyftið. citat enda. Tað vil siga tað sama sum, at fiskimálaráðharrin hevur gjørt ein so ógvusligan polit­ iskan brølara, at hann átti at lagt frá sær í stundini.. Og um hann ikki ger tað, so eigur Løgtingi at reisa misálit á hann. Tí hann hevur sambært Dimmalætting fingið greið boð frá umboðunum hjá mót­tøkuskipunum, Take it or live it, og við hesum signali so verður ein beinleiðis hótt­ an og alment trýst sett á tí politisku skipanina, nakað sum er óhoyrt, og sum eigur at fáa avleiðingar. Stutt sagt so hevur vinn­ an trumfin á hondin, so­ leið­is at um politiska skip­ an­in ikki makkar rætt, so verður einki móttøkuskip á makrelfeltinum í summ­ar, vegna politiskan kleyvar­ skap. Um sama nøgd av makreli verður í føroyskum øki sum í fjør summar, so verður avleiðingin helst, at trupult ella kanska verður tað ógjørligt at fáa alt til hólvdar sum matfisk. Og fer ein partur av makrelinum til skittfisk, so er tað bensin á bálið hjá Noreg og ES, eins og fyribrygdi burðardygg veiða kemur at standa sína roynd. Hinvegin um tann polit­ iska skipanin verður noydd at boyggja seg fyri trýsti frá umboðunum hjá mót­tøku­ skipunum, so hevur politiska skipanin eins og samgongan spælt fallit. Tað má sigast at vera lagn­unar speisemi, at sami ráðharri seinasta summar ferð aftaná ferð hartaði tá­ sit­andi makrelsamgongu, og ákærdi hana fyri í millum annað, at samfelagið misti fleiri hundrað milliónir or­ saka av at móttøkuskipini fóru avstað við hesum milli­ónum. Tað var púra óneyðugt, segði hann tí mót­ tøkuorkan á landið í fjør var so stór, at virkini sum onganting kundu tikið í móti teimun 150.000 tonsunum. Í ár verður lagt upp til, at sjey - 7 móttøkuskip skulu verða á feltinum, eins og eitt nýtt nýmótans virki á landið, so sigast má, at hasin maðurin hevur fingurin á pulsinum. Frank Davidsen kjak Framhald av síðu 15 tíðargrein Konflikt áðrenn hvala­veiðu­ fund má ruddast av vegnum H ópin av mótstríðandi áhuga­málum koma undan kavi nú upp undir 64. fundin í Altjóða Hvala­veiðunevndini (IWC - International Whaling Commission) í Panama City 2. - 6. juli 2012. Hópin av mótstríðandi áhugamálum koma undan kavi nú upp undir 64. fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC - International Whaling Commission) í Panama City 2. - 6. juli 2012. Fokus hjá Landsstýrinum er sett í leiðbeining til donsku stjórnina: IWC skal hald­ast frá at regulera smá­hvala­ veiðu, og rætturin til burð­ ardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast. Danska stjórnin, ið um­ boðar Føroyar og Grønland í IWC, er tó undir trýsti frá fleiri síðum. Føroyar og Grønland hava síni áhugamál. ES hevur í felags hvalaveiðupolitikki sín­ um sum heild friðing av hvali. Fleiri umhvørvisfelagsskapir - eitt nú Greenpeace og WWF - trýsta á fyri at ávirka hvalaveiðupolitikkin og vilja hava talu­rætt í IWC. Eis­ini arbeiða politiskar kreftir í Dan­mark fyri hvala­veiðu­ banni. Semja má fáast um hvala­ veiðupolitikkin í Rík­in­u­m, og stjórnin eigur at fylgja leið­beiningini úr Før­oy­um og Grønlandi. Tað er gleði­ ligt, at stjórnin heldur seg burt­ur frá felags hvala­veiðu­ poli­tikkinum hjá ES, ið stríðir ímóti før­oyskum og grøn­ lendskum áhuga­málum. Tann 12. juni verður sam­ráð við Villy Søvndal, uttan­ríkis­ ráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatin­g­sins. Tá skal sam­ ráðingarlinjan hjá donsku stjórnini til ársfundin í IWC umrøðast, og samráð­ingar­ mandat skal latast stjórnini. Óvist er, hvussu reyða stjórnin hjá Helle Thorn­ing- Schmidt ætlar at reka hvala­ veiðupolitikk. Hin­vegin er greitt, at í stjórnarflokkinum Socialistisk Folkeparti eru sterkar kreftir, ið virka fyri at friða hval. Føroysk og grøn­lendsk fólkatingsumboð mugu arbeiða fyri, at stjórn­ in fylgir føroysku og grøn­ lendsku leiðbeiningini. Áður hava vit sæð, at ein uttanríkisráðharri gekk egnar leiðir uttan um Før­ oyar og Grønland. Tað má ikki endurtaka seg. Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, at Dan­ mark heldur seg til hesar megin­reglur: • Rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært hav­ rættinum skal virðast • IWC eigur ikki at hava sum høvuðsmál at friða hval, men heldur gerast eitt forum, ið tryggjar burð­ardygga hvalaveiðu • IWC skal ikki umsita smá­ hvalaveiðu • Grønland skal hava eina kvotu, ið tryggjar land­ inum rætt til hvalaveiðu • Umhvørvisfelagsskapir skulu ikki hava talurætt á IWC-fundum • Ljós má varpast á at steðga dálking av heims­ høvunum, ið er størsta hóttan móti hvali. Edmund Joensen fólkatingsmaður