fríggjadagur 8. juni 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
Góð ráð til politikarar: Tað
er týdningarmikið, at um tit
vilja leiða okkum, so mugu
tit siga, hvar tit leiða okkum.
Sum nú er, er eingin kós at
hóma, og tit hava ikki sagt
okkum hvar vit skulu flyta
okkum, og hvat skal gerast.
Allar avgerðir tykjast tilvild
arligar, og meiningin er ring
at fáa eiga á. So um tit vilja,
at vit skulu skilja tykkum, so
mugu tit siga hvat tit vilja við
okkum.
Hesi orðini eigur forsang
arin í bólkinum 200, Niels
Arge Galán. Ghetto Føroyar
fólkini hittu oddamannin í
200, tá ið bólkurin vitjaði í
Keypmannahavn, har teir
framførdu á Christiania.
Síðani 200 fyrstu ferð
trein á pallin í 2001 hevur
talan verið um ein provo
kerandi bólk, sum viðger
samfelagslig mál umvegis
tónleikin. Tað ger bólkurin
eisini við nýggjastu fløguni,
sum kom út í ár, og tað er
politiska støðan í Føroyum,
sum er høvið til hesa nýggju
fløguna. Niels Arge Galán
staðfestir, at teir vóru noydd
ir at gera eina fløgu júst nú.
-
Hvønn
einasta
dag verður okkara samf
elag oyðilagt eitt lítið sindur
aftrat. Tað vælferðarsam
felagið, sum eg helt Føroyar
vóru bygdar á, verður mið
víst pilkað sundur, og tað
broytist øgiliga skjótt, uttan
at vit hava kjakast um, at
tað er tað, sum vit vilja, sigur
Niels Arge Galán.
Farin frá at vera
býtt til at vera ónd
Mótmælistiltøkini byrjaðu
við at eita ”ypp øksl”, har
man bara flenti eftir politik
arunum, tí teir eru klikkaðir.
Men nú hevur føroyska sam
felagið staðið í stað í fleiri ár,
og búskaparkreppa hevur
verið um allan heimin, men
í Føroyum hevur man einki
gjørt. Man hevur bara staðið
í stað. So nú er tað farið frá,
at man flennur eftir teimum,
tí teir eru býttir, til at man
veruliga hevur hug til at
reisa seg úr stólinum og tala
at, sigur Niels Arge Galán.
Hann heldur, at politiska
støðan er so álvarsom, at
onkur má tala at.
- Onkur noyðist at siga
sum er, og onkur noyðist at
tala at, og tað er tað, sum vit
gera. Vit eru 200 og vit rópa
hart, sigur Niels Arge Galán.
GHETTO FØROYAR
Hvussu langt kunnu føroysk
ir fjølmiðlar loyva sær at
fara? Hetta varð kjakast um
í Ghetto Føroyar mikudagin.
Í Danmark er tað nærum
gerandiskostur, at vit hoyra
um privatlívið hjá leiðandi
persónum í litríku donsku
pressuni. Alt frá politiskum
avgerðum til sexvanar verða
lýstir í miðlunum, meðan
slíkar søgur sjáldan eru at
síggja í føroyskum miðlum.
Eingin ivi er um, at stórur
munur er á føroyskum og
hinum norðurlendsku miðlu
num. Í Ghetto Føroyum und
ra vit okkum um, hví tað er
soleiðis, og um miðlarnir í
Føroyum kunnu liva upp til
sín leiklut sum 4. statsvaldið,
um tey ikki lýsa persónin
aftanfyri politikaran.
Til at kjakast hetta evn
ið vóru Ann Kristina Svabo
Simonsen, sum lesur journa
listik á Roskilde Universitet,
og júst hevur skrivað eitt
projekt um hetta evnið, og
Sigurjón Einarsson, ið eisini
lesur journalistikk á RUC,
komin í studio.
– Vit hava við nøkur etisk
og moralsk mørk í journal
istikkinum, og har er tað so
upp til einstaka journalistin
at meta um, hvat er ein søga
og hvat ikki er. Men í Føroy
um er tað øgiliga skjótt at
koma ov nær, og vit skulu
eisini kunna hyggja hvønn
annan í eyguni dagin eftir, tá
vit hava gjørt eina søgu, sig
ur Sigurjón.
Ann
Kristina
Svabo
Simonsen er ikki ósamd men
leggur aftrat, at fjølmiðlarnir
eiga at minnast til leiklutin
sum vakthundurin í sam
felagnum.
– Tað er ikki bara ein
spurningur um at fyrihalda
seg til politisku útsagnirnar,
men tað er eisini ein spurn
ingur, um politikarin so livir
upp til hetta. Tað hongur ikki
saman, um vit hava ein polit
ikara, sum tosar um týdning
in av at verja umhvørvið, um
hesin ikki soldar skrell sjálv
ur, heldur hon.
Ov lætt spæl
Bæði vístu tey eisini á, at ein
trupulleiki við føroysku fjøl
miðlunum er, at politikarar
nir hava ov lætt spæl. Journ
alistarnir eru ikki nóg væl
fyrireikaðir, halda tey. Og
eru tað ikki umstøður til at
hava kjak í Kringvarpinum,
jamen so áttu tey heldur at
gjørt færri samrøður, men
har farið varð í dýpdina, so
journalisturin hevur tíð at
seta seg inn í evnið, heldur
enn at tað fær eina yvirflad
iska viðgerð.
– Journalistar eru sam
felagsins vakthundar, men
í Danmark hava miðlarnir
verið undir ákoyringum fyri
at vera ov nógv jakthundar
heldur enn vakthundar. So
leiðis kunnu vit siga, at tey í
Danmark eru farin ov langt,
meðan vit í Føroyum eru
komin ov stutt, halda tey
bæði.
Politikarin og
privatpersónurin
Tá hetta er sagt, so er tað ikki
tað sama sum, at Sigurjón
Einarsson og Ann Kristina
Svabo Simonsen halda, at
tað, politikarar gera privat,
yvirhøvur ikki skal dekkast
av fjølmiðlunum.
– Tað er umráðandi at
dekka innihaldið í tí, sagt
verður. Og stendur innihaldið
av tí, politikarin førir fram,
í beinari andsøgn við tað,
hann sum privatpersónur
ger, so skal hetta dekkast.
Politikarar eiga jú at gera
soleiðis sum teir sjálvir siga,
og ikki bara siga eina rúg
vu og so liva heilt øðrvísi.
Har spælir persónurin og
karakterurin handan poli
tikarin inn, tí tað vísir hvør
tú viðkomandi er og tí er tað
framvegis relevant at dekka
privatpersónin eisini.
Munur á vakthundum
og jakthundum
Ghetto Føroyar Fjølmiðlar í
Føroyum røkja ikki sína uppgávu
sum vakthundur nóg væl, meðan
danska pressan uppførir seg
ov nógv sum jakthund, siga
føroysk journalistiklesandi
í Keypmannahavn
200: Politik
arar mugu siga
hvat teir ætla
við okkum
Tað er ikki bara ein
spurningur um at fyrihalda
seg til politisku útsag
nirnar, men tað er eisini ein
spurningur, um politikarin
so livir upp til hetta
Sigurjón Einarsson og Ann Kristina Svabo Simonsen kring borðið á studionum
á Øresundskollegiet saman við Barbaru Holm og Rógva Nybo